NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Satans endatíðar grønslímuta sodomitiska glíðibreyt í trimum stigum niður til helvitis:

19/12/2018

Comments

 
Billede
​Stig 1 Fáa fólk at góðtaka kynsskifti. Orð til agn: Kærleiki.- sannleikin er, at eingin kann skifta kyn, tí kromosom og DNA eru óbroytilig
Stig 2 Nú fær hann fólk at góðtaka transvestitismu
- tí at sannleikin er, at kynsskiftingar eru transvestar; tí at teir hava ikki skift kyn
Stig 3 Nú fær hann fólk at góðtaka sodomusyndina (sodomi)
- tí at sannleikin er, at transvestar eru sodomitar

EG GÓÐTAKI EINKIÐ AV OMANFYRISTANDANDI.
HATTA ER ALT EIN SATANS LYGN; FRÁ 1 TIL 3; FRÁ A TIL Z!

Far ikki tú útá Satansa glíðibreyt; tú glíður heilt niður til helvitis.

Ávaringinaa hevur tú í Guðs orði, í Judas vers 7:
Enntá sum Sodoma og Go-mor´-rha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til siðloysis, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.
(Judas v. 7 FKJ)

Sjúrður-FKJ-Højgaard.

Comments

Hví skal ALT vera so stórsligið í Føroyum ..?

12/11/2018

Comments

 
Billede
Nú eg siti einsamallur her í stóra London og fái mær ein góðan kaffimunn, so rennur mær í huga fleiri ting um okkara høgt elskaða Føroya land - og eitt nú, hugsi eg - hví ALT skal vera so stórsligið í Føroyum ..?

Havi vit mist tráðin yvir - hvussu lívið plagdi at vera ..? Sum t.d. í Klaksvík eru nærum ongir smáir handlar eftir og tað einasta vit tonkja um, er at byggja tað størri & vakrari enn Havnin. Men samstundis sum vit byggja størri & vakrari, jú minni sjarmu fáa vit fyri tey lokalu fólkini, sum dagliga búðleikast í Klaksvík.

Og tað eru heldur ikki bara handlar eg tosið um - men so sanniliga eisini hús, bilar osv. osv. Eg fari nú ikki, at blandað meg uppí - hvussu tú hevur planir um at byggja tíni hús, men hvat skalt tú gera við eini hús, sum er 130 m2 pr. hædd (3. hæddir) við nógvum trappum, tá ið tú verður gott 70 og børnini eru flutt út ..? Álvaratos, er hetta ikki eitt sindur ov nógv av tí góða ..? Hvar er "hyggan" blivin av ..? Hví ALT so stórsligið ..?

Sjálvt í Biskupstorginum er ALT stórsligið og tað man vera fáur næmingur, sum fer at hava ráð at búgva í tí stásiliga Torginum. Hevði tað ikki verið uppá sítt pláss, at bygt leiligheitir í Føryoum til næmingar - so at teir fara at hava ráð at búgva har ..? Og hvør sigur tað, at tað endiliga skal vera næmingar, sum búgva í slíkum leiligheitum ..? Tað kann jú eisini brúkast til fólk, sum hava ilt við at fáa endarnir at røkka saman, sosum einligar mammur og pápar - ja, enntá støk fólk, sum gjarna vilja hava sín egna lítla bústað.

Billede
Tað er ikki einans volapykk, sum eg tveiti eftir tykkum. Soleiðis sær mítt kamar út á Scape, N. Greenwich í London og er tað ikki nógv meiri enn 20 m2 í stødd.

Her er hvør ein cm væl útnyttaður (sjá fleiri myndir niðafyri av Scape) og faktist hevur ein næmingur sum eg - slett ikki brúk fyri meira. Tað einasta, sum er minus við hesum - er at her er talan um London og sum teim flest kunnugt - er tað ógvuliga dýrt, at búgva í London. Men stutt sagt, so havi eg ALT - har er vesi við brúsu, ein mini køkur, eitt tekniborð og ein stór song. Allir hentleikar í tínum egna rúmið og absalutt ikki nakað stórsligið nakað, sum eg haldi - at føroyingar burdu bygt til fólk í Føroyum, sum hava tað trupult økonomiskt.

​At búgva í Biskuptorginum (er mær fortalt) kemur at kosta góðar 8.000 kr um mánaðin og talan er also um góðar sera nógvar m2 av giga-stórum leiligheitum. Og tá tosað vit also um ein prís, sum javnvigar seg við at búgva í London ..? Er tað rætt - ella er tað aftur her, at vit hugsað alt ov stórsligu um okkara smáu vøkru deiligu Føroyar ..? Nei, ikki veit eg - eg vildi hugsað, at ein næmingur hevur ikki ráð, at rinda nógv meira enn góðar 2 - 3.000,00 kr um mánaðin og fyri at tað skal henda, so vera leiligheitirnar noyddar at vera bygdar smærri og samstundis eisini hugsurnarhátturin hjá føroyingum ikki vera so stórsligin.

