NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Malan og Finngerð heiðraðar fyri drúgva og trúðfasta tænastu

25/6/2019

Comments

 
Billede
​Malan og Finngerð heiðraðar fyri drúgva og trúðfasta tænastu

Í sambandi við, at Malan Thomsen og Finngerð Danielsen fríggjadagin 21. juni hava fingið “fortjenestemedalju” frá HKH Drotning Margrethu, varð skipað fyri móttøku í býráðshøllini.

Malan Thomsen, klinikkassistentur og Finngerð Danielsen, klinikkassistentur vóru í dag heiðraðar við kongaligari fortjenstmedalju fyri síni 40 ár í Barnatannrøktini

Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna fyri Maluni og Finngerð, tá ið hátíðarløta var fyri teimum í býráðshøllini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu fyri Maluni og Finngerð og handaði hann teimum kongaligu fortjenstmedaljuna í silvur.

Borgarstjórin nýtti høvið at ynskja Maluni og Finngerð hjartaliga til lukku við starvsdøgunum og takkaði teimum fyri teirra lut í stóra og góða arbeiðnum á Barnatannrøktini, sum er komið fleiri ættarliðum av klaksvíkingum til góðar.

Eisini helt Unn Jakobsen, leiðari á Barnatannrøktini røðu fyri Maluni og Finngerð. Unn hevði nógv gott at bera, eitt nú í mun til teirra trúfesti, dugna, blídni og arbeiðsemi.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt fyri Maluni og Finngerð.

Góðu Malan og Finngerð

Flest okkara minnast, tá okkara smáu børn fingu sína fyrstu tonn, ella tá skúlabyrjanin nærkaðist, og fyrsta tonnin varð løgd undir koddan.

Stórar hendingar, sum onkursvegna minna okkum á, at lívið stendur ikki í stað.

Yvir 40 ár hava tit báðar vegleitt og hjálpt okkara yngstu borgarum. Bæði tá tennirnar eru komnar, men eisini tá tær av onkrari orsøk hava havt tørv á hjálp.

Vit minnast øll tær løturnar, tá hátalarin í skúlanum skróvaði, og boð vóru send eftir onkrum næmingi, sum varð boðsendur, tí nú var ein tannlæknavitjan fyri framman.

Tað kom meira enn so fyri, at næmingar ikki funnu vegin fram, og tí hava tit eisini mangan verið á gátt í skúlastovunum, har tit vinaliga bankaðu á dyrnar og við einum smíli heittu á næmingin, um at fylgja við á tannlæknastovuna.

Og nógvar munnu tykkara upplivingar hava verið, tá tit hava boðsent næmingunum, tí eg kenni bæði næmingar, sum gleddu seg og sóu hetta sum ein gyltan møguleika fyri at sleppa frá einum undirvísingartíma, men eg kenni eisini næmingar, sum ræddust, bara hátalarin tendraði J

Hvør minnist ikki eisini munnskolið? Onkur lærari vildi vera við, at tað varð ongin løta á skúladegum, har tað var so friðaligt, sum júst tá skúlatannrøktin kom við munnskoli.

***

Sambandið millum tykkum og børnini man metast at vera ein av teimum mest persónligu og tøttu relatiónunum, tí ein vitjan hjá barnatannrøktini kann avgjørt senda barnið gjøgnum ymisk kenslurað.

Tí eri eg sannførdur um, at tað serliga eru tykkara menniskjaligu eginleikar, sum hava gjørt tykkum til so góð og avhildin starvsfólk.

Tit eru róligar, siðiligar, trúfastar og hava eitt barna­tekki, sum ger, at tey flestu kenna seg trygg við tykkum.

Saman við tykkara drúgvu royndum og fakkunnleika hava tit givið børnunum eina kenslu av, at á Tannlæknastovuni kunnu vit vera trygg, hóast vit har til tíðir eru í einari annars ótryggari støðu.

***

Eg fari neyvan heilt skeivur, um eg staðfesti, at kommunala barnatannrøktin var ein onnur, tá hon byrjaði í 1975, enn hon er í dag.

Malan, tú byrjaði sum klinikk-assistentur í 1975, og hevur verið við heilt frá byrjan.

