Herfyri so kom ein faldari í postkassan, har yvirheitið á faldaranum varð: Heilsuvandi: Grind kann skaða heilsu tína!
Tað tykist eitt sindur løgið, at ein enn verður bumbaður við ávaringum hvussu farlig ein grind kann vera at eta - og í júst sama faldara stendur ikki eitt orð um - hvussu eitt nú bomm, fast-food og sodavatn kann vera fyri tína heilsu ..?
Í faldaranum stendur eisini, at ein kann fara at vitja heimasíðuna www.grindahvalur.org og har síggji eg eisini, at tað er ikki einans farligt, at eta grind - men synd í hvalinum, tí at vit velja at drepa henda hvalin, sum annars svimur fríður alt sítt lív (sum er meira enn hvat eg kann siga um onnur djór, sum vit eisini eta).
Rúni Nielsen skrivar soleiðis á heimasíðuni:
"Eg arbeiði í løtuni sum matvøruráðgevi, men eg havi eisini arbeitt við djóravælferð, og seinastu árini eri eg farin at stúra meira um framtíðina við grindadrápi í Føroyum.
Eg eri sjálvandi áhugaður í matvørutrygd, men eg eri eisini harmur um djórapínsluna í sambandi við drápið og hóttanina ímóti djórunum, ti vit minkað um arvagóðsi í stovninum. Eg eri vorðin meira áhugaður í hvalunum, og jú meir eg læri, meir finni eg útav um, hvussu merkisverd hesi djórini eru, og eisini um hóttanirnar ímóti teimum.
Eg haldi at tíðin er búgvin at umhugsa eina øðrvísi framtíð, bæði fyri hvalir og føroyingar."

Her verður eisini skrivað svart uppá hvítt, at vit føroyingar eiga at gevast við at drepa grind - tí tað er so synd at drepa grind ..? Í dokumentar filminum Grindahvalur - verður dúgliga tosað um stórhval, sum er í ferð við at doyggja út - og verður hesin sami stórhvalurin blandaður saman við tí vanliga grindahvalinum, sum er alt annað á veg til at doyggja út. Hetta er sjálvandi ein máti, at spæla við kenslurnar hjá fólkið og fáa fólk at hugsa seg um - áðrenn tey fáa sær tann leskiliga tvøstabitan í búkin ..!
Men hetta er okkara mentan og hetta hevur hildið lív í mongum føroyingum. Og eisini nú - har ikki stendur so væl til hjá familjum økonomiskt - hava føroyingar notið væl av grindini. Vit eiga ikki at gloyma, at djór eru djór - og tey eta vit dagliga - uttan at spyrja eftir hvat fyri navn djóri hevur. Eg sjálvur síggji hvalin, sum eina gávu frá Guði - og hvør eri eg, at siga nei takk - tá ið Guð hevur givið mær eina gávu ..?
Vit drepa heldur ikki tað villa av grindini og er talan um áleið 800 til 1000 hvalar árliga og tað lítið at tosað um, tá ið tað svimja áleið 600.000 grindahvalar um okkara leiðir. Vit drepa sostatt minni enn 1 % av grindahvalinum, sum svimur um okkara leiðir og ferðvinnan merkir heldur ongan sviða av hesum. Tey ferðafólkini, sum eg persónliga havi tosað við - halda at tað er sera áhugavert, at vit føroyingar enn veiða og eta grind. Tey døma okkum ikki og halda at tað er serstakt, at vit halda fast um okkara mentan. Ja, kanska ferðvinnan enntá er vaksin - grundað av tí, at vit enn tann dag í dag veiða og eta grind ..?

Tað er sannlíkt, at tað kann vera farligt at eta ov nógv tvøst og spik - tí at havið er dálkað ov nógv. Men mær vitandi, so eta føroyingar heldur ikki so nógva grind, at ein etur hetta hvønn dag. Barnakonur eru totalt givnar við at eta tað og tann vanligi føroyingar fær sjálvdan ein grindabitan í munnin. Frá 1. juni 2011, segði Heilsufrøðiliga Starvstovan at føroyingar ikki skuldu eta livur frá grindahvalinum og ei heldur eta grind meira enn eina ferð um mánaðin - og tað eru heldur ikki nógv fólk, sum eta grind meira enn eina ferð um mánaðin, skal eg líka heilsa og siga. At eta grind & spik er jú ein máltíð, sum ein gjarna ikki skal blíva troyttur av - og tískil so velur man at eta grind til serstøk høvir.
Og tá ið alt hetta er sagt - so er tað mær undurnarvert, at ikki eitt orð verður tosað um upp-pumpaðan mat og annað svans, sum vit kýla í holið hjá okkara børnum og ungdómi. Her verður einans tosað um, at GRIND er SYND og tað mást tú ikki eta. Hvalurin er so vakur at lýða á - og vit áttu heldur at HUGT eftir hvalinum - ístaðin fyri at TUGT hvalin ..? Argumentini fyri, at vit absalutt ikki skula eta grind - tí at hetta er ein so vakur hvílur at lýða á - eru eftir mínum tykki - ikki haldbar. Eg haldi jú eisini at ein kúgv er vøkur at lýða á, men serverar tú mær kúgvuna á borði, so eti eg hana gjarna - uttan himpr!
Og tá ið nú Heilsufrøðiliga Starvstovan sigur tað soleiðis, at eg saktans kann eta grind og spik eina ferð um mánaðin ... jamen, so geri eg eisini tað. So nei tú, eg fari enn enn at eta grind !!!
Jógvan á Høvdanum (yngri) 25.01.2018