Kanska eru vit for sein, at gera nakrar broytingar í Føroyum ..? Kanska er tað blivi soleiðis, at um tú ikki tjenar góðar 400.000,00 kr um árið í Føroyum, so hevur tú als ongan kjans at liva har ..? Tað lítla samfelagið er brádliga blivi stórt og stórsligin fongur - er einans tilrættaður til tann ríka framkomna føroyingin. Tey fætøku skula ikki hava meira - so leingi tað eru tey ríku, sum ráða yvir - hvussu samfelagið er skrúva saman, right ..? Og fer nakar veruliga at lurtað eftir einari "fattig-lus" í London ..?

Neyvan - men so havi eg sagt mína hugsan og so leingi, sum ein enn kann gera tað - geri eg júst tað!

JáH (y) 13.11.2018

Comments

Sjúrður Højgaard: Lat meg taka bjálkan úr tínum blinda eyga viðvíkjandi døming (Video)

9/4/2018

Comments

 
Billede© Sjúrður Højgaard
Sjúrður Højgaard hevur sum kunnugt sera kraftigar meiningar, tá ið tað snýr seg um trúgv og úr Youtube klippinum niðanfyri, so tosar hann góðar 50 minuttir - hvat Bíblian hevur at siga um fordøming, har hann eisini leggur sína egnu kraftigu meining inn.

Soleiðis skrivar Sjúrður Højgaard um fordøming á hansara Youtube kanal:

Eg tilogni hetta innslagið øllum missiónsfólkum, baptistum, og pinsum, sum siga at eg dømi órættligani, men sum sjálv ikki vita fyrsta ting sum er at vita um nær døming kann finna sær stað, og nær døming er rong, av tí at tey samanbera ikki skrift við skrift, men hyggja uppá eitt eittans vers (Matthæus 7:1) einsamalt.

Tey eru við øðrum orðum snævurskygdir, trongskygdir, blindir dømarar sjálvi (av mær), uttan at vita um hvat tey tala. Eg veit tað er so, tí eg kenni meginstreyms bíbliu-vanvirðandi kristindóms-humbukkið innanífrá.

Hjá einum og hvørjum prædikumanni ikki at siga akkurát sum er, er at villleiða fólkið niður í helviti. Tað vil eg heilsa tykkara bispi, og geva hann upp til Satan til oyðingina av kjøtinum, í Jesu navni.


​Ógvusligu orðini hjá Sjúrða Højgaard eru ikki til sartar sálir og tolir man ikki prædikutalur um fordøming, so er klippi niðanfyri absalutt ikki til tín.

JáH (y) 10.04.2018
Kelda: Sjúrður Højgaard 09.04.2018 

Comments

Gud signi Føroyar og Zarepta

27/2/2018

Comments

 
Billede
​Tá eg tórskvøldið hugdi eftir sendingini, “Gud signi Føroyar”, ið mest snúi seg um Zarepta, má eg viðganga, at eg siti eftir við sorg í hjarta mínum.

Sjálvur havi eg notið ómetaliga nógv gott av legunum, sum byrjaðu við Áir í 1965, og fluttu til Vatnsoyrar í 1967. Seinni havi eg hjálpt til á legunum til eg í 1988 kom í leiðsluna, sum eg var í í 25 ár, til í 2013.

Og, eg spyrji meg sjálvan, sum sendingin gav úttrykk fyri, um tað veruliga er so, at vit hava forskrekt mong børn. Er tað veruliga so, sum sendingin mest snúi seg um, at hetta arbeiði leggur áherðslu á ein boðskap, sum bert elvir til ótta og sálarkvøl! Er veruliga so lítið gott í hesum arbeiði, sum eg, saman við mongum øðrum, hava lagt míni bestu ár í?

Vegleiðingar til leiðarar og starvsfólk!
Ynski mítt er at gera nakrar viðmerkingar til sendingina, men skal eg fyrst greiða frá leguarbeiðinum, sum mong okkara hava lagt okkum eftir at útinna samvitskufult og á ein kærleiksfullan hátt.

Tíðliga hava legurnar havt stuttar vegleiðingar og endamálsorðingar, fyri at tey, ið komu á legu, skuldu hava eina góða uppliving.

Síðan, sum arbeiðið vaks, fóru vit í holt við at skriva fleiri nágreiniligari vegleiðingar til leiðarar og starvsfólk, og var hetta fyrst í 90-unum. Hesar verða lisnar saman við áðurnevndu við hvørja legubyrjan, fyri at vísa á rættan atburð og framferðarhátt mótvegis børnum og ungum.

Eisini eru gjørd andaksheftir, sum leiðararnir brúka til morgun- og kvøld andaktirnar, alt fyri at hjálpa leiðarunum, tá teir læra børnini og tey ungu. 

Endamálið við legunum í Zarepta.
Tað man ikki vera nakað ivamál fyri nakran føroying, hvat ið er endamálið við legunum, sum vit eisini síggja á heimasíðuni hjá Zarepta:

Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.

Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siðiliga atferð og at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði.

Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og fjørbroyttum frítíðarítrivi. 

Vegleiðingar.
Hóast tað negativa, sum kom fram í sendingini tórskvøldið, so er tó endamál okkara at vísa børnum og ungum á kærleika Guds soleiðis, at tey kunnu koma at kenna Hann, sum elskaði tey og gav Seg sjálvan fyri tey.

Hetta verða støðugt bæði leiðarar og starvsfólk mint á at gera við virðing fyri barninum, sum hetta brot úr vegleiðingini eisini vísir á: 

Farið varisliga við viðkvomu barnasálunum, sum tykkum eru litnar í hendur. – Kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða.

Verið umhugsin, hvussu tit tosa við barnið um frelsuna. Tað er umráðandi, at tit á ein einfaldan hátt greiða frá øllum tí grundleggjandi frelsuni viðvíkjandi, soleiðis, at barnið sjálvt skilir, at tí tørvar at verða frelst.

Leggið áherðslu á kærleika Kristusar og tað himmalska soleiðis, at tey fara at leingast eftir at kenna Kristus sum Frelsara sín.

Vit eiga ikki at krógva burtur, at tað er eitt stað, sum vit mugu verða frelst frá. – Tó mugu vit ikki trýsta barnið, hvørki við ógvisligum orðum um fortapilsið ella við ræðandi frásøgnum.

Gleði og ótti!
Vit vita, at tað eru mong, ið eru farin signaði og glað aftur av legunum. Tey høvdu ein góðan leiðara, sum kærleiksfult greiddi teimum frá kærleika Guds og sum gjørdi, at tey upplivdu tryggleika á leguni.

At eingin slíkur slapp fram at í sendingi, undrar meg! - Spurningurin er, hvussu góður journalistikkur, ið tað er, bert at taka tað fram, sum ikki eydnaðist so væl!

Men, tað er eisini ein veruleiki, sum sendingin legði so stóra áherðslu á, at nøkur eru farin óttafull aftur av legunum.

Hóast vit í einum slíkum arbeiði royna at minna á, hvussu vit eiga at fara at mótvegis børnunum, so er tað tó soleiðis, har menniskju eru, at mistøk verða gjørd. Onkur er farin um mark við at nýta ógvislig orð. Onkur er farin inn á evnir, ið ikki hóska at viðgera saman við yngru børnunum. 

Men, tað er júst hetta, ið vit leggja okkum eftir at forða fyri. – Og, tá vit eru blivin varðug við, at onkur er farin um hetta mark, hava vit altíð viðgjørt tað í størsta álvara.

Og, eg vil, eftir at eg í mong ár var í leiðslu í Zarepta, biðja inniliga um umbering í teimum førunum, har leiðarar og onnur ikki hava vandað sær um, hvussu tey hava tosað við børnini. 

Ymiskir aldrar.
Tað hevur nógv at siga, sum tað eisini kom fram í Degi og Viku fríggjakvøldið, hvussu vit tosa við teir ymisku aldrarnar. Arbeiði í Zarepta spennir heilt frá børnum og til vaksin fólk.

Munur er á einum 8-10 ára gomlum barni og einum 14-16 ára gomlum unglinga. Vit kunnu ikki altíð brúka somu orð og myndir, men eiga at taka hædd fyri, sum vit nevna í vegleiðingunum, at børn og ung eru viðkvom.

Vit eiga altíð at tosa varðisliga og kærleiksfult við børnini og tey ungu. At royna at ræða nakran til eina avgerð við at vera ógvisligur, er ongantíð rætt.

Vit mugu minnast til, sum vit lesa í Bíbliuni (1. Kor. 3), at okkara uppgáva er at sáa Orð Guds, og at tað síðan er upp til Gud at geva Orðinum vøkstur.

Trupuleikar á 10 ára legu.
Vit hoyrdu um 10 ára gamlan son, sum bleiv so ræddur. Eg veit ikki, um mamman, sum var við í sendingini, tosaði við leiðsluna um tað, ið sonurin var úti fyri. Men, um illu andarnir veruliga blivu útpenslaðir soleiðis, so átti leiðslan at fingið hetta at vita, so hon kundi rættleitt leiðaran.

So var ein eldri kvinna nevnd, sum av talarapallinum skuldi hava sagt, at: “hon fyrr um dagin hevði staðið og hugt út yvir alla fjøldina av spælandi børnum á spæliplássinum og at hon bleiv so kedd tá hon sá tey av tí, at hon visti, at nógv av teimum komu ikki til Himmals, men fóru direkta í Helviti”. – Eg má siga, at tað undrar meg, um hetta var júst so! Eg fái meg illa at trúgva, at hon hevur málborið seg soleiðis, og kundi eg tí hugsað mær at fingið at vita, hvør hon var, so eg kundi spurt hana um hetta.

Sálarligur ágangur! 
Tað er ongantíð rætt at hótta nakran at venda við til Harran, og hetta leggja vit áherðslu á í Zarepta. 

