NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Hans Andrias Sølvará tilnevndur professari í søgu

30/9/2019

Comments

 
Billede
Hans Andrias Sølvará verður tilnevndur professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya 1. oktober 2019

Grundað á tilmæli frá akademiskari metingarnevnd, sum læt frágreiðing 24. september 2019, hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya tilnevnt Hans Andrias Sølvará professara í søgu við Fróðskaparsetrið.

Hans Andrias Sølvará er føddur í Klaksvík í 1962. Eftir at hava tikið bachelor-prógv í søgu á Fróðskaparsetrinum fór hann til Danmarkar og tók í 1994 cand.mag.-prógv í søgu og heimspeki við Universitetið í Århus. Tíðarskeiðið 1996-2007 starvaðist Hans Andrias sum lærari í søgu og heimspeki við Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeið. Í 2007-2009 var hann í starvi hjá Klaksvíkar kommunu, meðan hann arbeiddi við at skriva Klaksvíkar søgu. Í 2009 varð Hans Andrias settur í starv sum adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum. Síðan 2010 hevur Hans Andrias verið lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, og hevur í fleiri umførum verið dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini. Í 2016 tók hann ph.d.-prógv í søgu við ritgerðini Frá sjálvstýri móti loysing frá 2014. Ein stytt ensk útgáva av ritgerðini er við heitinum The Rise of Faroese Seperatism eins og føroyska útgávan útgivin av Fróðskapi í 2016.

Hans Andrias hevur skrivað og givið út 9 bøkur og fleiri enn 20 greinar í ymiskum tíðarritum. Hann hevur eisini verið ritstjóri á Fróðskaparritum. Serliga er tað nýggjari politiska søga Føroya, sum Hans Andrias hevur granskað og skrivað um. Hansara útgávur eru nógvar á føroyskum, men hann hevur eisini útgivið greinar á donskum og enskum og onkrar eru týddar til týskt.

Hans Andrias hevur luttikið og hildið fyrilestrar á altjóða ráðstevnum í m.a. Føroyum, Danmark, Íslandi, Fraklandi og Gibraltar.

Í Føroyum hevur Hans Andrias hildið nógvar almennar fyrilestrar um serliga søgulig evni ymsastaðni í landinum.

Hans Andrias hevur eisini skrivað greinar í føroyskum miðlum, har hann hevur miðlað sína gransking til ein breiðari skara, og hann luttekur javnan í sendingum í Kringvarpinum.

Frá 1. oktober verður Hans Andrias professari í søgu á Fróðskaparsetrinum, har hann í løtuni eisini er dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya

SáH

Comments

​Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara ungu

27/9/2019

Comments

 
Billede
Almenn framløga verður í Miðhøll á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19:00, har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av ungdómsgransking, sum Klaksvíkar kommuna í samstarvi við skúlan hevur gjørt millum 9. floks næmingar á Skúlatrøð í 2014, 2016 og 2018.

Í londunum uttan um okkum er rákið, at gransking liggur til grundar fyri teimum inntrivum, sum verða sett í verk. Eitt tað mest týdningarmikla við granskingini er, at vit fáa møguleika til at fara frá at gita til at vita.

Hetta var ein av orsøkunum til at Klaksvíkar kommuna í 2014 valdi at luttaka í ungdómsgranskingini, sum er samskipað av Rannsóknir & Greining í Reykjavík.

Í stuttum snýr henda gransking seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu skúlatrivnað­urin er, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkoholi og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað. Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra.

Klaksvíkar kommuna hevur heitt á Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim um, at greina úrslitini av hesi ungdómsgransking frá 2014, 2016 og 2018, soleiðis at hann, í tann mun tað letur seg gera, hevur hugt eftir gongdini hesi árini, og um tað eru tøl, ið eru serliga áhugaverd.

Um tað vísir seg at verða neyðugt, skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar kommunu.

Almenna framløgan verður í Miðhøll á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19:00, har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av hesi gransking.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Stórt Tombola og Lutaseðlasøla leygardagin í Klaksvík

27/9/2019

Comments

 
Billede
​Klaksvíkar Rotary Klubbi og Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi skipa leygardagin 28. september kl. 13.00 fyri stórum Tombola og Lutaseðlasølu í Bøgøtu 3.

Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpartiltøk á Bahamaoyggjunum.

Kaffi og vaflur verða til keyps, eisini er okkurt til børnini.

Sjá stóru vinningarnar á lutaseðlanum herundir.

Klaksvíkar Rotary Klubbi & Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi.

Comments

John Damberg 40 árs jubliæum sum løgreglumaður

26/9/2019

Comments

 
Billede
Ígjár kundi John Damberg hátíðarhalda, at hann hevði verið løgreglumaður í 40 ár og nógv fólk vóru komin saman í Samsø at feira dagin við honum og familjuni hjá honum.

Samsø Posten hevur eina grein um John Damberg og eftirsum at News.fo og Norðoya Portalurin ikki eru kappingarneytar hjá Samsø Postinum, so hava vit sett greinina og myndirnar í okkara portalar.

Stórt tillukku John Damberg, saknur í tær her í Klaksvík og tær og tínum verður ynskt alt tað besta í framtíðini.

40 år i uniformen
Samsøs strisser alias John Damberg kunne i starten af august fejre, at det var 40 år siden at han blev ansat hos politiet. Den første ansættelse var på Station 1 på Nørrebro i København og siden da blev det til mange år på Færøerne, hvor Damberg i øvrigt også var borgmester i den bygd, hvor familien boede.

