NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Posturin í Føroyum 150 ár

23/9/2021

Comments

 
Picture
Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna 150 ára móttøku fríggjadagin 24. september kl. 15.

Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.

Røtur aftur til 1871

Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.

Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur. Virksemið er nógv broytt gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.

”Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar.
Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum,” sigur Joel undir Leitinum, stjóri.   

Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna móttøku

Fríggjadagin 24. september kl. 15.00
á Posta, Óðinshædd 2

Á degnum bjóða vit tónleik við Lenu & Niclas umframt hugleiðingar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni og Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Heilsan

Posta

---

150 ára serprent í plakatstødd

Í sambandi við dagin, hevur Posta framleitt serprent av føroyskum frímerkjum í plakatstødd. Plakatirnar kunnu keypast til móttøkuna og bíleggjast á stamps.fo. Avmarkað nøgd. 

Posta

Picture
Comments

Stjóraskifti á Løgmansskrivstovuni

27/8/2021

Comments

 
Picture
Almenn móttøka verður fyri nýggja stjóranum, John Rajani, og fráfarna stjóranum, Marjuni Hanusardóttir, í Tinganesi fríggjadagin 3. september kl. 15.00.

Øll eru vælkomin

Løgmansskrivstovan

Comments

​Annelisa Gaardlykke 100 ár

11/8/2021

Comments

 
Picture
Rættur hátíðardámur hevur í dag verið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, nú Annelisa Gaardlykke rundaði tey 100 árini. Dagurin varð hildin fyri innbodnum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, var eisini boðin, og helt í hesum sambandi føðingardagsrøðu fyri Annelisu. Í heilsanini segði landsstýriskvinnan m.a.

Tygum hava fingið eina serliga vøggugávu við einum løttum lyndi og hava skjótt til látur. Eisini eru gávurnar til at brúka hendur góðar og hava tygum latið óteljandi pløgg úr hondum bæði við binding og seyming, so sera kreativ, og tað heilt upp i ellisár. Eisini hava tygum altíð dámt kortspæl og enn tann dag í dag hugna tygum tær við at spæla sjavs við familju og vinum.
Vit endurgeva røðuna niðanfyri og ynskja Annulisu og hennara avvarðandi hjartaliga til lukku við stóra degnum.

Góða Annelisa

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur nú Annelisa rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvi at heilsa tygum, og tygara avvarðandi, henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.

Á Strondum funnu tey bæði Mia Johansen, ættað við Sjógv og Símun Thomsen úr Geilini saman, og sum hjún untust teimum at fáa seks børn. Hendan dagin, 11. august í 1921, gjørdust tey foreldur til næsta barnið, sum var hendan fitta smágentan Annelisa. Tá høvdu tey longu sett búgv í Saltangará, við húsi og gerði, sum legði lunnar undir teirra komandi familju. Og har vuksu tygum, Annelisa, upp, sum ein av seks systkjum í einum góðum og tryggum heimi. Enn eru tit 3 á lívi, saman við tygum, tveir teir yngstu beiggjarnir.

Og alla tíðina hava tygum búleikast í økinum í Saltangará. Her gingu tygum í skúla á Glyvrum og sum flestu gentur tá á døgum, fóru tygum fyrst út at tæna, har lærdómurin, til at halda hús og byggja eitt trygt heim við manni og børnum, varð lagdur. Og tygum møttu manninum, Karl Gaardlykke, ættaður úr Lamba og tit gjørdust góð. Í 1944 giftust tit bæði, Karl var skipari, og tit búsettust í Heiðunum. Eftir at hann bert 2 ára gamal hevði mist mammu sína, sum doyði frá 9 børnum, vaks hann upp hjá familju úti á Nesi. Karl misti tit fyri meira enn 30 árum síðani, í 1991.

Tit bæði fingu tykkara fýra børn; Honnu, Símun, Sonju og Dánial. Hesa tíðina, meðan børnini komu og vuksu til, vóru tygum heima og ansaði teimum og helt hús. Familjan hevur allar tíðir havt tygara stóra áhuga og tað hava tygum tikið í størsta álvara. Og nógv legðist afturat, 10 ommubørn, 22 langommubørn og 2 oldurommubørn. Tá børnini vóru komin væl og virðiliga undan, fóru tygum á Lynfrost at arbeiða og var verandi har til pensjónsaldur.

Tygum hava fingið eina serliga vøggugávu við einum løttum lyndi og hava skjótt til látur. Eisini eru gávurnar til at brúka hendur góðar og hava tygum latið óteljandi pløgg úr hondum bæði við binding og seyming, so sera kreativ, og tað heilt upp i ellisár. Eisini hava tygum altíð dámt kortspæl, og enn tann dag í dag hugna tygum tær við at spæla sjavs við familju og vinum.