Føroyingasøga sigur okkum, at Sigmundur Brestison nýtti slíka skeiva framferð ímóti Tróndi í Gøtu. Hann hótti hann enntá við lívinum, um hann ikki læt seg doypa.

Eisini hava mong sonn kristin, ið ynsktu at fylgja læruni í Bíbliuni um m.a. dóp av trúgvandi, í øldir útstaðið ræðuligar atsóknir frá teimum etableraðu kirkjunum. Hesi vóru atsøkt og enntá dripin av tí, at tey ikki vildu boyggja seg fyri læruni hjá ávikavist tí katólsku og tí Luthersku kirkjuni. Og børnini vóru mangan tikin frá foreldrunum og tvangsdoypt.

Slík framferð er fremmand fyri boðskapinum, sum vit finna í evangeliinum.

Í Zarepta leggja vit okkum eftir at kunngera kærleika Guds í Kristusi fyri børnunum og ynskja vit ikki at trýsta nakran til nakað.

Ógvusliga hóttanin!
Eg má persónliga siga, at ógvusligi málbururin hjá Sjúrði Skaale um dreingirnar, um teir ikki trúðu Bíbliuni, at: “so skuldu teir brennast í Helviti altíð”, er fullkomiliga fremmandur fyri mær, tá eg hugsi um legurnar, sum byrjaði við Áir og hava hildið fram í Vatnsoyrum.

Sjálvur kom eg til persónliga trúgv á Harran Jesus sum 11 ára gamal. Eg minnist bert kærleika og hjartalag teirra, ið kunngjørdu okkum boðskapin um Jesus, sum kom til jarðar og gav Sítt lív fyri okkum fyri at frelsa okkum.

Góðska og kærleiki Guds til mín í Kristusi, sum leiðarar og starvsfólk vístu mær á, gav mær hug at trúgva á Jesus. 

Neyðugt at forskrekkja?
Tá parturin við miðaldarligu myndunum um illar andar og Helviti verður sett saman við úttalilsunum hjá leiðsluni í Zarepta, er niðurstøðan hjá Heina: “Við øðrum orðum tykist leiðslan á Zarepta at halda, at ágangandi boðskapurin um Himmal og Helviti, sum loypir ótta á børn og ung, er ein fastgrógvin partur av boðanini í Zarepta.”

Men, hetta tykist at vera ein manepulerandi niðurstøða! Mær tykir, at tá leiðslan í Zarepta úttalar seg, er tað meiri generelt um ótta og ikki í sambandi við 8-12 ára gomul børn.

Vit vita tó øll, at ótti onkuntíð kann vera gagnligur í lívsins viðurskiftum, av tí, at hann fær okkum at taka nøkur fyrilit, so at vit ikki koma til skaða.

Men, at hetta er framferðarhátturin mótvegis børnunum í Zarepta, kenni eg einki til.

Jú, sum áður nevnt, eru nøkur farin um mark, men at hetta er generelli framferðarhátturin í boðanini av evangeliinum fyri børnunum, er ein rong niðurstøða!

Indoktrinering.
Tá tað kemur til indoktrinering, kunnu vit altíð diskutera, hvat ið tað er. Í veruleikanum kunnu vit siga, at alt, ið verður lært í samkomum, kirkjum, skúlum og heima er eitt slag av indoktrinering.

Tí er tað sera álvarsamt, hvat vit læra okkara børn og ungu. Og, serliga álvarsamt er tað, ið foreldur og avvarandi leggja niður í børn síni.

At vera einum barni til ástoyt, er ómetaliga álvarsamt, sum Jesus eisini leggur áherðslu á, tá Hann sigur: “Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.” (Lk. 17:2).

Ja, tað er ómetaliga álvarsamt at vera teimum smáu til ástoyt – og serliga við at forða teimum at koma til Jesus, so tey kunnu verða frelst!

Jóhannes 3:16-18.
Tá Jesus tosaði við Nikodemus, sum ikki var nakað barn, men ein væl lærdur maður, gav Hann okkum kendasta ørindið í Bíbliuni:

“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

Boðskapurin í hesum ørindi er um kærleika Guds til okkara, har Sonur Guds læt lív, fyri at geva okkum ævigt lív. – Men, legg merki til, at ørindið eisini inniheldur tað, ið Jesus kom at frelsa okkum frá – fortapilsinum.

Legg síðan merki til, hvat ið ikki var endamálið við komu Jesusar og hvat ið var endamálið: “Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.”

Síðan vísir Jesus á, hvussu okkara persónliga støðutakan til Hann ávirkar framtíð okkara: “Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.”

At dómur er fyri framman, er nakað, ið Jesus talar um í øllum evangeliunum, og er hetta orsøkin til, at Hann kom til jarðar og gav lív Sítt - fyri at kunna bjarga okkum frá dóminum.

Signingar evangeliums!
Tað er ein veruleiki, at hin kristni boðskapurin hevur verið til stóra signing fyri heimspart okkara og fyri land okkara.

