Jarðarferðin verður úr Christianskirjuni týsdagin 22. januar kl. 13.
Minnisgáva kann latast soninum, konta í Bank Nordik.
Kistan við Jógvan á Høvdanum yngra fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi mánakvøldið kl.18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin verður úr Christianskirjuni týsdagin 22. januar kl. 13. Minnisgáva kann latast soninum, konta í Bank Nordik. Góði Jógvan Ongantíð áður havi eg kent so stóra sorg, sum tá eg fekk boðini um at tú ikki longur var okkara millum. Fríggjakvøldið ringdi tú til mín og vanliga heilsanin: ‘Hey góða, nú hvussu gongur?’ og so byrjaði okkara samtala, ið kundi vara eina góða løtu. Tú segði frá, at tú gleddi teg at byrja aftur í skúlanum, og tú hevði veruliga fingið glið á øllum tí praktiska og tú gleddist um skúlan, tínar viðlesandi og undirvísararnir, ið góvu tær góð skoðsmál. Øll høvdu tikið so væl ímóti tær og tú kendi teg vera komnan á røttu hyll. Og tað gleddust vit øll um, saman við tær. Okkara vinskapur byrjaði í mitt 90’unum tá tú í leiklutinum sum Skorpa, í leikinum Brøðurnir Leyvuhjarta, spældi teg inn í hjørtuni hjá mongum. Hesin lítli vesaligi drongurin við stóra hjartanum og ágrýtna huglagnum, ið gjørdist ein tann størsti listamaðurin vit hava átt. Á tann stuttleiki, ið mangan var og oftani hevur tú tikið til, okkara lítlu ‘romance’ í garderobuni, í sjónleikarfelagnum, tá vit sum 14-15 ára gomul vóru eitt sindur óskyldiga óskikkilig. Tað eru løtur, ið eg minnist á við takksemi. Seinastu árini hava vit samskift javnan í samband við sjónleikarfelagið og er veruliga gongd komin í virksemi felagsins, og har liggur tín partur sanniliga ikki eftir. Tú stríddist sum úlvur á skóg at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, seinast Norðoyastevnuteitið, ið var tungt hjá tær, tí tú samstundis skuldi fáa alt uppá pláss við skúlanum. Men kortini gav tú alt tú átti, tí Norðoyastevnuteiti skuldi vera, onki sum æt. Tú gav aldrin upp, tú dugdi eisini so væl at stuðla okkum øðrum, tá vit ikki orkaðu ella megnaðu meir. Tú sást tað stuttliga í øllum og kundi venda tí mest óinteresanta til nakað stuttligt ella undarligt. Aldrin havi eg hoyrt teg tala ringt um nakran, tú sást altíð tað góða í øllum menniskjum, hóast tú á skemtandi hátt kundi prika viðhvørt, so var tað aldrin illani meint. Og tað skiltu tey flestu. Tú ynskti sjónleikarfelagnum allan viðvind og var tú altíð klárur um okkurt var, fundur, tiltøk ella annað, ið var felagnum at gagni. Tú livdi teg 110% inn í tínar leiklutir og hvør minnist ikki tín fantastiska innsats til leikin Guitaristarnir, har tú bæði mátti krúnrakast, fyriuttan nakkahárini og læra at spæla uppá guitar, men tað megnaðu tú eisini til UG. Okkara samspæl til Landastrokið eri eg sera takksom fyri, sera stuttligir leiklutir báðir tveir, totalt kiksaðir, sum vit høvdu tikið til bæði. Jólakabarettirnar seinastu trý árini, høvdu tín stóra áhuga og skeiva skemtið kom til sín rætt. Sjálvt úr London lá tín partur ikki eftir. Okkum dámdi tað skeiva og satiriska skemtið, og hóast eg viðhvørt hevði hug at draga reyða pennin fram, so møttust vit tó (næstan) altíð á miðjuni. Nógvar sketcher hava ferðast okkara millum, nógv er skrivað og nógv er kolldømt, men alt í alt, so var okkara samstarv í sjónleikarhøpi, sera gevandi og mennandi. Tú við tínum sjálvironii, hevur lyft fleiri av okkum, ið ikki hava torað líka væl. Djarvur sum fáur, ágrýtin og treiskur, fyrimyndarligur. Uppskriftin til sucess, tú hevði hana, men var tikin heim alt ov tíðliga. Tað er ein stutt og stokkut løta, lívið! Men góði Jógvan, á sum tú livdi. Tú ert tað menniskja eg veruliga kann siga hevur livað, hvørja løtu við fullari ferð. Hvør einasta løta í kærleika til næstan. Lívið hevur ikki altíð verið lætt, men tú tók avbjóðingarnar, sum tær komu. Nú ert tú komin til títt Nangiala, og har er gott at vera. Brátt verða vit eisini har, og tá fært tú verðins stórsta muss á kjálkan og so fara vit aftur at spæla sjónleik. Góðu tit øll: Eyðfinn, Annbjørg, Elsuba, Jógvan, Símun, Oluffa, Petur Hans og Sigrid. Orð eru fátøk í hesum døgum, men minnini rík. Og tey bera okkum fram. Ongin kennir sorg uttan