Í dag fyllir pápi mín 78 ár og tað eru ikki 78 dagar, sum ein plagdi at taka til. Enn er pápi sera dugnaligur við hendrunum og byggir hvønn dag okkurt stuttligt til okkum børnini. Eitt nú - so byggir hann modell-skip, leypar og enntá vesi-rull haldarar. So tey kreativu evnini - sum at teknað - havi eg nokk frá honum - ímeðan tann skemtingasami parturin nokk er hjá mammu. You can't have them both, dad ..!
Tey flestu kenna nokk pápa frá Klaksvíkar Timburhandli, har hann varð stjóri í góð 40 ár og mong kenna nokk eisini pápa frá Ziskatrøð-skúlanum, har hann plagdi at spæla "crocket" við eitt Páll Josephsen (og mong mong onnur). Pápi hevur verið ein íðin KÍ-spælari og eisini verið Føroya-meistari í Billiard (ella so hevur hann fortalt mær).
Mong eru tey sum ígjøgnum ár og dag hava hugna sær á Jørundsgøtu 32, har pápi nokk mangan hevur sungið niðanfyri-standandi sang saman við familju, vinum og kenningum. Gestablíðni hevur verið eitt av hansara størstu gávum til øll tey, sum plagdu at vitja hann og mammu á Jørundsgøtu - tað er so heilt sikkurt. Tú ert og fer altíð at vera ein "one of a kind", pápi.
Tøkk fyri alla hjálp & stuðul, sum tú hevur givið mær ígjøgnum árini og tøkk fyri at tú ert júst tann tú er. Fyri mær ert tú ikki einans ein pápi, men eisini ein sera góður & stuðlandi vinur - tí sum tú sjálvur plagar at siga: "Ein vinur er ein gáva, sum tú gevur tær sjálvum ..!"
Takk fyri alt tað tú eri fyri meg og fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag. Vit elska teg og Guð signi framtíð tína.
Kærar heilsur
Sonur tín, Jógvan, Annbjørg og Eyðfinn.