Tađ verður Luciagongd, og orkestrið Ælabogin spælir.
Prestur verđur Hanus á Gørðum.
Ein góđur drekkamunnur verður aftaná gudstænastuna í kirkjukjallaranum.
Christianskirkjan
Mikukvøldidið, 04.desember kl 19.00 verđur jólagudstænasta hjá Javna í Christianskirkjuni. Tađ verður Luciagongd, og orkestrið Ælabogin spælir. Prestur verđur Hanus á Gørðum. Ein góđur drekkamunnur verður aftaná gudstænastuna í kirkjukjallaranum. Christianskirkjan Í kvøld kl. 18.00 varð jólatræið í Ánunum tendrað, har Rúna Sivertsen helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi. Jólatræið var prýðiligt og vakurt og flestu íbúgvarnir í Edmundstrøð møttu upp til hugnaløtuna kring træið niðri við vegin. Men eisini onkur, sum hevur ættarbond í Ánunum møtti upp til hesa hugnaløtuna. Tað valdaði ein deilig kvirra hesa løtuna og eisini russarnir við havnalagið niðanfyri løgdu oyra til henda frálíka hornblásturin, sum nokk mundi kveikja teimum ein jólaneista – Og helst hava teir eisini sent onkrar vinarligar tankar til teirra kæru har heima. Eftir røðuna og spælið hjá Klaksvíkar Hornorkestri varð boðið til rísalamande og ein kaffimunn, og fólk hugnaður sær eina løtu í góðveðrinum. *** Niðanfyri verður røðan hjá Rúnu Sivertsen endurgivin: Røða hildin, tá jólatræið í Ánunum varð tendrað, 2. desember 2019 Fyrst vil eg nýta høvið at takka fyri heiðurin at verða biðin um at halda røðu, nú jólatræið her í Ánunum verður tendrað. Vit her í Ánunum kenna væl kensluna av lætta, tá tað brádliga verður friður. Gleðiboðskapurin um Jesus byrjar við, at einglarnir boðaðu frið á jørð: “Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!” Hesi orðini kenna vit øll so væl. Og tað var eisini frið, Jesus læt eftir til okkara, tá hann segði lærisveinunum farvæl, áðrenn hann fór aftur til Himmals. Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum, segði Hann. Nú jólatræið verður tendrað, leita tankar okkara aftur til tað, sum er orsøkin til hesa hátíðarløtu, løtuna í einum fjósi í Betlehem, tá Jesus varð føddur og løtuna, tá Gud gjørdist menniskja og kom niður av Himli til jarðar at liva og búleikast okkara millum. Mangan hava vit hoyrt, at Jesus kom til okkara við friði og fyrigeving, at hann kom til okkara við frelsuni og tí æviga lívinum og at hann kom til okkara við kærleikanum. Frelsan og tað æviga lívið eru persónligar gávur til hvønn einstakan, sum vil taka ímóti Guds gávu, og kærleikin er gávan, sum er ætlað, at vit skulu geva víðari til onnur menniskju. Tá Jesus var her niðri, var tað ikki tey ríku og mætu, hann helt seg til. Nei, hann var vinur við fátøk og tey, sum lítið høvdu at týða í menniskjaeygum. Jesus segði við lærusveinarnar, at teir skuldu fylgja sær. Og hann býður okkum øllum at fylgja sær. Og hvat er so tað at fylgja Jesusi – hvat meinast tað við? Er tað okkurt stórt, tungt ella strævið, sum til dømis at fara langt burtur í onnur lond at boða øðrum gleðiboðskapin – ella er tað at vera prædikumaður ella prestur. Er tað at geva stórar gávur, ella síggjast í kirkjuni ella í samkomuni? Jú, tað er tað eisini, men tú og eg, vit kunnu eisini gera okkurt fyri Jesus. Vit kunnu taka ímóti kærleika Jesusar og geva av honum til onnur. Hóast tað ikki sær so nógv út í menniskjaeygum, so hevur tað nógv at týða hjá Gudi. Tað skal ikki so nógv til at gleða eitt annað menniskja. Bert við einum smíli kanst tú geva