NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Komið- og syngið við í Kunoyar Kirkju í kvøld

24/10/2019

Comments

 
Billede
Hóskvøldið hin 24. okt. kl. 19.30 verður “syng-við-sálmakvøld” í Kunoyar kirkju.

Eitt sang – og sálmakvøld fyri allar aldursbòlkar. Vit fara at syngja sálmar úr sálmabókini – og ískoytinum.

Næmingar frá Urguskúlanum í Christianskirkjuni luttaka.

Marjun Lómaklett fer at hava stutta andakt.

Aftaná verður ein góður drekkamunnur at fáa.

Veri hjartaliga vælkomin!

Comments

Gullbrúdleyp – Marjun og Victor

16/10/2019

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin 22. nov. hava vit verið gift í 50 ár, og tað vilja vit fegin hátíðarhalda.

Veitslan verður sama dag kl. 18.30 í Bygdarhúsinum í Leirvik.

Tað hevði glett okkum, at sæð familju, vinir og kenningar.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at boða frá í seinasta lagið 10. november á tlf. 456068 ella 737380 ella á teldupost victoralakjuni@gmail.com

Comments

​Forkunnug og áhugaverd konsert í Christianskirkjuni mikukvøldið 16. Oktober kl. 19.30

15/10/2019

Comments

 
Billede
Mikukvøldið, 16. oktober kl. 19.30, er kirkjukonsert við CS Nielsen Duo, mannað av Stig Nielsen og Michael Lund, báðir úr Danmark.

Stig Nielsen er 42 ára gamal, og búsitandi á Samsø í Danmark. Hann hevur í mong ár skrivað nógvar sangir, og gjørt løg til teir. Hann spælir í høvuðsheitum gospel, country og balladur, við íblástri frá amerikonskum og anglikanskum mentanum/trúarsamfeløgum. Hann er kendur fyri at hava nógv gott at bera fram, og hevur givið fleiri fløgur út, eitt nú “Jericho Road” , og “Man of the fall”, sum hann hevur móttikið viðurkenningar fyri.

Vit koma at hoyra fleiri av hansara útgávum í gospel og countrystíli, og eisini onnkur gospelløg, eitt nú “John the Revelator”, og eisini løg hjá Hank Williams, eitt nú “I´m So Lonesome I could cry”.

Verið vælkomin á hugnaliga konsert mikukvøldið, 16. oktober kl. 19.30.

Billede
Comments

Konfirmatiónsgudstænasta í Christianskirkjuni sunnudagin

8/10/2019

Comments

 
Billede
Sunnudagin, 13. oktober, er konfirmatiónsgudstænasta kl. 11.00 v/Hanus á Gørðum.

Konfirmantarnir eru:
Bogi Mellemgaard í Garðinum 13 Klaksvík frá kl. 16

Filip Poulsson Joensen Undir Grashjalla 37 Klaksvík frá kl. 17

Finnur Kjølbro Kráargøta 74 Klaksvík Dagurin hildin á Biskupsstøðgarðinum frá kl. 16

Kristoffur í Gong Kráargøta 14 Klaksvík frá kl. 17

Janus Ellebye Kjølbro Undir Grashjalla 26 Klaksvík Dagurin hildin á Biskupsstøðgarðinum frá kl. 16

Jóhan Josephsen Undri Brúnni 26 Klaksvík Dagurin hildin við Klaksvíksvegin 72 “Garpar” frá kl. 17

John Lassen Viðoy Skáltavegur 63 Klaksvík frá kl. 17

Johannes Bjørgheim Rasmussen Oman Eið 7 Klaksvík Dagurin hildin í Spaniastovu frá kl. 17

Leivur Joensen á Brekku 59 Klaksvík Dagurin hildin á gamla sjómansskúlanum Garðavegur 10 frá kl. 17

Markus Løwe Sørensen Víkavegur 111 Klaksvík frá kl. 16

Ann Magnadóttir Husgaard Undir Klakki 7b Klaksvík Dagurin hildin á Stangavegi 142 frá kl. 16

Anita Elinborg Miðalberg Nielsen Bumshamarsvegur 40 Klaksvík Dagurin hildin í Bøgøtu 3 frá kl. 17

Annika Asbjørnsdóttir Mørkøre Stangavegur 122 Dagurin hildin á Café Jacqson Klaksvíkvegur frá kl. 17-22

Bjørk Høgnadóttir Zachariassen Edmundstrøð 28 Ánirnar frá kl. 17

Jancy Mohr Garðsendi 11 Klaksvík frá kl. 16

Karla Johnsdóttir Kjalarvegur 45 Klaksvík Dagurin verður hildin í Skótahúsinum Gerðagøta 11 frá kl. 17

Katrin í Króki Eliasen Vágsheygsgøta 20 Klaksvík frá kl. 17

Laila Latara Johansen Vágsheygsgøta 19 Klaksvík Dagurin hildin á Gamla seglhúsinum frá kl. 17

Marianna Tryggvadóttir Gunnarsstein á Brekku 43 Klaksvík Dagurin hildin á Vekstaðnum á Brekku frá kl. 17

Rakul Jónleifsdóttir á Steig Undir klakki 47 Klaksvík Dagurin hildin í Skálanum frá kl. 17

Sonja Wigant Eysturdal Kósabrekka 9 Klaksvík frá kl. 17

Sólveig Klakstein Undir Fossum 62 Klaksvík frá kl. 17

Thomina Svøðstein Stangavegur 50 Klaksvík Dagurin hildin í Róðrarneystinum í Árnafirði frá kl. 16

Tóra Bjørk Sigurðsdóttir Klaksvíksvegur 41 Klaksvík Dagurin hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi frá kl. 17

Comments

Jógvan við nýggjari bók

3/10/2019

Comments

 
Billede
Krýnikan Úr ymsum heraðshornum er komin í bókabúðirnar.

Har eru mangar spennandi frásagnir um hendingar og stríð í 70unum. Politisk stríð um Mortan Mols, heildarloysn, fiskimark og útróðrarverkfall. Nýbrot innan politiskt samarbeiði millum javnað, tjóðveldi og fólkaflokk. Sigling við neyðhjálp millum bumbur og kúlur í Bangladesh, flýggjan við panamaskipi úr Svøríki, flýggjan undan eldgosi í Vestmannaoyum og frásøgn um, tá Anton Olsen bjargaði 4.600 fólkum úr Vjetnam.

Alt hetta fyri einans krónur 299/-.

Tillukku við bókini Jógvan Arge.

SáH



Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.