Samfelagsviðurskifti hava altíð havt tín stóra áhuga, og tú hevur fylgt væl við á hesum øki. Eisini hevur tú altíð verið sera virkin og gingið nógv. Hetta hongur sjálvandi eisini saman við, at tú ikki hevur havt egnan bil, heilt vist ein fyrimunur í mun til at halda seg í gongd kropsliga. At tú so heldur ikki hevur, hvørki roykt ella drukkið, hevur aftur gagnað tær við góðari heilsu.

Heilt til tygum vóru 96 ára gomul megnaðu tygum at búgva einsamøll heima, tá skaðatilburður setti avmarkingar og tygum fluttu higar á Eysturoyar Røktar- og ellisheim í januar 2018. Og her hava tygum trivist sera væl, og tygum kenna tygum so væl heima her.

Og í dag halda vit hundrað ára føðingardag tygara, og eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Eg vil enda við at ynskja tygum, og tygara avvarðandi, hjartaliga tillukku við degnum og takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

landsstýriskvinna í almannamálum

Picture
Comments

MYNDARØÐ: DROTNINGAVITJANIN Í MYNDUM

17/7/2021

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna hevur lagt hópin av myndum út á teirra heimasíðu, tær kunnu síggjast her, “Myndarøð: Drotningarvitjanin í myndum”

Klaksvíkar Kommuna

SáH

Comments

Myndir í viku 21

30/5/2021

Comments

 
Picture
Nakrar myndir SáH hevur tikið í viku 21, frá 25.05 - 30.05.2021

Comments

Elsebeth sendi heilsan til Randi í Ráðgevingini fyri føroyingum í Danmark

28/5/2021

Comments

 
Picture
Í gjár hevði Randi Johannesen, ein av stigtakarunum til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, og sum hevur starvast í Ráðgevingini í 37 ár, fráfaringarmóttøku. Elsebeth Mercedis Gunnleygdsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sendi í hesum sambandi eina videoheilsan til hennara, nú tað ikki bar til at vera til staðar.

Sí videoheilsanina her.

Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað:

Ráðgevingin virkar sum ein sambindingarliður millum føroyingar í Danmark og tað føroyska samfelagið. Nettupp tað, at tað verður veitt umsorgan fyri føroyingum í Danmark, og at tað verður gjørt á ein álitisvekjandi hátt, er við til at styrkja tilknýtið til Føroyar. Og tað er júst har, sum tín leiklutur, Randi, á ongan hátt kann yvirmetast.
Les røðuna niðanfyri.

Góða Randi

Nú tú eftir 37 ár hevur valt at gevast í Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, kunnu vit líta afturá og staðfesta, at tú hevur hevur havt ein serligan týdning fyri eitt ótal av føroyingum. Ja talan er um 1000’indavís av føroyingum, sum millum ár og dag hava fingið ráð og vegleiðing frá tær um týdningarmikil viðurskifti í lívi teirra.

Vit vilja so fegin hava føroyingar, sum búgva uttanlands, at flyta heimaftur. Tað hevur verið eitt tað týdningarmesta málið hjá okkum politikarum síðstu nógvu árini. Og tað hevur eisini eydnast, og tað er ikki minst tykkum at takka. Ráðgevingin virkar sum ein sambindingarliður millum føroyingar í Danmark og tað føroyska samfelagið. Nettupp tað, at tað verður veitt umsorgan fyri føroyingum í Danmark, og at tað verður gjørt á ein álitisvekjandi hátt, er við til at styrkja tilknýtið til Føroyar. Og tað er júst har, sum tín leiklutur, Randi, á ongan hátt kann yvirmetast.

Fyrst og fremst hevur tú stríðst fyri rættindunum hjá tí einstaka menniskjanum, og tú hevur gjørt tað við virðing og respekt fyri tí einstaka. Tað hevur eydnast tær at finna javnvágina millum sosialt medvit og professionellan integritet, og tað er júst tá, at mál verða rokkin. Allir tær føroysku familjurnar og einstaklingar, sum tú gjøgnum árini hevur hjálpt til eina betri persónliga vælferð, er eisini nakað, ið vit sum samfelag hava notið gott av.

Fyri einum góðum ári síðani var eg á hugtakandi vitjan hjá Ráðgevingini í nýggju hølunum á Norðuratlantsbryggjuni, og eg fekk eitt sera gott inntrykk av tykkum og tað tit gera. Og eg fekk tá eitt gott innlit í arbeiði tykkara.