nakað av tí, sum Jesus hevur givið tær. Hvussu kunnu vit í gerandisdegnum vera nakað fyri onnur. Er neyðugt at fara so langt fyri at kunna gera nakað? Nei, tað er beint her við síðuna av tær, at tað er brúk fyri tær. Við liðina á tær í skúlanum, á arbeiðsplássinum og heima við hús. Kanska stendur onkur beint við síðana av tær, sum hevur brúk fyri hjálp. Á jólatrænum eru nógv smá ljós, sum tilsamans gera træið so vakurt. Eitt ljós munar lítið einsamalt. Men sløknar bara eitt av ljósunum, so sæst tað væl, og træið er ikki so vakurt longur. Akkurát soleiðis er við okkum eisini, vit eru eins og smá ljós, vit muna lítið einsamøll, men vit kunnu tó ikki verast uttan. Eg fari at enda við einum ørindi úr jólasálminum, Nú ringja kirkjuklokkur so hátt – hjá Símuni av Skarði: Tó myrkur fyllir dalar og skørð Og stormurin ýlir í gjáum, So fjakkar Jesus enn á jørð Við sínum jólagávum Um sorgin veg til hjarta títt fann, Vár Jesus teg aldrig gloymir, Og jólaboðið grøða kann ta sótt, tú í barmi goymir Hjartaliga takk fyri og gleðilig jól øll somul. Takk fyri! Rúna Sivertsen Kelda: Klaksvík.fo Á Norðoyri varð jólatræið tendrað í kvøld kl. 19.00, har Hanus á Gørðum, prestur helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi. Fyrst bjóðaði Jan Askham, ein av stigtakrunum til jólahugnan á Norðoyri, vælkomin og greiddi frá skránni. Hanus á Gørðum, prestur tók í søguna hjá jólatrænum í røðu síni og greiddi frá, at jólatræið og siðirnir kring tað, helst høvdu sín uppruna úr Týskland. Fyrsta jólatræið, sum var reist í býnum í Klaksvík, sum eitt alment træ var miðskeiðis í farnu øld. Hanus tosaði um at vera nærverandi um jólini og í dagligdegnum annars og ikki bert at vera núverandi, sum er uppi í tíðini, har umráðandi er at liva í “nú´inum”. Umráðandi er at vera nærverandi fyri børnini, familjuna og vinunum annars og eisini mótvegis tær sjálvum. Hanus á Gørðum, prestur endaði við orðum hjá tí týska heimsspekingurin, Goethe, ið hevur sagt nakað hugvekjandi, hann nevnir teir 9 grundstuðlarnir undir allari eydnu: 1 – Heilsa til at arbeiða við gleði, 2 – Nóg mikið til lívsins uppihald, 3 – Megi til at vinna á sínum egnu trupuleikum, 4 – Megi til at viðganga egin brek og at rætta tey, 5 – Tol til at fullføra tað verk, tú hevur byrjað. 6 – Stórsinni til bert at ansa tí góða hjá menniskjum. 7 – Kærleiki til at vera gávumildur og hjálpsamur móti ørðum mennikjum. 8 – Trúgv til at liva eftir Guðs boðum. 9 – Mót til ikki at óttast fyri framtíðini. Takk fyri Eftir røðuna bað Hanus, prestur børnini um at hjálpa sær við at tendra træið, sum so eisini eydnaðist, eftir at tey høvdu talt niður frá 10. Boðið varð síðani kaffimunnur og køkur aftaná inni í stóra bilhúsinum hjá Hildegunn og Magna Hansen. Træið á Norðoyri var rættiliga vakurt og tók seg væl út í gomlu bygdini. Kelda: Klaksvík.fo SáH Í dag, mánakvøldið 2. desembur kl. 19.30 verður Liturgisk gudstænasta í Christianskirkjuni vid Marjun Lómaklett, har leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnir frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondun. Í meðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Harumfamt syngja Sløkkiliðsmenninir hjá Skálafjarðar sløkkiliði. Aftaná gudstænastuna verður adventshugnaløta og drekkamuđur í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Christianskirkjan |
Arkiver
August 2022
Kategorier |