At tað ikki altíð hevur verið farið fram við vísdómi, er eisini rætt, men har ið boðskapurin um Jesus Kristus og Hann krossfestan vann fram, vóru fólkasløg lyft upp úr vesaldómi og vánaligum lívi.

Vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu land okkara hevði sæð út, um hesin boðskapur ikki var komin til oyggjar okkara. Hann hevur havt eina ómetaliga góða ávirkan á øll øki í samfelagnum.

Kendi enski høvundurin og professarin, C. S. Lewis, sum upprunaliga var gudsavnoktari, men sum seinni gjørdist kristin, hevur sagt, at “tey, sum hava gjørt mest fyri hendan heim, eru tey, sum hava verið mest upptikin við hin komandi heim.”

Vónandi kemur hesin boðskapur um kærleika Guds í Kristusi framvegis at sermerkja land og fólk okkara!

Bøn mín og ynski er, at vit øll skulu duga betur og betur at bera góða boðskapin um Jesus Kristus og Hann krossfestan fram, í álvara og í kærleika – bæði fyri børnum og vaksnum!

John í Skemmuni.

Comments

So nei tú, eg fari enn enn at eta grind !!!

25/1/2018

Comments

 
Billede
Herfyri so kom ein faldari í postkassan, har yvirheitið á faldaranum varð: Heilsuvandi: Grind kann skaða heilsu tína! 

Tað tykist eitt sindur løgið, at ein enn verður bumbaður við ávaringum hvussu farlig ein grind kann vera at eta - og í júst sama faldara stendur ikki eitt orð um - hvussu eitt nú bomm, fast-food og sodavatn kann vera fyri tína heilsu ..?

Í faldaranum stendur eisini, at ein kann fara at vitja heimasíðuna www.grindahvalur.org og har síggji eg eisini, at tað er ikki einans farligt, at eta grind - men synd í hvalinum, tí at vit velja at drepa henda hvalin, sum annars svimur fríður alt sítt lív (sum er meira enn hvat eg kann siga um onnur djór, sum vit eisini eta).

​Rúni Nielsen skrivar soleiðis á heimasíðuni:

"Eg arbeiði í løtuni sum matvøruráðgevi, men eg havi eisini arbeitt við djóravælferð, og seinastu árini eri eg farin at stúra meira um framtíðina við grindadrápi í Føroyum.

Eg eri sjálvandi áhugaður í matvørutrygd, men eg eri eisini harmur um djórapínsluna í sambandi við drápið og hóttanina ímóti djórunum, ti vit minkað um arvagóðsi í stovninum. Eg eri vorðin meira áhugaður í hvalunum, og jú meir eg læri, meir finni eg útav um, hvussu merkisverd hesi djórini eru, og eisini um hóttanirnar ímóti teimum.

Eg haldi at tíðin er búgvin at umhugsa eina øðrvísi framtíð, bæði fyri hvalir og føroyingar."

Billede
Her verður eisini skrivað svart uppá hvítt, at vit føroyingar eiga at gevast við at drepa grind - tí tað er so synd at drepa grind ..? Í dokumentar filminum Grindahvalur - verður dúgliga tosað um stórhval, sum er í ferð við at doyggja út - og verður hesin sami stórhvalurin blandaður saman við tí vanliga grindahvalinum, sum er alt annað á veg til at doyggja út. Hetta er sjálvandi ein máti, at spæla við kenslurnar hjá fólkið og fáa fólk at hugsa seg um - áðrenn tey fáa sær tann leskiliga tvøstabitan í búkin ..!

Men hetta er okkara mentan og hetta hevur hildið lív í mongum føroyingum. Og eisini nú - har ikki stendur so væl til hjá familjum økonomiskt - hava føroyingar notið væl av grindini. Vit eiga ikki at gloyma, at djór eru djór - og tey eta vit dagliga - uttan at spyrja eftir hvat fyri navn djóri hevur. Eg sjálvur síggji hvalin, sum eina gávu frá Guði - og hvør eri eg, at siga nei takk - tá ið Guð hevur givið mær eina gávu ..?

Vit drepa heldur ikki tað villa av grindini og er talan um áleið 800 til 1000 hvalar árliga og tað lítið at tosað um, tá ið tað svimja áleið 600.000 grindahvalar um okkara leiðir. Vit drepa sostatt minni enn 1 % av grindahvalinum, sum svimur um okkara leiðir og ferðvinnan merkir heldur ongan sviða av hesum. Tey ferðafólkini, sum eg persónliga havi tosað við - halda at tað er sera áhugavert, at vit føroyingar enn veiða og eta grind. Tey døma okkum ikki og halda at tað er serstakt, at vit halda fast um okkara mentan. Ja, kanska ferðvinnan enntá er vaksin - grundað av tí, at vit enn tann dag í dag veiða og eta grind ..? 