Eg veit her frá Almannamálaráðnum, at hoyringsviðmerkingar frá Ráðgevingini altíð eru væl grundaðar og bera brá av einum heilt serligum innliti – bæði í danska og føroyska lóggávu. Tað, sum er serligt við tínari vitan Randi, er, at hon fevnir so víða. Ikki bara í allar partar av sosialari lóggávu, men eisini nógv annað, tað verði seg í skattaspurningum, skúlaskapi og mongum øðrum, sum er viðkomandi fyri føroyingar uttanlands. Og so er tað altíð fakliga grundfest og miðlað á ein skilligan hátt.

Ráðgevingin veitir í dag eina tænastu, sum ikki fæst aðrastaðni, og sum krevur eina servitan. Tit hava eina servitan, sum røkkur tvørtur um geirar og tvørtur um landamørk. Teir føroyingar, sum hava rent seg fastar millum fløktar danskar og føroyskar skipanir, eru ikki fáir. Men tað valdar stórt álit og virðing um teg og tykkum í Ráðgevingini millum borgarar, myndugleikar og stovnar.

Síðani tú, sum undangongukvinna, var við til at seta Ráðgevingina á stovn í 1984, hevur tú eisini megnað at flutt stovnin miðvíst framá, soleiðis at Ráðgevingin í dag framstendur, sum ein føroyskur varði millum útisetar. Og hetta er av sonnum nakað, sum vit seta stóran prís uppá, og eru takksom fyri.

Vit takka tær Randi av hjarta fyri alt tað, sum tú hevur lagt eftir tær í drúgvari og trúfastari tænastu, og blíðan byr í komandi tíðum og Harrans signing.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Almamannaráðið

Comments

​Marjun Hanusardóttir gevst sum løgmansstjóri í summar

8/4/2021

Comments

 
Picture
Í summar skal Løgmanskrivstovan hava nýggjan stjóra.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst í starvinum tann 1.august 2021.

Løgmansstjórin fylti fyrr í ár 67 ár, og í summar hevur hon røkt starvið sum løgmansstjóri í 25 ár.

Í næstum verður farið undir tilgongdina at seta nýggjan løgmansstjóra.

Løgmansskrivstovan

Picture
Comments

Tilmæli – fram til 10. januar 2021

30/12/2020

Comments

 
Picture
Sum øllum kunnugt mælti leiðslan í fólkakirkjuni til, at ongar gudstænastur vóru um jólini og ársskiftið.

Tilmælið bygdi á tíðindafund Løgmans tann 14. desember 2020, har støðan við atliti at Covid-19 og jólahaldi var umrødd. Jólaaftan var – eftir samskifti við læknafrøðiligan myndugleika – tilmælið longt til nýggjársdag.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur enn einaferð mett um støðuna, nú talið av smittaðum er 64. Í grannalondunum er gongdin við atliti at Covid-19 álvarsom.

Vegna vaksandi smittu verður tilmælið víðkað. Mælt verður til at ongar gudstænastur verða í kirkjunum fram til og við fyrsta sunnudag eftir trettanda, t.e. 10. januar 2021.

Tær kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober 2020.

Við tøkk fyri gott samstarv ynskja vit hvør øðrum eitt av Harranum signað nýggjar!

Tórshavn 30. desember 2020.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Comments

Elsuba og Jógvan á Høvdanum

29/12/2020

Comments

 
Picture
​Vit vilja hervið takka øllum tykkum, sum gjørdu Diamantbrúdsleypsdagin hjá okkum tann 23. apríl 2020 ógloymandi og takk fyri øll sum hjálpi til.

Somuleiðis ynskja vit tykkum øllum eitt gott nýggjár.

Bestu heilsanir Elsuba og Jógvan á høvdanum

Picture
Comments

Skriva kirkjusøgu í Klaksvík: Konfirmasjón við trimum nýføroyingum

10/10/2020

Comments

 
Billede
​CHRISTIANSKIRKJAN: Heystið er tíðin, tá nógvar konfirmasjónir eru á skránni. Soleiðis verður eisini komandi sunnudag, tá tvær slíkar gudstænastur verða í Christianskirkjuni – onnur klokkan 10, og hin klokkan 12.