Tað fyrsta árið helt Skúlatannlæknastovan til á ovaru hædd úti í Norðoya Banka, men nógv hendi á hesum øki ta tíðina, tí longu ímóti jólum í 1975 varð nýggj útgerð flutt í hølini, har Skúlatannlæknastovan er í dag.

Stutt eftir – í 1978 – byrjaði tú, Finngerð, so tit báðar hava upplivað og tikið tykkum av ómetaliga nógvum árgangum.

Ja, so nógvum, at tykkara fyrstu patientar í dag eru ommur og abbar hjá teimum, sum tit nú fáa inn um gáttina í barnatannrøktini

Hetta vitnar um eitt framúr trúfesti, ídni og dugnaskap, sum tú ikki finnur nógvastaðni íl dag, og sum vit øll kunnu taka við læru av.

Eisini sigur hetta frá týdninginum av góðum stabiliteti og samanhaldi á einum arbeiðsplássi, sum tykkara av sonnum á sigast at vera.

***

Hátalarin í skúlanum er skiftur út, starvsfólkatalið er økt, og tit hava ment tykkum og víðkað tykkara tænastur nógv sum stovnur seinastu árini.

Hóast útgerðin á tannlæknastovuni byrjar at eldast, so er tað mín vón, at útgerðin – í eina tíð afturat – kann vera líka so stabil, sum tit báðar hava verið øll hesi árini J

***

Góðu Malan og Finngerð

Tykkara arbeiði verður í dag viðurkent við heiðri frá HKH Drotning Margrethu.

Á heimsíðuni hjá kongshúsinum stendur at lesa, at tann ið fær fortjenestemedaljuna avgerð sjálvur, nær medaljan verður brúkt.

So tað er til tykkum at avgera, hvussu ofta tit gera brúk av henni, men heiðurin eiga tit í óendaliga tíð – hjartaliga tillukku.

Hjartans takk fyri tykkara tryggu og trúføstu tænastu í øll hesi mongu ár, og fagrastu ynski, eisini framyvir.

Takk fyri.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

Malan og Finngerð fáa handa Dronningens fortjenestemedalje

20/6/2019

Comments

 
Billede
​Í samband við at Malan Levisdóttir og Finngerð Danielsen hava starvast hjá Barnatannrøktini í Klaksvíkar kommunu í 40 ár, verður almenn móttøka í býráðshøllini 21. juni millum kl. 14.00 og 16.00. Malan og Finngerð fáa báðar “Dronningens fortjenestemedalje” fyri sítt arbeiðið.

​Øll eru hjartaliga vælkomin

Kelda: klaksvík.fo

Comments

​LIVE: KVF sendir beinleiðis frá avdúkingi av minnisvarðanum í Svínoy

15/6/2019

Comments

 
Billede
Nú klokkan 14:00 ferð KVF at stroyma beinleiðis frá avdúkinigi av minnisvarðanum í Svínoy, Klikk her fyri at fylgja við “Beinleiðis avdúking av minnisvarðanum í Svínoy”.

SáH

Comments

Summarstevnan í Mikladali 2019

11/6/2019

Comments

 
Billede
Summarstevnan hjá MSF í Mikladali verður vikuskiftið millum Ólavsøku og Summarfestivalin

Fríggjadagin 2. august og leygardagin 3.august skipar Mikladals sóknar fráhaldsfelag fyri sínum árligu summartiltøkum til frama fyri felagið. Fríggjakvøldið byrjar eydnuhjólið klokkan  21.30, og klokkan 23.00 verður skipað fyri kvøldsetu við ymiskum hugna og sangi.
Leygardagin verður serliga lagdur dentur á ymisk útitiltøk.  Bubu vitjar, kondibingo niðan á Háls,  pylsu- og seyðagrill o.a.
   
Leygarkvøldið byrjar eydnuhjólið  kl. 19.00 og heldur áfram til kl. 23.00, tá lutaseðlarnir verða trektir. Kaffisølan er opin í erva bæði kvøldini, meðan eydnuhjólið fer fram.   

Bátur uttan bildekk siglir av Syðradali til Klaksvíkar kl. 01.00 leygarkvøldið. Bussur fer av Kappanum kl. 00.30  

Øll eru vælkomin.

Visit Kalsoy og MSF

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.