Teir fingu 9.500 pund. 5.000 pund av toski og 4.500 pund av hýsu og longu.
Harumframt tóku teir eisini eini 200 pund av rogni.
ANRU hevur landað í Hvannasundi seint í kvøld og veiðan er seld til Fofish.
SáH
ANRU hevur roynt eystanfyri í dag. Teir fingu 9.500 pund. 5.000 pund av toski og 4.500 pund av hýsu og longu. Harumframt tóku teir eisini eini 200 pund av rogni. ANRU hevur landað í Hvannasundi seint í kvøld og veiðan er seld til Fofish. SáH Bjørgvin kom aftur klokkan 11:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu í Kalsoyarfirði. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 6.050 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 3.200 pund toskur, 2.800 pund hýsa og 50 pund rogn, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 11:45. SáH BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-05-03-2020 3.025 Nakað eftir klokkan 10:00 í morgun kom Bragd aftur. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 10.340 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.700 pund hýsa, 4.600 pund toskur og restin annað fiskaslag. Landað bleiv til NFCS klokkan 10:30. SáH BRAGD – ( KG 642 )NFCS-05-03-2020 5.170 Líðhamar kom aftur kl. 12:15 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.600 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.300 pund hýsa, 4.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS kl. 13:00. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-05-03-2020 4.800
Norðsøki hevur havt eina super viku higartil og vikan er ikki liðug enn. Teir hava verið til útróðrar í 4 dagar og hava fiska 60.000 pund. 14.800 pund mánadagin, 14.400 týsdagin, 16.000 mikudagin og í dag 14.500 pund, fantastiska flott klára.
Í dag komu teir aftur klokkan 15:30 við 14.500 pundum á 54 stampum. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa. Tað eru fýra mans við Norðsøki, júst tá ið eg tók myndina var tann eini burtur, men hesir síggja sera fegnir út. Landa bleiv til NFCS klokkan 15:45. SáH
Lýsing stórskermur við Klaksvíksveg, ring 273200
Gudrun er komin aftur og hava teir havt ein góðan túr. Teir hava roynt við gørnum og hava teir heili 16.000 pund av havtasku. Teir fóru túr tann 03. mars klokkan 13:23, sjá mynd niðanfyri, so hetta gjørdist ein skjótur og góður. Norðoya Portalurin og News.fo vóru á støð og vit fingu eitt gott prát við skipara og manning og eitt kók heim við, takk fyri tit. Við Gudrun eru 5 mans og skipari er Kristin Vilhelmsen. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun. SáH Norðsøki kom seint aftur týskvøldið og høvdu teir ein góðan túr. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 14.402 pund, tað mesta hýsa og toskur, 7.400 pund hýsa, 6.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Norðsøki hevur eisini verið túr í nátt og landaðu seint seinnapartin, men vit vita ikki hvat teir høvdu. Teir fóru aftur til útróðrar beint eftir kl. 19:00 í kvøld. SáH NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-03-03-2020 7.201
Bragd var fyrstir aftur av útróðrið í dag. Teir komu aftur klokkan 08:45 og høvdu teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.040 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 5.000 pund hýsa, 5.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 09:00. SáH BRAGD - ( KG 642 )NFCS-04-03-2020 5.020 Stakkavík kom aftur beint áðrenn døgurða í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.430 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 4.200 pund toskur, 3.200 pund hýsag og restin longa 30 pund. Landa bleiv til NFCS klokkan 12:00 Stakkavík var eisini til útróðrar ígjár og tá høvdu teir 6.624 pund, so góð 14.000 pund í tveir dagar er gott fiskarí. SáH Skýlisklettur kom aftur umleið klokkan 10:00 í morgun. Hann hevði roynt norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði hann 2.070 pund, tað mesta var toskur og hýsa og restin var rogn, 1.040 pund toskur, 1.000 pund hýsa og 30 pund rogn. Landa bleiv til NFCS klokkan 10:00. SáH |
Arkiv
December 2022
|