NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ARNOLD VEGGHAMAR Í GAMLA SEGLHÚSINUM

22/1/2020

Comments

 
Billede
​Sunnudagin 26. februar 2020 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við verkum eftir Arnold Vegghamar.

Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Eisini verður tónleikur og lættari ábit. Møguleiki er eisini at hitta listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 21. februar 2020.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

GAMLA SEGLHÚSIÐ
KLAKSVÍKSVEGUR 48
700 KLAKSVÍK

Lýsing Hiddenfjord
Billede
Lýsing Hiddenfjord
Comments

​Mentanarvirðislønir landsins handaðar mikukvøldið

14/1/2020

Comments

 
Billede
Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Virðislønirnar í ár eru tríggjar.

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000.

Tiltakið er alment og byrjar kl. 19.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Billede
Billede
Comments

Hugnaløta í Kirkjukjallarnum í dag kl. 15:00

10/1/2020

Comments

 
Billede
Fríggjadagin 10 jan kl. 15.00 verður Hugnaløta í Kirkjukjallaranum. Niclas Heri Jákupsson hugleiðir: Jaligur hugburður og virðiligt samskifti. Marjun Lómaklett hevur andakt.

Niclas Heri kemur at hugleiða um týdningin at hava jaligan hugburð til lívsins viðurskiftir. Øll menniskju uppliva mótgongd, trupulleikar og sorg á lívsinsleið, og øll menniskju kenna til einsemi, máttloysi, vónloysi, ørkymlan, stúran, ótta og enn tá deyða - tað er ein partur av lívinum.

Men hvussu tora vit at vera í mótgongdini, trupulleikunum og sorgini - og merkja kenslur, sum gera at vit vera kedd, vónsvikin, fella í fátt og gráta - og samstundis hava vón og trúgv at eftir grátur, so kemur látur?

Hvussu kunnu vit í dagligdegnum venja okkum við at hava ein jaligan hugburð til lívið? Har vit merkja nærveruna og orkuna, og har vit hava yvirskot at hjálpa og gera mun fyri onnur - samstundis sum vit sjálvi eru eyðmjúk og takksom.
Niclas Heri kemur eisini inn á hvussu stóran týdning virðiligt samskifti hevur - her serliga evnini at lurta við nærveru, og at duga at spyrja við áhuga.

Niclas Heri sigur sjálvur, at hann fer at leggja dent á at tað verður hugnaligt, lætt og stuttligt, samstundis sum tað skal vera fakligt og gevandi.

Ein góður drekkamunnur verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Billede
Billede
Comments

SKRÚVUGUDSTÆNASTA Í CHRISTIANSKIRKJUNI

8/1/2020

Comments

 
Billede
Í dag mikudagin, 8. januar, er skrúvuguðstænasta kl 17.30 v/ Marjun Lómaklett.

Urgunæmingar, Rannvá Andreassen og Olivia í Lon luttaka við urguspæli.

Aftaná guðstænastuna eru øll vælkomin til skrúvur og kjøtsós í kirkjukjallaranum.

Øll hjartaliga vælkomin!

Billede
Lýsing Norðoya Sparikassi
Comments

​Býráðssfundirnir í 2020

1/1/2020

Comments

 
Billede
Føstu almennu fundir Klaksvíkar býráðs í 2020 eru hesir:

30. januar

27. februar

26. mars

30. apríl

28. mai

25. juni

24. september

22. oktober

26. november

17. desember

Í juli og august heldur býráðið summarfrí.

Býráðsfundirnir verða vanliga hildnir kl. 17.30 í býráðshøllini – Nólsoyar Pálsgøta 32, og teir kunnu eisini stroymast beinleiðis umvegis leinkið á www.klaksvik.fo.

Klaksvíkar Býráð

Comments

Skoytubreytin stongd næstu dagarnar

1/1/2020

Comments

 
Billede
​Skoytubreytin stongd næstu dagarnar

Vegna veður verður skoytubreytin stongd næstu dagarnar. Nærri kunning um nær latið verður upp aftur, verður send beint eftir nýggjár.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.