Det er syv år siden at John Damberg begyndte jobbet på Samsø og forleden havde han inviteret de mennesker han er i kontakt med i det daglige arbejde som øens eneste betjent. Udover at hele beredskabet samt hjemmeværnet dukkede op til festlighederne, var der også besøg af en tidligere skolekammerat fra Løgumkloster Kommuneskole.

John Damberg stammer nemlig, som Lars Jensen, fra Løgumkloster og snakken gik omkring skolegangen dengang for mange år siden.

John Damberg er nu klar til at tage endnu fyrre år i etaten.

Kelda: Jens Øster Mortensen Samsø Posten

Her greinin í Samsø Postinum, klikk her “40 år i uniformen”

SáH

Comments

Standmynd av Elinborg Lützen avdúka í Dag Kl. 16.30

24/9/2019

Comments

 
Billede
​Í dag týsdagin, 24. september kl. 16.30, verður standmynd av Elinborg Lützen avdúkað. Standmyndin kemur at standa omanfyri Faktorshúsini.

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, hevur tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað verkætlanini væl. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.

SKRÁIN FYRI TILTAKINUM
Byrjað verður kl. 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur omanfyri Faktorshúsini

Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Brynhild Danielsen avdúkar standmyndina

Farið verður í Spaniastovu kl. 17.00, har røður og sangur verður

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum

Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa

KATA syngur

Karin Kjølbro hugleiðir um Elinborg Lützen

Andras Sólstein, savnsleiðari

Hans Pauli Olsen, myndahøggari

KATA syngur

Nils Ohrt, listfrøðingur

Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini

Boðið verður til ábit.

Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen verður at síggja í Spaniastovu.

Henda framsýning kann síggjast fram til fríggjadagin 27. september. Tá er inngongdin umvegis Leikalund, sum hevur opið frá kl. 13 – 17 hesar dagar.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

​Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík

19/9/2019

Comments

 
Billede
Komandi týsdag, 24. september verður standmynd avdúkað av Elinborg Lützen í Klaksvík.

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.

Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl.

Drúgv skrá er fyri dagin, sum verður hildin í økinum Úti í Klaksvík – omanfyri, har Elinborg Lützen er fødd, og í síni tíð vaks upp og hevur virkað í nógv ár. Men eisini verður ein partur av skránni inni í Spaniastovu.

Tað verður Brynhild Danielsen, sum fer at avdúka standmyndina av Elinborg Lützen – Elinborg var fastir hennara.

Elinborg Lützen – fødd 26. juli 1919, deyð 22. november 1995.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH


Comments

Skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni

12/9/2019

Comments

 
Billede
Mikudagin, 18.september, er Skrúvugudstænasta kl. 17.30 v/Marjun Lómaklett.

Una Michaelsen og Kristina Margretha C. Dahl spæla præ- og postludium.

Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til skrúvur og kjøtsós.

Billede
Comments

Hans Mortensen farin

11/9/2019

Comments

 
Billede
Eftir drúgva sjúkralegu andaðist Hans Mortensen í dag, 11. september 2019. Hann var 76 ára gamal.

Hans Mortensen var stovnari og upphavsmaður til SMS, sum lat upp 2. november í 1977. Sum sonur Niels Gustav Mortensen og Ebbu Mortensen, varð hann føddur inn í vinnulívsfamilju við drúgvum royndum innan handilsvirksemi.

Hann hevði sjálvur stórar dreymar um at menna føroyskt vinnulív, og miðskeiðis í 1970 árunum tók hann fyrstu stigini til at broyta siðbundnu keypsmentanina í Tórshavn við stigtakanini til sølumiðstøðina SMS. Við SMS fekk føroyingurin fyri fyrstu ferð møguleikan at orna flest øll síni ørindi á einum stað, og hevur SMS við tíðini spælt ein stóran leiklut fyri vitjandi, feløg og felagsskapir.

Hans var stjóri fyri SMS frá 1976-1996, tá sonurin Niels tók yvir. Hann var tó høvuðspartaeigari fram til 2007, tá hann seldi síni partabrøv til sonin.

Hans Mortensen hevur somuleiðis verið virkin innan føroyskan hondbólt. Sum 18 ára gamal gjørdist hann formaður fyri Neistan, og seinni gjørdist hann landsliðsvenjari fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti.

Í 2015 varð Hans Mortensen heiðraður við Móðurmálsvirðislønini fyri at hava ment føroyska málið við serligum atliti til menning av føroyskum vinnulívsmáli.

Í 1964 giftist hann Birgit Sivertsen, og saman fingu tey børnini Elisabeth og Niels. Eisini hevði Hans átta abbabørn og seks langabbabørn.
Hans gjørdist einkjumaður í 2001 og giftist upp aftur við Marjun á Plógv í 2007.

Hans sovnaði stillisliga inn við familjuni rundanum seg.

Friður veri við minninum um íverksetaran og vinnulívsmannin Hans Mortensen.

Comments

Familjugudstænasta í Christianskirkjuni í dag

7/9/2019

Comments

 
Billede
Sunnudagin, 08.september, er familjugudstænasta kl. 11.00 v/Hanus á Gørðum.

Undir gudstænastuni fara vit at syngja nakrar barnavinarligar sangir.

Aftaná gudstænastuna er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum, og okkurt gott til børnini.

Billede
Comments

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsið

4/9/2019

Comments

 
Billede
​Sunnudagin 8. september 2019 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og Jógvan Skorheim borgarstjóri kemur at røða og guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta verk hansara.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 11. oktober 2019.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 14:00 til 18:00

Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar.

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.