NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​BOÐA FRÁ NÝGGJÁRSBÁLI

31/12/2019

Comments

 
Billede
Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum.

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum.

Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni, sum er tøk her: Nýggjársbál 2019

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað.

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

· Reinur og turrur óviðgjørdur viður
· Ólitað pappír og papp
· Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:

· Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
· Viðgjørdur og málaður viður
· Sagu­spønir og spønplátur
· Húsarhaldsburturkast
· Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
· Klæðir, leður og annað
· Mjólkarpakkar
· Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Steinbjørn Hardlei rektari á Glasi

23/12/2019

Comments

 
Billede
Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi.

Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann sertifiseraða altjóða útbúgving innan broytingarleiðslu.

Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik Banka og Atlantic Airways, har hann serliga hevur havt ábyrgd innan starvsfólkaøkið og organisatoriska økið. Eisini hevur hann havt egna ráðgevarafyritøku innan strategiska leiðslu, HR og organisatiónsbroytingar.

Steinbjørn Hardlei hevur fjølbroyttar royndir sum undirvísari á miðnámi, yrkisnámi og hægri námi. Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið samanleggingin av teimum trimum skúlunum á Glasi byrjaði. Aftaná samanleggingina var hann settur sum umsitingarstjóri, og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi.

Nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. januar 2020.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

​Børn úr Fjallafípuni syngja Køvandi myrk er nátt her

22/12/2019

Comments

 
Billede
​Børn úr Fjallafípuni syngja Køvandi myrk er nátt her

Sera hugnalig jólaguðstænasta hevur verið fyri øllum børnunum á dagstovnaøkinum í morgun.

Børn úr Fjallafípuni gingu lucia, og Hanus á Gøðrum, prestur, hevði eina fitta, skemtiliga prædiku ??

Hoyr fittu børnini syngja Køvandi myrk er nátt her

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

SáH

Comments

Jólagudstænasta fyri skúlabørnum

20/12/2019

Comments

 
Billede
​Í morgun kl. 10.30 ringdi kirkjuklokkan at boða til jólaguðstænastu fyri skúlabørnum. Hetta er gamal siður, at at øll, íð eru knýtt at skúlanum – næmingar, lærarar og onnur við møta í kirkjuni til guðstænastu, áðrenn skúlin fer í jólafrí.

Tað mundi vera um 800 fólk, sum møttu glað og spent upp í kirkjuni í dag. Eisini eldri lærarar, sum eru farnir frá, plaga at vitja aftur til slíka løtu. Ja, fyri mongum teirra eru ikki rættilig jól, fyrr enn man hevur verið til jólaguðstænastuna við skúlabørnum.

Í gjár var tað barnagarðarnir og starvsfólk teirra, sum vóru til jólaguðstænastu – eini 500 børn og vaksin

Tað verður sungið nógv, og serliga er tað “Geðilig jól”, sum tey plaga at taka dik á seg at syngja væl við.

Skúlin hevði í ár eitt stórt skúlakór við, sum eisini spældi saman við næmingum hjá Tónlistaskúlanum, so løtan var rættiliga hátíðarlig, men sanniliga eisini hugnalig.

Ja, so stórt var kórið, at tað í summum førum vóru tríggir kórleiðarar, har tann eini var høvuðsdirigentur, meðan hinir stuðlaðu undir og styrktu um við tekstinum.

Tað var Marjun Lómaklett, sóknarprestur, sum hevði prædikuna og líddu børnini væl á.

Sangirnir, ið annars vórðu sungnir vóru: “Eitt fjós og ein krubba”, “Føgur er foldin” og so sjálvandi verður altíð endað við “Gleðilig jól”.

Her fleiri myndir, klikk her: “Jólagudtænasta fyri skúlabørn”.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Syngja jólini inn í Árnafjarðar kirkju í kvøld

11/12/2019

Comments

 
Billede
Mikukvøldið 11. des. kl. 19.00 syngja vit jólini inn í Árnafjarðar kirkju.

Teir kendu, kæru jólasálmarnir verða sungnir.

Ein kvintett úr Klaksvíkar Hornorkestri kemur at framføra nøkur jólaløg og Hanus á Gørðum prestur hevur eina andakt.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Árnafjarðar Kirkja

Comments

Syngja jólini inn í Mikladals Kirkju í kvøld

10/12/2019

Comments

 
Billede
Í kvøld. 10 des kl 20.00 verða jólini sungin inn í Mikladals kirkju v/ Marjun Lómaklett.

Kórið í Christianskirkjuni luttekur.

Øll hjartaliga vælkomin!

​SáH

Comments

Jólahugnaløta í Kirkjukjallarnum í dag klokkan 15:00

6/12/2019

Comments

 
Billede
Fríggjadagin, 06.desember kl. 15.00, er Jólahugnaløta í kirkjukjallaranum.

Kirkjuráðið skipar fyri.

Jonna F. Mortensen hugleiðir um børn og jól, Skúlabarnakórið syngur, og Poul Havn spælir á munnhørpu.

Marjun Lómaklett leiðir løtuna og Hanus á Gørðum hevur andakt.

Ein góður drekkamunnur verđur at fáa.

Christianskirkjan

Billede
Comments

Konsert í Christianskirkjuni hóskvøldið 05. desember kl. 19:30

5/12/2019

Comments

 
Billede
Hóskvøldið, 05. desember kl. 19.30 verður forkunnug konsert í Christianskirkjuni við Ramez Mhaanna og Kern Westerberg – ein klaver- og violinduo í heimsklassa -. Ein kombinatión av teimum heilt serligu, har hesi bæði ljóðførini við sínum ymiska klangi sameinast í ein máttmiklan dialog. Báðir danskir klassiskir tónleikarar, báðir undir útbúgving á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum.

Bæði violinisturin Kern Westerberg og pianisturin Ramez Mhaanna hava vunnið heilt nógvar virðislønir. Báðir hava vunnið Sonning Talentprís og klassisku tónleikakappingina hjá Berlingske Tidernes.

Á skránni eru tvær sonatur fremst á breddanum – ein av teimum yvirhøvur sjáldan spæld, sonata nr. 2 hjá Beethoven og tann undrunnarverda og vakra sonatan hjá Debussy. Harumfram spæla teir hvør ísær solostykkir hjá ávikavist Bach og Prokofiev. Og sjálvandi eisini jólatónleik.

Teir eru í Føroyum í samband við konsert í Norðurlandahúsinum, og hava í hesum sambandi eisini konsert í Christianskirkjuni.

HÓSKVØLDIÐ, 05. DESEMBER KL. 19.30

Christianskirkjan

Comments

Syngja jólini inn í Kunoyar Kirkju

5/12/2019

Comments

 
Billede
5. des kl. 18.30 Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju v/ Marjun Lómaklett.

Tað verður Luciagongd og Jóannes í Brekkuni syngur.

Øll hjartaliga vælkomin!

Billede
Comments

​Syngja jólini inn í Húsa kirkju

4/12/2019

Comments

 
Billede
Í kvøld, 4 des kl. 20.00 verða jólini sungin inn í Húsa kirkju v/ Marjun Lómaklett.

Klaksvíkar Tónlistaskúli luttekur.

Øll hjartaliga vælkomin!

Comments
<<Previous

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.