NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hetta var framúr!

31/10/2018

Comments

 
BilledeÁ myndini síggjast Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið tók ímóti virðislønini fyri Bárð Oskarsson, og Rigmor Dam, landsstýrikvinna í Mentamálum, í Operuni í Olso eftir handanina í gjár.
​- Tað er fantastiskt! Vit høvdu eina góða kenslu, tá vit fóru til handanina, tí vit høvdu so mikið sterkar tilnevningar í øllum bólkunum. Tað ger meg ómetaliga erna – bæði sum føroying og sum landsstýriskvinnu í mentamálum, at vit fámentu føroyingar megna at kappast á sama støði sum hini stóru Norðurlondini, tá um list, mentan og umhvørvi ræður, sigur Rigmor Dam, landsstýrikvinna í Mentamálum, sum var til virðislønahandanina í Oslo í gjárkvøldið.

- At tað so bleiv Bárður Oskarsson, ið vann, er so sera uppiborið. Tað er eisini stuttligt, at ein føroysk barnabók skuldi vinna í ár, nú vit hava ár fyri málmenning hjá børnum. Og grundgevingin fangaði veruliga serliga skrivingarháttin og huglagið í bókunum hjá Bárði.

Í grundgevingini stendur millum annað, at høvundurin torir at taka sær ta tíðina, tað tekur, at siga eina søgu, umframt at hann fær lesaran at undrast og hugsa sjálvstøðugt. Hesin eginleikin stendur sum ein góð andsøgn til tíðarandan, nú alt skal ganga so skjótt.

- Niels Jákup Thomsen á Bókaforlagi Føroya Lærarafelags, sum tók ímóti virðislønini fyri Bárð, rakti eisini seymin á høvdið, tá hann greiddi frá, hvønn týdning ein slík virðisløn hevur fyri at seta Føroyar á heimskortið.

Í dag er Rigmor Dam aftur á fundi við hinar Norðurlendsku ráðharrarnar, men hon sigur, at handanin í gjárkvøldið eyðsæð eisini merkir dagin í dag.

- Her tosa øll bara um, hvussu londini í útnorði gjørdu bart og vórðu stórvinnarar á Virðislønahandanini hjá Norðurlandaráðnum í gjár. Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg vunnu jú alt, sum var at vinna. Og eg merki í dag, at virðislønin hjá Bárði hevur økt um áhugan fyri Føroyum, føroyskum bókmentum og føroyskari mentan, sum heild, sigur Rigmor Dam landstýriskvinna í mentamálum úr Olso.

JáH (y) 31.10.2018
Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Starvlýsing: Handverkarar innan timburyrkið

24/10/2018

Comments

 
Billede
Klaksvíkar kommuna søkir hervið eftir tveimum handverkarum innan timbur at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

Forskallingsarbeiði í samband við stoypan av garðum og trappum
Timburarbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Handverkaraútbúgving innan timbur.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðsom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglað/ur viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. 

Setanarviðurskifti 
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til [email protected]

Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til:

Klaksvíkar kommuna
Postsmoga 2
FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. november 2018 kl. 16.00.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Kristoffur Olsen leiðara á Kloakk- og Vegadeildini á tlf. 229088 ella [email protected]. 

Comments

Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurlandahúsinum

22/10/2018

Comments

 
Billede
Sunnudagin 18. november hevði Pól F. Joensen – Hargaskaldið – fylt 120 ár.

Hendan dagin verður forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum, har fólksligi trubadururin Hanus G. Johansen, saman við øðrum tónleikarum, fer at spæla bæði nýggj og gomul løg til yrkingar hjá Pól F. 'Hanus & Aldubáran' leggja fyri við nýggjum útsetingum til púra ókend løg hjá Hanusi. Hesar útsetingar hava limir í Aldubáruni lagt til rættis.

Eftir steðgin fer Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, at hugleiða um Hargaskaldið.

Endað verður við einum braki, tá eitt dygdargott rokkorkestur, saman við Hanusi, fer at spæla teir meira kendu sangirnar, sum í dag eru at meta sum føroysk fólkaogn. Tiltakið verður um 2 tímar til longdar.

Bert fá atgongumerki eru eftir, og tey kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.

Stuðlað hevur Føroya Bjór.

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.