NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kom og syngið við í Christianskirkjuni

21/11/2019

Comments

 
Billede
Leygarkvøldið, 23.november kl. 19.30 verđur Syngið við kvøld við Harmonikuvinum.

Vit syngja nógvar góðar sangir, og sálmar saman Stutt andakt verur við Marjun Lómaklett.

Hjartaliga vælkomin!

Christianskirkjan

Billede
Comments

Vøggusangur í Christianskirkjuni fríggjamorgunin

20/11/2019

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin, 22.november, er Vøggusangur kl. 10.00 fyri pinkubørn 0-1 ár.

Nærri kunning um Vøggusang er á facebookbólki “Vøggusangur í Christianskirkjuni 2019/2020”.

Aftaná Vøggusangin er ein góður drekkamuður í kirkjukjallaranum.

Christianskirkjan

Billede
Comments

Hentar og hondgjørdar jólagávur í Klaksvík í dag

20/11/2019

Comments

 
Billede
Í dag verður ein góður møguleiki at keypa góðar hondgjørdar jólagávur í Klaksvík.

Mikudagin 20. november frá kl. 14 hava vit í ”Gloym meg ei” nevniliga árligu jólasøluna í hølum okkara á Klaksvíksvegi 57.
Her ber til at keypa ein hóp av handgjørdum jólagávum – so sum: jólaprýði, jólakort, smúkkur, teppi, lappar og mangt annað.
Eitt tombola er sjálvandi eisini á skránni.

Afturvið øllum hesum fæst eisini ein drekkamunnur við nýbakaðum vaflum afturvið.

Jólasølan mikudagin 20. november byrjar klokkan 14 og endar klokkan 18.

Comments

Skrúvugudtænasta mikukvøldið tann 13. november í Christianskirkjuni

11/11/2019

Comments

 
Billede
Mikukvøldiđ, 13.november, er Skrúvugudstænasta kl. 17.30 v/Marjun Lómaklett.

Elsa Maria Johannesdóttir Poulsen, urgunæmingur, luttekur viđ urguspæli.

Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallarin til skrùvur og kjøtsós.

Christianskirkjan

Comments

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur røðu fyri Elini Planck

7/11/2019

Comments

 
Billede
Í gjár var móttøka fyri Elini R. Planck í sambandi við at hon hevur verið leiðari í Kvinnuhúsinum í 25 ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna helt røðu fyri Elini.

Hon segði m.a.: “Elin Reinert Planck, sum vit hátíðarhalda í dag, hevur framum onnur myndað hetta økið og virksemið í Kvinnuhúsinum í 25 ár. Elin, tú ert álitisvekjandi, rólig og behagilig. Tú hevur rættiliga fingið Kvinnuhúsið og tørvin á húsinum og Kreppumiðstøðini inn í tilvitskuna hjá okkum øllum. Tú ert ímyndin av stuðli og av onkrum tryggum. Tín rødd hevur ivaleyst ljóðað í høvdinum á mangari kvinnu, sum hevur verið sligin, illa viðfarin, og hevur havt tørv á hjálp:

” Eg eiti Elin Reinert Planck…” … Mynduga og róliga røddin tykist siga: Tú kanst koma inn til okkara, og vit gera tað vit kunnu at hjálpa tær.

Hon vil mær tað væl, munnu mangar kvinnur hava hugsað.”

Røðan kann lesast her.

Comments

Minningarhald teirra sjólatnu í dag

1/11/2019

Comments

 
Billede
​Klaksvíkar kommuna skipar fyri minningarhaldum teirra sjólátnu í Klaksvik, Syðradali og Svínoy fríggjadagin 1. november

KLAKSVÍK:
Fríggjadagin 1. november kl. 15.00 í Vágstúni

Osmund Justinussen, reiðari heldur røðu

Minningarhald teirra sjólatnu í dag

Skráin fyri haldið í Klaksvík sæst her.

SYÐRADALUR:
Fríggjadagin 1. november kl. 13.30 við minnisvarðan

Markus í Norðnastovu heldur røðu

SAM siglur av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50. Bussur koyrur til og frá ferjuleguni

SVÍNOY:
Fríggjadagin 1. november kl. 12.00 við minnisvarðan

Pól Johannesen, trúboðari heldur røðu

Ritan siglur úr Hvannasundi kl. 08.45 og innaftur kl. 14.45

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.