Hýsa bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað bleiv til 9.360 pund.
Pison byrjaði túr tann 5. september, so fiskiskapurin hevur verið rímuligur.
SáH
Tíðliga ígjár landaði Pison 100.000 pund til Kósina. Teir høvdu roynt við línu á Munkagrunninum og tað mesta var longa og so nakað av toski, brosmu og hýsu. Hýsa bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað bleiv til 9.360 pund. Pison byrjaði túr tann 5. september, so fiskiskapurin hevur verið rímuligur. SáH Stakkavík kom tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu 4000 pund. Fríggjadagin vóru teir eisini til útróðrar og tá høvdu teir 7.000 pund. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir í dag 3.810 pund, tað mesta var toskur og hýsa. Fríggjadag landaðu teir 6.840 pund, eisini mest toskur og hýsa. Landa bleiv til NFCS. SáH Olga Maria kom aftur í nátt og landaði til Tavuna í Leirvík klokkan 08:00 í morgun. Teir byrjaði túr tann 6. september og hava trola norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 33.500 pund, tað mesta toskur og hýsa, 11.300 pund toskur, 9.100 pund hýsa, 4.100 pund tunga, 3.300 pund reyðsprøka, 2.700 pund havtaska og restin annað fiskaslag. Landa bleiv til Tavuna í Leirvík. SáH Trolbáturin Jens Leon, sum hevur trola norðan fyri Føroyar kom aftur til Lerivíkar klokkan 11:00 og høvdu teir góð 19.000 pund. Teir byrjaði túr tann 8. september og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, teir høvdu 18.884 pund, 6.528 pund tosk, 5.796 pund hýsa, 2.112 pund upsi, 1.536 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag. Tað eru fimm mans við Jens Leon. Landa bleiv til Tavuna í Leirvík. SáH Gjógvarenni og Trúgvi í Vági høvdu eisini verið til útróðrar í dag og høvdu teir rímiligan fiskiskap. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir, Gjógvarenni 4.116 pung og Trúgvi í Vági 2.510 pund, tað mesta var toskur og hýsa. Báðir høvdu roynt við línu og landa bleiv til NFCS. SáH |
Arkiv
December 2022
|