at hava elska, og eg veit hvussu nógv Jógvan var elskaður av mongum. Jógvan tosaði nógv um tykkum, tykkara samanhald í familjuni. Hann var takksamur at hava tykkum. Eg vil við hesum fáu orðum, lýsa frið yvir mín elskaða vin, ið verður so nógv saknaður, men ongantíð gloymdur, altíð í hjartanum goymdur. Takk fyri teg góði. Aðalbjørg Leygarkvøldið 05. januar 2019 andaðist Jógvan á Høvdanum yngri bert 39 ára gamal í London. Her niðanfyri kunnu tit skriva minningarorð og eina seinastu heilsan til Jógvan á Høvdanum yngra. Her nakrar myndir frá hendingarríka lívinum hjá Jógvan á Høvdanum, klikk her: "Jógvan á Høvdanum yngri 20.09.1979 - 05.01.2019" SáH Minningarorð Um Jógvan Á Høvdanum, Yngra Tað vóru tung og skelkandi boð at fáa, at Jógvan á Høvdanum, yngri, var farin. Tað tykist so óveruligt, at hetta fitta menniskjað, sum altíð skapti lív og gleði har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu, har nógv børn samlaðust hvønn dag og langt út á náttina. Har var altíð lív í. Onkur spældi bólt, onnur klintraðu,og tá ið tað byrjaði at skýma, varð ofta spælt “gevið minir”. Jógvan á Høvdanum var altíð tann, ið skapti gylta láturin ella kom við skeivu viðmerkingunum, sum gjørdu alt eitt sindur stuttligari. Eisini minnist eg Jógvan frá skúlatíðini á Ziskatrøð. Kanska best minnist eg jólasjónleikin, ið hann saman við hinum í flokkinum skipaði fyri seinasta árið, tey gingu í skúla. Láturin mundi ikki steðga, tá ið hesin serstaki flokkur av ungum børnum sýndu fram, og sjálvandi var Jógvan á Høvdanum primus motor. Jógvan starvaðist eisini eitt tíðarskeið í Vøruhúsinum í Klaksvík, har eg sjálvur eisini arbeiddi. Eisini har skapti hann gleði og stuttleika. Hann var altíð klárur at arbeiða, og hjá honum æt einki átta til fýra arbeiði. Hann var klárur, tá ið arbeiðast skuldi. Tá kom fram, hvussu góður hann var við son sín, Eyðfinn. Hann var so sera stoltur av honum og hevði fleiri søgur at siga frá hvønn dag. Seinnu árini havi eg samstarvað við Jógvan í politikki. Fyrst valdi hann at stilla upp fyri Sjálvstýri á valinum í 2015, og seinni gjørdist hann fyrst valdi býráðslimur í Kunoy. Hann brendi fyri Kunoynni og ynskti framdrift og menning. Hann var eisini sera íðin í arbeiðinum at geva Bakkafrost heimildir, so stóra verkætlanin á Strond kundi gerast veruleiki. Tað, sum Jógvan setti sær fyri, gjørdi hann fult og heilt. Hesar dygdir hansara sá eg fyrstuferð í stríðnum móti Sea Shepard, síðani tá ið hann stillaði upp til løgtingsvalið, og eisini tá ið málið um nýggju smoltstøðina var í hæddini. Hann kempaði fyri tí, hann brendi fyri. Hann kundi ringja javnt og samt fyri at spyrja ella siga frá, tí hann vildi eina góða loysn. Sum borgarstjóri havi eg eisini havt ta gleði at havt Jógvan í starvi hjá kommununi. Um ein møtti honum uttan fyri býráðshúsið ella onkrastaðni í býnum, so var hann altíð smílandi og kom við onkrari skemtiligari viðmerking. Sinnið var lætt, og hann ynskti, at onnur eisini føldu seg væl. Tað er ein sera góð dygd. Jógvan var eisini serliga familjukærur. Í summar gjørdist mamma Jógvan, Elsba, 80 ár. Eisini tá var Jógvan skjótur at ringja, tí hann helt tað vera passandi, at borgarstjórin segði nøkur orð. Hóast eg ikki hevði møguleika at møta upp, so fingu vit gjørt eitt filmsbrot, ið síðani varð víst á veitsluni. Tað var týðiligt, at hann hálovaði mammu og pápa sínum og ynskti at heiðra tey á ein uppibornan hátt. At fara úr hesum heimi á so ungum árum er púra óskiljandi fyri okkum. Tí sita vit øll, ið kendu Jógvan væl, sorgarbundin og hugtung. Størstur er saknurin hjá tykkum í familjuni. Góði Eyðfinn! Má Harrin Jesus styrkja teg og vera hjá tær í hesi tungu tíð, sum stendur fyri framman. Pápi tín var errin av tær og ynskti tær alt so væl. Góða Annbjørg! Tú og Jógvan hava stuðlað hvørjum øðrum fyrimyndarliga. Má Harrin halda sína tryggu hond um teg og geva tær troyst. Góða Elsba, Jógvan, Sigrid, Petur Hans, Oluffa og Símun. Tit hava mist ein fantastiska fittan son og beiggja. Harrin Jesus hevur lovað okkum ævigt lív heima í dýrdini. Má Harrin signa tykkum og geva tykkum styrki í hesi torføru tíð. Jógvan Skorheim |
Arkiver
August 2022
Kategorier |