Teir settu 32 stampar og fingu 7.500 pund,
4500 pund av toski og 3000 pund av hýsu.
Harumframt tóku teir eisini eini 200 pund av rogni.
ANRU hevur landað í Hvannasundi í kvøld og veiðan er seld til Fofish.
ANRU hevur roynt eystanfyri í dag. Teir settu 32 stampar og fingu 7.500 pund, 4500 pund av toski og 3000 pund av hýsu. Harumframt tóku teir eisini eini 200 pund av rogni. ANRU hevur landað í Hvannasundi í kvøld og veiðan er seld til Fofish. Bragd var bestir av útróðrarbátunum sum landaðu til NFCS í dag, teir høvdu 9.660 pund og høvdu teir roynt við línu norðan fyri Føroyar. Her sølurnar sum blivu landaðar til NFCS í dag. BEINTA – ( KG 105 )NFCS-03-02-2020 650 KUNOYARNES – ( KG 323 )NFCS-03-02-2020 880 BJØRGVIN – ( KG 503 )NFCS-03-02-2020 2.350 DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-03-02-2020 4.220 STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-03-02-2020 4.233 BRAGD – ( KG 642 )NFCS-03-02-2020 4.830 Tað frættist, at Norðsøki eisini hevði 10.000 pund í dag og Líðhamar hevði 15.710 pund, men Líðhamar landaði til Snarfrost. Nú landingarseðilin hjá Norðsøki er komin inn í morgun tann 04.02.2020, so gjørdist hann bestir ígjár, teir høvdu 12.422 pund, tað mesta hýsa, sjá søluna herundir. SáH NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-03-02-2020 6.211 Lýsing Amarant
Klokkan 5 mánamorgunin kom Dyrindal innaftur til Klaksvík. Teir høvdu bara trola á Skeiva Bankanum í 2-3 dagar og eru longu komin aftur, hví teir eru afturkomnir vita vit ikki. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.300 pund, tað mesta var havtaska, 7.500 pund og restin 800 pund var longa, sjá søluna herundir. Dýrindal byrjaði túr fríggjadagin 31. januar. SáH DÝRINDAL - ( KG 474 )NFCS-03-02-2020 4.150 Lýsing Nordcar
Mánamorgun landaði Pison 110.000 pund til Kósina, tað mesta var toskur og hýsa. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Helvtin av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 50.960 pund, 32.880 pund hýsa, 13.520 pund longa, 3.720 pund bromsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Pison byrjaði túr tann 27. januar, sostatt tók hesin túrurin eina viku. SáH PISON - ( KG 476 )KLAKSVÍKAR HAVN03-02-20202 5.480 |
Arkiv
December 2022
|