NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Send eina heilsan á Norðoya Portali!

1/12/2015

Comments

 
Picture
Send eina ókeypis heilsan á Norðoya Portali. Tað kann vera ein heilsan frá brúðarparinum, ein føðingardags-heilsan ella bert ein heilsan til tína familju, um tú nú ikki ert heima hesu jólini - tí at tú ert til skips. 

Send tekst + mynd (myndin má ikki fylla meira enn 0,5 MB) til: mynameisjogvan@gmail.com ella klips.fo@live.dk og minst til at viðmerkja heitið av tínari heilsan, sum t.d. Føðingardagsheilsan, Heilsan frá Sjófólkinum ella Brúðleyp. Vit gleða okkum at hoyra frá tær ..!

Heilsan

Vit á Norðoya Portali 01.12.2015

Comments

Føðingardagsheilsan: Jógvan á Høvdanum 78 ár!

1/12/2015

Comments

 
Picture
Í dag fyllir pápi mín 78 ár og tað eru ikki 78 dagar, sum ein plagdi at taka til. Enn er pápi sera dugnaligur við hendrunum og byggir hvønn dag okkurt stuttligt til okkum børnini. Eitt nú - so byggir hann modell-skip, leypar og enntá vesi-rull haldarar. So tey kreativu evnini - sum at teknað - havi eg nokk frá honum - ímeðan tann skemtingasami parturin nokk er hjá mammu. You can't have them both, dad ..!

Tey flestu kenna nokk pápa frá Klaksvíkar Timburhandli, har hann varð stjóri í góð 40 ár og mong kenna nokk eisini pápa frá Ziskatrøð-skúlanum, har hann plagdi at spæla "crocket" við eitt Páll Josephsen (og mong mong onnur). Pápi hevur verið ein íðin KÍ-spælari og eisini verið Føroya-meistari í Billiard (ella so hevur hann fortalt mær).

Mong eru tey sum ígjøgnum ár og dag hava hugna sær á Jørundsgøtu 32, har pápi nokk mangan hevur sungið niðanfyri-standandi sang saman við familju, vinum og kenningum. Gestablíðni hevur verið eitt av hansara størstu gávum til øll tey, sum plagdu at vitja hann og mammu á Jørundsgøtu - tað er so heilt sikkurt. Tú ert og fer altíð at vera ein "one of a kind", pápi.

Tøkk fyri alla hjálp & stuðul, sum tú hevur givið mær ígjøgnum árini og tøkk fyri at tú ert júst tann tú er. Fyri mær ert tú ikki einans ein pápi, men eisini ein sera góður & stuðlandi vinur - tí sum tú sjálvur plagar at siga: "Ein vinur er ein gáva, sum tú gevur tær sjálvum ..!"

Takk fyri alt tað tú eri fyri meg og fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag. Vit elska teg og Guð signi framtíð tína.

Kærar heilsur

Sonur tín, Jógvan, Annbjørg og Eyðfinn.

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.