NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tøkk – Elsuba á Høvdanum

21/12/2018

Comments

 
Billede
​Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið vóru við til at gera 80 ára dagin hjá mær so stak hugnaligan og ógloymandi.

Takki fyri gávur, blómur, talur og heilsanir.

​Ein serlig heilsan til børnini við familju, ið gjørdu alt so hugnaligt.
 
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
 
Elsuba og Jógvan á Høvdanum 

Billede
Comments

Ert tú lesandi ?

13/12/2018

Comments

 
Billede
​Hevur tú nógv at lesa í jólafrítíðini, so er møguleiki at brúka góðu umstøðurnar í Íverksetarahúsinum.

Aftur í ár eru lesandi, sum koma heim at halda jól, vælkomin at brúka hølini á Fjarnám í Íverksetarahúsinum. Her eru góðar umstøður at lesa og møguleiki er at hitta onnur lesandi og íverksetar, so tú kanst netverka og knýta nýggj sambond.

Lestrarvegleiðarin er at hitta eftir avtalu. Ring og fá eina avtalu á tlf. 239501 ella á tlf. 288743 ella send ein teldupost til [email protected]  ella [email protected]

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Føroysk jólagudstænasta og jólaheilsanir í Aarhus

6/12/2018

Comments

 
Billede
​Leygardagin 15. desembur kl 14:30 verður føroysk jólagudstænasta í Skt. Johannes Kirke, á Trøjborg i Aarhus. 

Prestur verður Borgny Susanna Brünings-Hansen, sum er føroyskur prestur í Keypmannahavn. Organistur verður Jóannes Nólsøe. 
Áarljóð, tað føroyska kórið hjá okkum í Aarhus, vil framføra fyri okkum og syrgja fyri at vit koma í jólahýri. 

Aftaná jólagudstænastuna bjóðar felagið til jólaveitslu í kirkjuhúsinum, har vit fara at hugna okkum við felagssangi, dansa um jólatræið og kaffi, the og køkum. 
Umframt hetta kemur føroyski jólamaðurin eisini at heilsa uppá børnini.

Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsanir heim til familju og vinir í føroyum, sum verða sendar í Kringvarpið Føroyar. 

Vinarliga gevið boð um, hvussu nógv børn koma, so vit kunnu boða jólamanninum frá 😁

Øll eru so hjartaliga vælkomin ♥ 

Meira um tiltakið, klikk her, "Føroysk jólagudstænasta í Aarhus".

Adressan til kirkjuna er: Peter Sabroes Gade 20, 8000 Aarhus C
Adressan til kirkjuhúsið, sum liggur 100 m. frá kirkjuni er: Sankt Johannes Allé 1, 8000 Aarhus C

Vinarliga
Føroyingafelagið í Aarhus og Føroysk Møtir í Aarhus.

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.