Hesaferð eru 17 ungdómar sum skulu konfirmerast í Klaksvík við gudstænasturnar, sum sjálvandi vera skipaðar eftir øllum tilmælum um gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni.
Við fyrru gudstænastuna verða átta konfirmantar, meðan níggju ungdómar verða fermdir við ta seinnu. Og tað er við seinnu gudstænastuna, at føroysk kirkjusøga verður skrivað:
Her verða nevniliga trý ungfólk úr tveimum londum í Fjareystri fermd, saman við seks føroyingum.

Hesi trý hava gingið til prest hjá Marjuni Lómaklett í serligum holdi, og eru nú komin hartil, at tey ynskja at játta sína dópstrúgv fyri Gudi og monnum.

- Sum eg havi fingið upplýst, er hetta fyrstu ferð at føroyska kirkjan fer at hava eina konfirmasjón við trimum nýføroyingum og á jøvnum føti við føroyingar. Vit hava av og á fermt útisetar úr øðrum londum, og sum ynskja at hetta skal gerast í teirra egnu kirkju.
- Men hesaferð eru tað trý ungfólk sum búgva í Klakfersvík, og sum nú verða fermd her. Ja, hetta verður ein serstøk løta, greiðir Marjun Lómaklett, prestur frá.

Nevnast kann eisini, at konfirmantarnir fara til altars undir somu gudstænastu.

SO DEILIGT AT HAVA JESUS!
Hesi trý, sum vit lata vera ónevnd og uttan at nevna heimland teirra, siga seg hava lært sera nógv hesar dagarnar saman við Marjuni og hinum konfirmantunum.
- Vit hava lært sera nógv um Bíbliuna; hvat hon inniber av bókum, og at hon er býtt upp í kapitlar og vers, eins og vit hava fingið kunnleika um innihaldið, søgurnar og øll líknilsini.

- Harafturat hava vit lært um bønina Faðirvár, trúarjáttanina, sakramentini, kristnu hátíðirnar, og hendingar, tekstir og litir í kirkjuárinum. Jú, hetta hevur verið áhugavert og nýtt fyri okkum, sláa tey fast.

Ein áhugaverdur spurningur til teirra er, hvat Jesus hevur at týða fyri tey í gerandisdegnum. Svarini frá teimum koma beinanvegin: Hann er kærleiki, og Hann gevur teimum vón.

- Eg kenni meg elskaðan. Hóast eg onkuntíð kann kenna meg keddan og einsamallan, so føli eg meg elskaðan av Gudi. Eg finni ugga og kærleika og vón í evangeli’inum, ið merkir "gleðiboðskapur".
 
- Tað er deiligt at hava Jesus. Eg haldi, at tað er stórt, at kristindómurin lærir teg, og biður teg "at elska Gud og næstan"! Hetta veitir mær stóran tryggleika, ljóðar svarið.

NÝTT KAPITTUL
Felags fyri hesi tríggjar nýføroyingarnar er, at tey hava búð her í umleið eitt ár, og tosa tí ikki ræðið føroyskt enn, men vilja altso nú fáa eina føroyska konfirmasjón.
Undirvísingin fyri teimum hevur tí í fyrsta lagi verið fyri seg, og í øðrum lagi verið á enskum máli, bæði tá talan er um trúarjáttanina, bønina Faðirvár og annað sum ein føroyskur ungdómur annars lærir, tá hann gongur til prest.
- Alt hetta kemur sjálvandi eisini at merkja gudstænastuna sunnudagin. Hon kemur at vera sum ein vanlig gudstænasta, tá konfirmasjón er. Men tá hesir tríggir ungdómarnir verða fermdir, fer tað at ganga fyri seg á enskum máli.
- Hetta hevur sjálvandi verið ein avbjóðing fyri meg sum prest – men kortini ein spennandi avbjóðing, tí tey jú ikki hava somu ”bakgrundsvitan” sum føroyingar, sum er vanir við bíbliusøgur í skúlanum, sunnudagsskúlanum og aðrastaðni, sigur Marjun.
Fyri hana hevur tað eisini verið áhugavert at greiða teimum frá, hvat tað vil siga at vera kristin í dagsins samfelagi, í mun til um ein hoyrdi til ein annan átrúnað.
- Eg haldi, at tey hava verið sera ófør at lurta eftir og læra, eins og tey hava møtt trúfast upp til undirvísingina. Nú fara vit at skriva ein nýggjan kapittul í føroyskari kirkjusøgu.
- Hetta er so tann fyrsta konfirmasjónin av slíkum slagi. Men eg vóni so sanniliga ikki, at hon verður tann seinasta!

Orð: Snorri Brend
Mynd: Marjun Lómaklett

Kelda: Fólkakirkjan

Billede
Comments
<<Previous
Forward>>

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.