Billede
​Tað er sannlíkt, at tað kann vera farligt at eta ov nógv tvøst og spik - tí at havið er dálkað ov nógv. Men mær vitandi, so eta føroyingar heldur ikki so nógva grind, at ein etur hetta hvønn dag. Barnakonur eru totalt givnar við at eta tað og tann vanligi føroyingar fær sjálvdan ein grindabitan í munnin. Frá 1. juni 2011, segði Heilsufrøðiliga Starvstovan at føroyingar ikki skuldu eta livur frá grindahvalinum og ei heldur eta grind meira enn eina ferð um mánaðin - og tað eru heldur ikki nógv fólk, sum eta grind meira enn eina ferð um mánaðin, skal eg líka heilsa og siga. At eta grind & spik er jú ein máltíð, sum ein gjarna ikki skal blíva troyttur av - og tískil so velur man at eta grind til serstøk høvir.

Og tá ið alt hetta er sagt - so er tað mær undurnarvert, at ikki eitt orð verður tosað um upp-pumpaðan mat og annað svans, sum vit kýla í holið hjá okkara børnum og ungdómi. Her verður einans tosað um, at GRIND er SYND og tað mást tú ikki eta. Hvalurin er so vakur at lýða á - og vit áttu heldur at HUGT eftir hvalinum - ístaðin fyri at TUGT hvalin ..? Argumentini fyri, at vit absalutt ikki skula eta grind - tí at hetta er ein so vakur hvílur at lýða á - eru eftir mínum tykki - ikki haldbar. Eg haldi jú eisini at ein kúgv er vøkur at lýða á, men serverar tú mær kúgvuna á borði, so eti eg hana gjarna - uttan himpr!

​Og tá ið nú Heilsufrøðiliga Starvstovan sigur tað soleiðis, at eg saktans kann eta grind og spik eina ferð um mánaðin ... jamen, so geri eg eisini tað. So nei tú, eg fari enn enn at eta grind !!!


​Jógvan á Høvdanum (yngri) 25.01.2018

Comments

Ímeðan vit bíða eftir Deyðanum (part II)

21/10/2017

Comments

 
Billede
Í bæði 2016 og 2015 hevur undirritaði skrivað greinar um byrgingina tvørturum Haraldssund og hvussu farlig henda byrging kann vera, nú veðrið er broytt til tað verri tey seinastu árini.

Les eisini: Klárt at bjóða út - men eingir pengar

Fyrr í ár varð tað staðfest av Landsverk, at byrgingin kom at kostað 35 milliónir krónir, sum er ein hæðkan av játtanini uppá 5 milliónir krónir, sum tá varð góðar 30 milliónir krónir. Men enn er onki hent, sjálvt um Landsverk hevur boða frá, at tað hastar at gera byrgingina tvørturum Haraldssund íordan, tí sum nú er - kann byrgingin saktans vera ein deyðsfella fyri tey sum dagliga koyra tvørturum byrgingina.

Og hví skal slíkt arbeiðið bíða ..? Byrgingin sum er frá 1986 er nærum onki gjørt við og tað kostar Landsverk nógvan pening, at viðlíkahalda eina slíka byrging, sum er í so ringum standi. Og undirritaði heldur, at tað vera undurnarvert, at ongir peningur er til taks, tá ið tað snýr seg um trygdina hjá menniskjum. Vit hava jú ráð at gera undirsjóvatunnlar kring alt Føroya land - so hvat hava 35 milliónir at týða, tá ið vit í veruleikanum tosað um TRYGDina hjá menniskjum og tað er sum sagt, nakað vit eiga at gera nakað við í stundini.

Billede
Og sum tú sær á myndini til høgru, so kann tað vera sera vandamikið at koyra tvørturum, tá ið hvassir lutir koma sendandi ímóti tær í ódnarveðrinum.

Tað varð longu í 2012, at Landsverk mælti til, at arbeiðið um byrgingina skuldi gerast alt fyri eitt og landsstýrismaðurin Henrik Old segði enntá, at arbeiðið varð klárt at bjóða út - men ongin peningur varð tøkur til tess ..? Nei, hetta skilur undirritað absalutt ikki og er hetta absalutt ikki nakað, sum vit hava tíð at bíða eftir.


Við vón um, at arbeiðið við byrgingin skjótt fer at byrja!

Jógvan á Høvdanum (yngri) 22.10.2017
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu  ​

Comments

Vinnarar av uppboðssølu av fiskirættindum fara konkurs

6/4/2017

Comments

 
Billede
Tað at eiga hægsta boð á einari uppboðssølu er hvørki trygd fyri kappingarføri ella avlopið. Sum oftast er tað beint mótsætt.

 Nú spenningurin um uppboðssølu av fiskirættindum er í hæddini, er kanska passandi at vísa á, hvat úrslitið vanliga er av slíkari uppboðssølu.

Nú fari eg í stuttum at greiða frá, hvat hendi fyri uml. 20 árum síðan, tá uppboðssøla var av rættindunum til mobilt telefonnet í Europa og USA.

