Í morgun kl. 10.30 ringdi kirkjuklokkan at boða til jólaguðstænastu fyri skúlabørnum. Hetta er gamal siður, at at øll, íð eru knýtt at skúlanum – næmingar, lærarar og onnur við møta í kirkjuni til guðstænastu, áðrenn skúlin fer í jólafrí.
Tað mundi vera um 800 fólk, sum møttu glað og spent upp í kirkjuni í dag. Eisini eldri lærarar, sum eru farnir frá, plaga at vitja aftur til slíka løtu. Ja, fyri mongum teirra eru ikki rættilig jól, fyrr enn man hevur verið til jólaguðstænastuna við skúlabørnum.
Í gjár var tað barnagarðarnir og starvsfólk teirra, sum vóru til jólaguðstænastu – eini 500 børn og vaksin
Tað verður sungið nógv, og serliga er tað “Geðilig jól”, sum tey plaga at taka dik á seg at syngja væl við.
Skúlin hevði í ár eitt stórt skúlakór við, sum eisini spældi saman við næmingum hjá Tónlistaskúlanum, so løtan var rættiliga hátíðarlig, men sanniliga eisini hugnalig.
Ja, so stórt var kórið, at tað í summum førum vóru tríggir kórleiðarar, har tann eini var høvuðsdirigentur, meðan hinir stuðlaðu undir og styrktu um við tekstinum.
Tað var Marjun Lómaklett, sóknarprestur, sum hevði prædikuna og líddu børnini væl á.
Sangirnir, ið annars vórðu sungnir vóru: “Eitt fjós og ein krubba”, “Føgur er foldin” og so sjálvandi verður altíð endað við “Gleðilig jól”.
Her fleiri myndir, klikk her: “Jólagudtænasta fyri skúlabørn”.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH