NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Betta Eið rundar tey 100 árini

4/8/2022

Comments

 
Picture
Í dag 4. august 2022 hevur verið hátíðardagur í Hvalba, nú Elisabeth Kristine Frederikke Eið úr Nesi, vanliga nevnd Betta, fyllir 100 ár. Føðingardagurin varð hildin í Roynhúsinum, har nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Bettu.

Eisini Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum hevði leitað sær suður um fjørð. Í tí sambandi helt hann røðu fyri Bettu og niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góða Betta – hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.

At fylla 100 ár er fáum okkara unt. Flestu okkara klára kanska at fara yvirum tey áttati árini, áðrenn lívsstrongurin slitnar, men hesi hagtøl hevur tú eftir øllum at døma ikki givið tær far um, nú tú fer um tey 100 árini.

Grundtvig sigur í sálminum Hjá tær, o, Drottin, at tey áttati árini eru ein kappa aldur.

Í sálmi 90 í Gamla Testamenti stendur, at Lív okkara varir sjeyti ár – ella áttati, táið styrkin er nógv

Bæði Móses, sum skrivaði sálmin, og Grundtvig, eru samdir – bara tey sterkastu okkara náa áttati ára aldur. Áttati er ein kappaaldur.

Tí er kanska torført at seta tey røttu orðini og tað rætta heitið á ein, sum nær 100 ára aldur, tí hvat er størri og sterkari enn ein kappi?

Eg veit ikki, men í øllum førum hava tygum, Betta, nátt tann aldurin. Og tygum eru í einum lítlum bólki, tí tey, ið eru 100 ár ella eldri í Føroyum, kunnu næstan teljast á einari hond.

Nú legði eg út við at sitera frá sálmi 90 í Gamla Testamenti um kappaaldurin. Víðari í sálminum stendur, at stórur partur av lívi okkara, er møði og strev fyri dagsins uppihaldi.
Fødd í 1922 í Nesi í Hvalba, kenna tygum Elisabeth Kristina Fredrikke, sum er fulla navnið, alt til at arbeiða fyri dagsins uppihaldi. Sum hjá so nógvum øðrum, var tað eisini vænta av tygum at hjálpa til í tí dagliga í húsinum, tá aldurin var komin til tað.

Og har var nóg mikið at gera, tí umframt foreldrini Julianna og Martin, vórðu nýggju systkin í húsi og í húsinum var telefonstøð, sjúkrakassi, krambúð, umframt at pápi tygara eisini stóð fyri fiskaarbeiði. So har var nokk at taka til hjá øllum hondum, sum vórðu leysar.

Men mær er eisini sagt, at tú hevði góð barnaár í Hvalba og at tú sær gott afturá skúlaárini, har nógv at tí uttanatlæru, ið tit høvdu skúlanum, enn situr í minninum.

Sum 16 ára gomul, fóru tygum suður til Vágs í húspláss og tað var har, at tygum hittu Frits úr Porkeri, sum tygum seinni giftust við í 1947. Fyrst búsettust tit í Porkeri, men tað vísti seg, at góða lendi og bergi í Hvalba kallaði og tit fluttu so norð her nøkur ár seinni og búsettust í Nesi, har tit blivu verandi. Saman fingu tit børnini Marjun, Martin og Jórun.

Nú tosast ofta um kærleiksmál. Øll hava sín máta til bæði at taka ímóti og fáa kærleika. Sambært børnum tygara, er umsorgan og hjálpsemi tín máti at vísa kærleika uppá.

Tað sæst aftur í tínum gerðum og hvussu tú hevur hjálpt teimum, sum hava havt tørv á tí, millum øðrum foreldrum tínum á teirra eldru árum og tá heilsan bilaði. Hvussu tú við áhuga hevur fylgt við tínum børnum, barnabørnum og langommubørnum og altíð staðið klár at hjálpa og verða teimum ein stuðul.
Tað fekk meg at hugsa um eina stutta yrking, sum Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði til mammu sína.

Í morgun gekk eg mær ein túr aftur í tíðina og møtti eg mammu míni.
Eg støðgaði á og hugdi djúpt inn í eygnadýpd hennara og sá
at alt, sum hon hevur gjørt, hevur hon gjørt fyri at styrkja meg.
Eisini, tá ið hon lyfti meg upp og pilkaði grús úr grátinum, tók pínuna í seg, so eg sjálvur dugi at turka saltið av kjálkanum.

At verða til taks og at verða ein, sum hjálpir og hevur umsorgan, er ein góður leiklutur at hava. Og tað er ikki bara tygara nærmastu, sum hava notið gott av tí. Hetta hevur eisini sæst aftur í tygara kirkjuliga arbeiði, í sunnudagsskúlanum, í sjómanskvinnuarbeiði og øðrum sosialum og hjálpararbeiði.

Abbi mín og tygum eru samtíðarfólk. Hann var nøkur ár yngri enn tygum eru, men tit eru uppvaksin um somu tíð og undir somu umstøðum. Hann plagdi at siga í sínum seinni árum, at heimurin var so nógv broyttur í sínari tíð, at tað hevði ikki komið óvart á hann, um fólk fór at búgva á mánanum áðrenn hann fór herfrá.

Nú er hann farin og fólk býr ikki á mánanum – enn – men hann hevði grein í sínum máli. Broytingin, sum er farin fram seinastu hundrað árini er heilt óvanlig í mun til alla aðra tíð. Og tygum, Betta, hava uppliva broytingina.

Fyri hundrað árum síðan, kom fyrsti bilurin til Føroya.
Í dag eru 42 túsund akfør skrásett í Føroyum.

Í 1922 búðu umleið 22 túsund fólk í Føroyum.
Í dag búgva umleið 54 túsund. Meir enn ein tvífaldan.

Í 1922 høvdu vit ongan vælferðarstat, nú hava vit ein av heimsins bestu. Ábyrgdin at taka sær av sínum og sínum næsta, lá á hvørjum einstøkum, nú er tað almenna skipanin, sum í stóran mun hevur tikið yvir. Fyrr var ikki øllum unt at sleppa í skúla, nú sleppur tann, ið hevur hug.

Í 1922 vórðu royndirnar við ravmagni, ella streymi, spildurnýggjar í Føroyum. Nú er næstan ikki tað hjørnið eftir í Føroyum, sum ikki hevur streym og vit liva ikki uttan.

Eg kundi hildið áfram, men tað stutta av tí langa er, at samfelagið er hesi farnu hundrað árini broytt grundleggjandi á næstan øllum mótum og er ikki at kenna aftur í mun til samfelagið, sum tygum vórðu fødd inn í.

Eg skal ikki gera meira burturúr, men enda við at ynskja tær og tínum hjartaliga til lukku við teimum hundrað árunum, nú tygum væl og virðiliga hevur nátt kappaaldri.

Takk fyri

Almannamálaráðið

Comments

Nýggj játtan til framburð og menning á landbúnaðarøkinum

12/5/2022

Comments

 
Picture
Nú fer at verða lýst eftir verkætlanum, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum.

Í fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir. ”Landsstýrið hevur sett sær fyri at slóða fyri menning á landbúnaðarøkinum, og tí er av álvara neyðugt við nýggjum tankum og djørvum verkætlanum”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

”Vit kunnu betra skipanirnar, sum skulu vaksa um verandi framleiðslu, men vit mugu fyrst og fremst eggja til nýskapan í landbúnaðinum, og vit eru sera spent at síggja, hvørjar verkætlanir farið verður undir”, sigur Magnus Rasmussen.

Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanina til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna. Hon skal tryggja at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Búnaðarstovan fer at lýsa eftir umsóknum á sínari heimasíðu www.bst.fo.

Sí reglugerðina fyri játtanina til verkætlanir fyri framburð og menning á landbúnaðarøkinum her.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Comments

Bispur prædikar sunnudagin í Christianskirkjuni

12/5/2022

Comments

 
Picture
Sunnudagin, 15.maj, er gudstænasta kl. 11.00 v/Jógvani Fríðrikssyni, bispi.

On Sunday, 15th' of May at 11 am, we have a service with ou'r bishop, Jógvan Fríðrikkson.

Christianskirkjan

Comments

Epilepsifelagið 50.000 frá Lions

10/4/2022

Comments

 
PictureIda Justinussen, nevndarlimur, og Randfríð Skorheim Sørensen, forkvinna í Epilepsifelagnum, taka ímóti gávubrævinum upp á 50.000 krónur frá forsetanum í Lions Club Tórshavn, Kim Petersen
Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum góvu so mikið gott avlop, at Lions Club í Føroyum kundi handa Epilepsifelagnum 50.000 krónur, ið koma væl við hjá felagnum.

Seinnu árini hevur Lions Club í Føroyum broytt mannagongd, so tað samanlagt kann vera ein størri upphædd, ið verður latin vælgerandi endamáli, tá ið ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum skal lutast út.

Nú er tað samlaða upphæddin frá øllum fýra dystunum, ið telur, og dystirnir um Lionsbikarið í september í fjør og um Lionssteypið í februar og mars í ár góvu sostatt 50.000 krónur hesaferð, ið koma sera væl við hjá móttakaranum, ið er Epilepsifelagið:

– Fyrst og fremst gevur hetta okkum møguleika at kunna meira um epilepsi og felagið, so vit kunnu gera faldarar og annað kunningartilfar, umframt at hetta eisini letur upp fyri møguleikanum at fáa í lag onkra ráðstevnu, ið eisini kann varpa ljós á epilepsi, sigur forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Skorheim Sørensen.

– Vit hava sera avmarkaðar fíggjarligar møguleikar, tí vit eru eitt lítið felag við gott 70 limum, ið rinda 200 krónur um árið í limagjaldi og summi ein hundraðkrónuseðil meira fyri at fáa blaðið hjá danska epilepsifelagnum. Eisini fáa vit eitt sindur av stuðli frá Megd, men vit eru ikki eitt felag við nógvum pengum.

Aðrar møguleikar
Randfríð Skorheim Sørensen sigur, at felagið hevur roynt at havt eitt ella tvey tiltøk um árið, men hesi síðstu árini hevur korona gjørt sítt til, at tað ikki hevur borið so væl til. Men onkuntíð hevur felagið havt samstarv við onnur feløg um okkurt tiltak, men fíggjarliga orkan hjá Epilepsifelagnum til sjálvt at gera tað stóra, hevur tíverri ikki verið til staðar.

– Nú vit hava fingið hetta góða íkastið frá Lions Club í Føroyum, kunnu vit hugsa eitt sindur størri og leggja fleiri ætlanir, enn vit annars høvdu kunnað, so hetta kemur øgiliga væl við. At vit brádliga hava fingið 50.000 krónur, eru vit positivt bilsin av og skulu líka venja okkum til tankan, sigur Randfríð Skorheim Sørensen.

– Epilepsi er ein sjúka, ið mong ikki vilja kennast við, og var tað ikki so, høvdu vit kanska havt 400 limir, um vit skuldu mált út frá donskum tølum, heldur enn bara 70. Men nú hava vit brádliga aðrar møguleikar at gera ymiskt, ið bara var eitt ynski áðrenn, so vit eru sera takksom fyri hesar pengarnar, vit nú hava fingið frá Lions.

Lions Club Tórshavn

Comments

Konfirmatión í Chistianskirkjuni

10/4/2022

Comments

 
Picture
Konfirmatión í Chistianskirkjuni

Í dag var konfirmatión í Christianskirkjuni, har 25 konfirmantar játtaðu sín dóp. Hjartaliga tilukku til allar konfirmantar, Jesus pápi signi lívsleið tykkara.

Today we had confirmation, where 25 confirmants confirmed the baptism. We wish all confirmants heartly congratulations with the confirmation, and God's blessing.

Christianskirkjan

Picture
Comments

Tordu at ganga nýggjar leiðir

7/2/2022

Comments

 
Picture
Heilsan til Paula og Jastrid, nú tey hava staðið fyri arbeiðinum í Kelduni í 25 ár.

Tá Keldan byrjaði sítt virksemi í 1987, var tað úrslitið av einum gomlum dreymi um at hava eitt stað, har vit kundu savnast um Guds orð alt árið.
Øll árini síðani karismatiska vekingin vaks fram í Føroyum, hevði talan verið um vikuskiftismøti, ið vórðu hildin í skúlum og aðrastaðni í landinum, og síðani 1979 høvdu tjaldmøti eisini verið um summarið.

Møtini vetrarhálvárið lógu ikki í føstum kørmum. Knappliga hoyrdi tú eina kunngerð í Útvarpinum, ella ein lýsing stóð í bløðunum um, at nú vórðu vikuskiftismøti undir heitinum “Kristus er Svarið,” og so fór “maður av húsi”. Tað einasta sum lá fast tey fyrstu nógvu árini var, at á páskum var páskastevna.

Í 1979 varð tjaldið sett upp við Leynavatn, og frá 1980 stóð tað á Gøtueiði. Tá bleiv summarhálvárið meira skipað við møtum hvørt vikuskifti, men um veturin var alt “við tað gamla”. Onkuntíð vóru møti, men aðrar tíðir var einki. Tey, sum gingu til “Kristus er svarið møtini”, vóru í øðrum kirkjum og samkomum, ella ongastaðni, tá hesi møti ikki vóru. Í Klaksvík fingu tey Soli Deo Gloria, og í Hoyvík fóru tey eisini at hava møti hvørt sunnukvøld (tað, sum seinni bleiv Oasan). Í fleiri bygdum vóru eisini húsbólkar.

Tá Keldan byrjaði, fingu vit í Eysturoynni eitt stað, har vit kundu hava møti alt árið. Men innihaldsliga var tað tó í nógvar mátar framhald av tí sama. Eitt elstaráð varð sett til at taka sær av øllum tí praktiska, og hesir skiftust um at skipa fyri møtunum. Teir høvdu ein mánað í part, har teir skuldu skaffa fólk at tala, syngja ella hvat tað annars kundi vera. Møtini bóru tí eitt sindur av dámi av, hvør átti hvønn mánað. Eitt annað eyðkenni fyri hesi møtini var, at tey vóru ikki fyriskipað niður í minstu smálutir. Øll kundu fara upp at vitna, syngja ella hvat tað annars kundi vera.

Ein ungdómsnevnd var, sum tók sær av tí sum nú kallast AWAKE. Har vóru fleiri skiftandi fólk í nevndini, millum annað vóru Pauli og Jastrid har. Pauli vísti tíðliga góð leiðaraevni í hesi nevndini, og hann hevði stórar visjónir fyri, hvussu samkoman átti at virka. Eg minnist, at einaferð varð ein lega hildin, har Pauli legði fram, hvussu hann sá fyri sær, at samkoman kundi verið skipað við einum samskipara. Tað vóru tankar, sum fingu góða móttøku, men tað hendi tó eingin broyting tá. Seinni var aftur ein lega um tað sama, og tá kom broyting í.

Alt hetta endaði við, at Pauli og Jastrid blivu sett sum leiðarapar. Fyri Kelduna var tað eitt stórt framstig, tí nú bleiv Keldan meira ein eind.
Fyri okkum, sum høvdu verið við frá byrjan, kom tað eitt sindur óvart á, at Pauli skuldi blíva samkomuleiðari, tí hann virkaði, í hvussu so er ta fyrstu tíðina, meira smæðin heldur enn ein “leiðaratýpa”. Men hetta er bara enn ein áminning um, at vit verða ikki útvald eftir, hvat onnur halda um okkum.
Eitt, sum eg serliga minnist Jastrid fyri, var, at hon byrjaði at hava lovsang, soleiðis sum vit kenna lovsangin í dag. Áðrenn tað høvdu vit havt vanligan felagssang, men nú skuldu øll standa uppi og syngja lovsangir – ofta somu sangirnar nógvar ferðir. Tað vóru ikki øll sum vóru so glað fyri hetta ta fyrstu tíðina. – Hví syngja tað sama umaftur og umaftur, og hví so leingi hvørja ferðina? Men við tíðini skiltu fólk týdningin av hesum.

Pauli byrjaði skjótt, eftir at tey vóru blivin leiðarar, at tosa um at útbyggja Kelduna, og seinni broyttist tað til at byggja eitt nýtt hús, sum var størri enn tey flestu dugdu at ímynda sær. Hetta virkaði rættiliga ógvusligt, og serliga tá tøl vórðu sett á, hvussu nógv hetta fór at kosta. Men fólk tóku væl ímóti tí, og skjótt merktist eisini, at meira varð givið til arbeiðið.
Og tað steðgaði ikki har. Næsta visjónin, og har var tað serliga Jastrid, sum stóð fyri henni, var at hava egnan skúla. Nú hava vit eisini fingið Bíbliuskúla, og mangt annað kundi eisini verið nevnt. Enn vita vit ikki, hvar hetta endar – ella um tað nakrantíð endar.

Vit kunnu í øllum førum vera takksom fyri, at vit hava fingið leiðarar sum hava stórar visjónir, hava torað at stigið út í tað ókenda, og sum hava dugað at fingið samkomuna at fylgt við.

Hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum, Jastrid og Pauli, og takk fyri arbeiðið, ið tit higartil hava gjørt. Tit hava verið góðar fyrimyndir, og ynskja vit Guds ríku signing yvir tykkum, tykkara familju og arbeiðið framyvir.

Helgi Abrahamsen

Comments

Hennara hátign Margretha Drotning fingið forkunnuga gávu úr Føroyum

15/1/2022

Comments

 
Picture
Løgmaður og løgtingsformaðurin hava í dag, vegna Føroya løgting, Føroya landsstýri og Føroya fólk, handað Hennara hátign Margrethu Drotning eina gávu í sambandi við, at Hennara hátign Margretha Drotning hátíðarheldur 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku.  Løgmaður bar eisini fram røðu har hann ynskti Hennara hátign hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki.  Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.

Picture
Ein av teimum 50 arktisku pílunum, sum Hennara hátign Drotningin fær í gávu. Pílarnir skulu gróðursetast í Koltri, sum partur av Koltursverkætlannini.

Í samband við gávuna er eisini gjørd ein heilt serlig heimasíða – á donskum – sum greiðir frá um Koltursverkætlannina og gávuna til Drotningina. Heimasíðan er: www.koltursplanen.fo

Koltursverkætlanin er ein spennandi verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri. Verkætlanin snýr m.a. um at taka av seyðin í stóru parti av oynni og endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri, sum hon var áðrenn fólk búsettust har. Arktiski pílurin er ein av hesum uppruna plantum, sum ynski er at endurskapa í náttúruni.

Løgmansskrivstovan

Comments

MEGD 40 ár

26/10/2021

Comments

 
Picture
Fríggjadagin hátíðarhelt MEGD, saman við sínum 24 limafeløgum, at tað eru 40 ár síðan, at meginfelagið varð stovnað. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum setti dagin, og handaði MEGD eina gávu. Røðan kann lesast niðanfyri.

Landsstýriskvinnan segði millum annað:
Er tað nakar, sum hevur ávirkað, hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD. Navnabroytingin fyri nøkrum árum síðani ber vitnisburð um júst tað – hetta við at flyta seg frá forðingum yvir til tað, sum vit megna. Hetta stríðið er borið av einum sterkum virðisgrundarlagi um, at øll menniskju eiga somu rættindi til at liva og virka í øllum lutum av samfelagslívinum. Tí hevur tað eisini týdning hvussu vit umtala tað at bera brek.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni:

"40 ár eru nú liðin síðani MEGD varð stovnað. Hetta var á sjálvum ST degnum, 24. oktober 1981, sum av ST var skýrt til alheims ár teirra, ið bera brek.

Slagorðið hjá ST fyri hetta árið var “Full luttøka og javnrættur”, og tað var við hesum sinnalagi, at áhugafeløgini fyrireikaðu árið, og seinni sama ár stovnaðu meginfelagið, sum í dag eitur MEGD.

40 ár er ikki 40 dagar, og nógv er broytt í samfelagnum hesi árini – til tað betra.

Okkara hugburður er nógv broyttur, og er tað nú ein sjálvfylgja at fólk, ið bera brek ella hava ymsar avbjóðingar, skulu hava eins góðar møguleikar at luttaka í samfelagslívinum, sum øll onnur.

Í skránni fyri dagin sæst, at Anne Mette Greve Klementsen fer at hugleiða um menniskjasýn og hugburð. Hetta er sera viðkomandi og væl valt til ein slíkan dag, har vit fagna føðingardagsbarninum.

Tí er tað nakar, sum hevur ávirkað hvussu vit øll hugsa og seta orð á tað at bera brek, so eru tað tit í MEGD. Navnabroytingin fyri nøkrum árum síðani ber vitnisburð um júst tað – hetta við at flyta seg frá forðingum yvir til tað, sum vit megna.

Hetta stríðið er borið av einum sterkum virðisgrundarlagi um, at øll menniskju eiga somu rættindi til at liva og virka í øllum lutum av samfelagslívinum. Tí hevur tað eisini týdning hvussu vit umtala tað at bera brek.

Endamálið hjá MEGD hevur øll árini verið at arbeiða fyri at beina burtur allan mismun, tá ið ræður um fulla atkomu til eitt virkið lív í gerandisdegnum, á arbeiðsmarknaðinum og í politiska lívinum.

Hetta hevur felagið m.a. gjørt við at vera samvitskan hjá okkum myndugleikum, ið varða av teimum kørmum, Føroyar veita fólki, ið bera brek.

Í 2006 varð ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, samtyktur. Eftir nógvum áheitanum frá MEGD til politisku skipanina varð hann trý ár seinni settur í gildi her á landi.

Við honum hava vit sum samfelag fyri fyrstu ferð bundið okkum til at tryggja, at øll mannarættindi eisini eru galdandi fyri fólk, ið bera brek.

Og hóast man onkuntíð hevur følt, at hann ikki altíð hevur verið líka sjónligur millum myrku politisku skýggini, so hevur sáttmálin síðani virkað sum ein ljósur viti í politiska arbeiðinum at betra um rættindini hjá fólki, ið bera brek.

Hetta sæst til dømis aftur í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og í lógini um almannatrygd og tænastur. Bara fyri at nevna nøkur dømi á almannaøkinum, har MEGD hevur spælt ein týðandi leiklut í fyrireikingunum av lógunum, og hevur tryggjað at lógirnar eru bornar av einum inkluderandi menniskjasýni.

Sum áhugafelagsskapur hava tit í MEGD áhaldandi varpað ljós á lívskorini hjá fólki, ið bera brek – eitt nú ígjøgnum limablaðið, sum ein lesur við stórum áhuga.

Eg gleði meg eisini til at lesa bókina hjá Snorra Brend og Jens Kristiani Vang Vit liva og virka, við 24 persónligum søgum úr teimum 24 limafeløgunum, og sum kemur út í dag.

Og við ST sáttmálanum hevur MEGD eisini fingið ein formellan leiklut í at tryggja, at almennu Føroyar liva upp til sáttmálan. MEGD hevur soleiðis tvær ferðirnar latið ST skuggafrágreiðing um hvussu tit halda, at tað gongst hjá okkum myndugleikum at liva upp til sáttmálan. Og harumframt hvørji átøk eiga at verða framd fyri at flyta okkara samfelag framá.

Við rættindum fylgja eisini krøv, verður sagt. Og hetta er ikki heilt skeivt, tí tað er ikki fyrrenn vit sum samfelag seta okkum øllum somu krøv um luttøku og at virka í samfelagnum at til ber at siga, at komið er á mál við slagorðinum “Full luttøka og javnrættur”.

Enn ganga vit leiðina, og ljósið hómast har úti í sjónarringinum.

Hóast stór framstig á nógvum vælferðarøkjum, so eru eisini dømi um, at vit kunnu gera tað betri.

Bíðilistar og tvørrandi samskipan av vælferðartænastum vísa okkum, at enn er ov tíðliga til, at vit við góðari samvitsku kunnu siga, at fólk ið bera brek hava somu rættindi sum onnur at gagnnýta sítt fulla potentiali til at liva og virka her á landi.

Vegurin er langur og tað er lætt at snáva, um vit ikki leiðast fram á mál.

Saman við MEGD megna vit!

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannamálaráðið

Comments

​Venzel Olsen 100 ár

17/10/2021

Comments

 
Picture
​Hin 8. oktober 2021 var rættur hátíðardámur, tá Venzel Olsen rundaði tey 100 árini. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var boðin við til at hátíðarhalda dagin, og helt í hesum sambandi føðingardagsrøðu fyri Venzel. Í heilsanini segði landsstýriskvinnan m.a.

Tygum hava hildið stóran føðingardag fyrr. Tá tit 12 systkini á sumri í 2012 hildu 1000 ára dagin fyri allan systkinaflokkin. Aldurin spenti tá frá tí yngsta, sum var 73 ár til tann elsta, sum var 91 ár. Og mín sann um tit ikki tvey ár seinni megnaðu at komu í Guinness Book of World Records fyri hetta heimsmetið.
Vit endurgeva røðuna niðanfyri og ynskja Venzel og hansara avvarðandi hjartaliga til lukku við stóra degnum.

Góði Venzel

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur, nú tygum rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi, at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.

Tó so, tygum hava hildið stóran føðingardag fyrr. Tá tit 12 systkini á sumri í 2012 hildu 1000 ára dagin fyri allan systkinaflokkin. Aldurin spenti tá frá tí yngsta, sum var 73 ár til tann elsta, sum var 91 ár. Og mín sann um tit ikki tvey ár seinni megnaðu at komu í Guinness Book of World Records fyri hetta heimsmetið.

Tygum eru føddur og uppvaksin í Rituvík og uppkallaður eftir abbanum á Glyvrum. Og her búði tygum, til flutt varð á Runavíkar Ellis og røktarheim í 2017. Foreldrini vóru Elspa og Magnus, hann kendur skipari.

Tygum hittu Jenny og tit bæði gjørdust góð og giftust í 1953. Og tit bæði vórðu ríkaði við synunum báðum, Oddmar, føddur í 1955 og Jónsvein, føddur í 1959. Hóast nýggju hús tykkara stóðu klár tá, so valdu tit at verða um foreldur hennara, Jógvani og Súsonnu, og búðu hjá teimum. Heilt til tit í 1978 høvdu silvurbrúðleyp og fluttu i tykkara egnu hús.

Familjan er eisini fjálgað síðani og eiga tygum nú eisini fýra abbabørn og tveir langabbasynir.

Tá tit sum familja undan jólum í 1940 mistu pápa og mann av sjúku, rakti hetta sjálvandi meint. Men saman við mammu tykkara stóðu tit systkini saman um at fáa tað at bera til og halda saman. Og húskið syndraðist tí heldur ikki. Hetta hevur síðani eisini verið eitt eyðkenni fyri tykkum.

Longu sum 15 ára gamal fóru tygum til skips. Fyrst við sluppini “Silver Belle“, har pápi tygara var skipari, og har eisini beiggin Maggi var við. Helst hevur sjóverkurin verið størsta avbjóðingin, men eisini hendan yvirvunnu tygum og misti ikki móti.

Umstøðurnar umborð á slupp kenna okkara ungu sjómenn lítið til. Eitt nú at deila koyggju og skiftast um at sova, sum tú og eldri beiggin Maggi gjørdu. Ja munur er á teimum umstøðum, sum í dag eru umborð á skipi, og tað er bara at gleðast um.

Eisini hava tygum verið nógv við trolara og arbeitt á landi bæði her heima í Føroyum, í Íslandi og í Grønlandi. Heilt upp til 70 ára aldur vóru tygum virkin við lønandi arbeiði.

Og virkin vóru tygum langt eftir hetta. Synunum rætti tygum eina hjálpandi hond, við at seta føtur undir egið borð. Og ikki minni, við at vera um abbabørnini. Onkran bilin hava tygum fiksað. Og so vóru tygum virkin í seyðahaldi, við velting og at hoyggja, heilt upp í 90 ára aldur.

Eitt, sum serliga hevur sermerkt tygum er, at tygum altíð hava viljað fjálgað um heimið. Ikki smæddist tygum burtur við at luttaka í tí húsliga. Tá vaskast skuldi upp og niður, skilji eg, at tygara luttøka gjørdi alt lættari fyri systrarnar og seinni konu tygara.

Og matgerð hava tygum sanniliga tikið tygum av. Bæði heima við hús og sum kokkur umborð á skipi. Fyrimyndin var mamma tygara, sum legði tygum lag á.

Hesin eginleikin er uttan iva komin tygum til gagns, tey árini tygum vóru um konu tygara Jenny, áðrenn hon fór í 2012.

At verða partur av so stórum systkinaflokki er sjálvandi gevandi. Men skal trivnaður verða, so skal onkur ella fleiri leggja í, at savna og hugna. Og í tykkara heimi, hava tygum átt hesi evnir og tí eisini leiklutin. At skipa fyri og savna til hugna og uppliving.

Eitt nú minnast systkini aftur at góðar túrar, sum tygum skipaðu fyri at fara til Havnar. At sleppa at sigla við „Brittons Pride" og onkuntíð sluppin „Bjørgvin“, sum sigldu av Klaksvík, á Lambavík, Rituvík, Æðuvík og so til Havnar. Og har sleppa í handlar at keypa ella at vitja skyldfólk. Og so, tá kvøldið kom, at sleppa heim aftur til Rituvíkar. Tað er góð minnir at eiga.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, Guds ríku signing, og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Takk fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannamálaráðið

Comments

SNJALLABJALLA 10 ÁR

4/10/2021

Comments

 
Picture
19. september vóru 10 ár síðani, at frítíðarskúlin lat dyrnar upp. Hetta bleiv hátíðarhildið við ymiskum ítrivi til børnini og foreldrini vórðu boðin til kaffi og køkur.

Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999. Í byrjanini var stovnurin skipaður sum partur av Mylnuhúsinum, tá vóru heilt fá børn, men síðani er tørvurin øktur. Virksemið bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og seinni oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu.

Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á trivnaðarøkinum, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum broyttis frá Sornhúsið til Snjallabjalla.

Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur enn meira og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hevur frítíðarskúlin síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.

Í 2016 øktist virksemið við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Eftir at nýggi skúlin varð tikin í nýrslu í 2019, slapp frítíðarskúlin inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa.

Í dag húsast 140 børn í hesum trimum bygningum. Umstøðurnar eru sum heild sera góðar, serliga tá hugsað verður um, at virksemið liggur so væl fyri mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi.
Fleiri myndir, klikk her “Snjallaballa 10 ár”.

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.