Hetta hildu fleiri lond verða eitt gott hugskot at bjóða út. Men sjálvandi hugsaði eingin um, at tað er kundin, sum at enda fær rokningina. Palliba skal gjalda. Antin betalur hann alt ov nógv fyri telefonsamtalur ella eisini hækkar rentan á húsalánum og brúkslánum, soleiðis at bankin fær tað aftur, sum hann hevur mist aðrar vegir, um ikki skrædlið er so stórt, at landskassin má yvirtaka bankan og senda rokningina til palliba.

So at siga øll feløgini, sum vunnu á uppboðssøluni brendu fingrarnar. Nógv av teimum so illa at tey eru ikki til meira. Áðrenn vit koma til katastrofuna hjá teimum 13 vinnarunum av uppboðssøluni skrivi eg nøkur orð um hvat hendi í Europa. Og tað var nógv verri enn í USA.

British Telecom, France Telecom og Deutche Telecom hava økt skuldina munandi tí tey bjóðaðu alt ov nógv á uppboðssøluni. Skuldin hjá British Telecom øktist 171 millardir úr 81 milliardum upp í 252 millardir. France Telecom økti skuldina við 104 milliardum og Deutche Telecom økti sína skuld við 134 millardum. Vodafone økti sína skuld 40 milliardir. Felags fyri allar var at skuldin øktist nógv og rentan á lánum hækkaði.

Men ein minst líka stór avleiðing fyri hesi stóru feløg var, at tey ikki høvdu pengar til at gera íløgur fyri. Tey vóru eisini so veik, at tað bar ikki til at hækka partapeningin. (uttan at virði hjá verðandi eigarum fór fyri einki.) Tí blivu íløgur ikki gjørdar og útjaðarar hava avolda net og vánaligt og í støðum einki mobiltelefon samband.

Í USA vóru 13 vinnarar av rættindum, sum seld vóru í 1995-1997. Úrslitið hjá teimum var soleiðis:

AT&T Wireless                                                                   Stórt felag,fleiri virkisøkir og er til enn

AlTel Mobile                                                                       Stórt felag, sum bert keypti smávegis

Next Wave Communications                                             Konkurs árið eftir

Pacific Telesis Mobile                                                     Vánalig fíggjarstøða og selt í 1997

PCS Primeco                                                                       Deilt sundur millum onnur, Fallit

DCR PCS                                                                               Konkurs 1997

GWI PCS                                                                              Konkurs Januar 1998

BD-PCS                                                                                 Insolvent

C.H.-PCS                                                                              Insolvent

OmniPoint                                                                          Vánalig fíggjarstøða, samanlagt 1999

Magnacom Wireless                                                       Konkurs 1998

Sprint Com                                                                          Stórt felag, til enn. Keypti smávegis rættindi

Bell South Wireless                                                         Stórt felag, til enn. Keypti bert smávegis

Upplýsingarnar havi eg fingi frá ymiskum keldur. Harímillum onkrari bók.

Og slíkt ætlar onkur at lokka nýggjar aktørar til. Enntá við at selja rættindi upp á krit! Landskassin fær einki. Nýggju aktørarnir missa alt teir eiga. Teir einastu sum fáa nakað burtur úr verða advokatar við speciali í konkursrætti.

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

Endurlýsing eftir aðalstjóra?

8/6/2016

Comments

 
Billede
Sambært skrivi frá Marjun Hanusardóttir, so hevur løgmaður tikið avgerð um at lýsa av nýggjum eftir aðalstjóra til Vinnumálaráðið sambært § 5 stk. 5 í tænastumannalógini. Í Tænastumannalógini stendur: Stk. 5. Heldur landsstýrið, at eingin av umsøkjarunum, ið søkt hava lýst starv innan ásettu tíðarfreist, er nóg væl skikkaður til starvið, ella at nýggj lýsing kann elva duguligari monnum at søkja, skal starvið verða lýst av nýggjum.

Á heimasiðuni hjá Løgmanni, www.tinganes.fo, stendur: 
​
Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum.
 http://www.lms.fo/kunning/tidindi/adalstjorastarv-verdur-lyst-av-nyggjum/

Tað skal meira enn góður vilji til at meta hetta sum sakligt.

Annars kann samrøða við John Rajani, sum leggur dent á tað sakliga ella manglandi sakligheit, hoyrast her: https://r7.fo/savn/

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

Nú vit álíkavæl tosað um Jól !!!

24/12/2015

Comments

 
Billede
Nú er stressi um at vera av - og fólk hava fingið keypt sær gávur, sum tey nú settu sær fyri at gera.  Nú skal skjótt etast & pakkast upp fyri allar pengarnir.

Jú, gaman í - nú er so tann 24. indi Desember, og um skamma stund, so fara vit øll at skræða í okkum dunnir, jólagreyt og mangt mangt annað. Hetta er also tíðin, at tað er sera ringt at vera uppá slanki kur (ikki tað, at eg havi brúk fyri tí, hehe) men hetta er eisini tíðin, har vit so smátt fara at minnast aftur á - hvønn vit hava mist ella hvønn vit hava fingið.

Hetta er ein myrk & buldrutt tíð fyri summi. Og tað eru heldur ikki øll í Føroyum, sum síggja so ljóst uppá jólini heldur. Mong eru tey, sum fara svong til songar í kvøld og uppaftur onnur ynskja gjarna, at ongin jól vóru.

Men fyri meg, so taki eg bert dagin sum hann kemur. Jólaaftan verður nokk ein túr í kirkjuna, har sungið verur nakrar jólasálmar - ímeðan dunnan bíðar heima í ovninum. Eftir at ein hevur verið sær í kirkju, so fer ein heim at eta dunnuna og hava hugna saman við familjuni. Soleiðis er tað nú einaferð og í tonkunum hjá mær í ár - eru tey, sum ikki eru so eydnusom, sum eg nú einaferð eri.

Tey eru mong, sum ikki hava ráð at tað eru Jól hvørt ár og ikki øll síggja slíkan hugna í jólunum. Nei, tað eru fátøk menniskjur verðina runt (eisini í Føroyum) sum absalutt ikki hava ráð til gávur. Fyri mong av hesum menniskjunum er lívið ein gáva álíkavæl - sjálvt um tey børnini ikki fingu ein Playstation 4 í jólagávu. Jólagávan hjá teim menniskjunum er samanhald - og tað gevur styrki - og tá eru tey brádliga ikki so fátøk longur.

Eg fari at takka fyri dagin í dag og samstundis ynskja øllum fátøkum menniskjum í verðini, at skútan verður vend og at tit einaferð í framtíðini - fara at sigla ímóti einari vónríkari & bjartari framtíð, tí tað hava tit so sanniliga uppiborið. Eg fari at biðja til, at tykkara jól (eins míni) vera Gleðilig - at kríggj fer at enda - og at vit menniskjur elska hvørt annað - óansæð hvat fyri trúgv ella húðalit vit hava.

Sangurin niðanfyri kann seta tínar tankar í gongd - og saman við tínum tonkum um, at einaferð fer verðin at vera eitt betri stað at liva í - fyri ØLL menniskjur, har vit einans eiga kærleikan at bjóða hvørjum øðrum. Hetta er bert ein dreymur, men sum John Lennon (sáli) sjálvur segði: Kríggj er liðugt - um vit vilja tað!

JáH (y) 24.12.2015

Comments

2275 Føroyingar eru resept narkomanar

24/9/2015

Comments

 
Picture
Samb. tølum sum Tjaldurs Apotek hevur lati innlit í, fáa 3250 Føroyingar útflýggja morfin uppá resept hvønn einasta dag. Samb. tølum sum lond rundan um okkum nýta, eru 70% av hesum brúkarum, 2275 Føroyingar avhengiðir narkomanar, sum sproyta seg og/ella eta sterkar Ketogan morfin tablettir hvønn einasta dag í árinum. 

Flestu av hesum narkomanum eru komnir so langt út í sínum misbrúki, baði fysisk og psykisk, at teir mugu taka meira pínudoyvandi morfin fyri abstinensir og ikki bara fyri pínu. 

Hesir narkomanar eru vanligir Føroyingar summir hava fingið ymiskar skurðviðgerðir og aðrir hava varandi pína av td rygginum, kroniskum sjúkum osv. Felags fyri hesar narkomanarnir er at tey fáa sproytur og Ketogan uppá resept frá lækna og apoteki sum bomm og vera ongantíð niðurtrappað. Nógvir av hesum narkomaninum koyra bil og liva eitt vanligt lív uttantil, men innanveggja hava hesar familjur tað alt annað enn gott og hava stórar trupulleikar at stríðast við.

 Eitt sum kundi hjálp nógvum av hesum sum brúka morfinsproytuna og morfintablettir , er niðurtrapping og heilivág Hampur(medisinskt Cannabis). Hetta hava td Ísraelsku, Amerikansku og Hollendsku myndugleikarnir langt síðani hava funnið útav og geva heilivág Hamp til hesar neyðstøddu fólk. Nógv av hesum fólkum høvdu fingið eitt gott lív, uttan sproytu og morfin, við heilivág Hamp. Tølini fyri tey seinastu árini, sum Apotekið hevur útflýggja, vísur tíverri eisini, at tølini eru vaksandi, og at myndugleikin má taka hesi tøl í stórsta álvara, annars er vandi fyri at enn størri partur av Føroyingum enda sum resept narkomanar.

Les meira her: http://www.dr.dk/nyheder/indland/laeger-advarer-sundhedssystemet-goer-smertepatienter-til-misbrugere

Og her: http://www.dm.dk/FagligtForum/NaturvidenskabSundhedMiljoe/Artikler/SmerterProevKroppensEgenHash

Arnfinn á Birtuni
420Hampafólk


Comments
<<Previous

    Greinar

    December 2018
    November 2018
    April 2018
    February 2018
    January 2018
    October 2017
    April 2017
    June 2016
    December 2015
    September 2015
    March 2015
    January 2015
    October 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.