Ein hoyrir nokk undir tann ónormala flokkin, tá ein sigur - at ein ikki drekkur ... longur. Tí líkamikið hvat fyri vikuskiftið ella hvat fyri film vit tosað um her og frameftir, so er hugnin og okkara mentan ØL.
Lesur man eitt blað, so stendur ein hálvnakin kvinna við einari ísakaldari øl og fortelur tær, at lívið verður nógv betri um tú drekkur hesa øl. Ella tendrar tú ein film, so verður dúgliga drukkið til eitt ella annað ball. Fest & ballada allavegin ígjøgnum, isje sannheit ?!?
Fer tú avstað til ein festival (næstan líkamikið hvønn) so verður tað servera øl kring allan festivalin. Konfirmatión, føðingardagar osv. øl, øl og aftur øl. Ja, so sanniliga er nógv broytt - nú ein ikki drekkur longur. Ja, kanska broytt somikið nógv - at ein næstan verður øvundsjúkur inná tey, sum kunna drekka (ella inná tey, sum drekka og ikki kunna tað álíkavæl) - Sól & summar verður ofta forbundið øl, hálvnaknar kvinnur og ball. Og kanska er tað heldur ikki so merkiligt, at vit menniskjur vilja flýggja frá tí keðiliga veruleikanum inn ímillum. Óðar konur, óðir arbeiðsgevara hvørva jú so skjótt, sum tú munnar tær á eini øl, isje so ?!?
Forrestin hví sær man ongantíð eina lýsing av einum øldrekkandi bumsi, sum luktar av Helviti til og ongar pengar eigur ?!? Ja, kanska tí, at tann lýsingin av øl ikki hevði selt serliga væl, well ?!? Tað ræður jú um, at fáa fólkini at drekka og IKKI at ræða fólkini vekk frá tí (onkuntíð) ísakalda veruleikanum.
Nåmen, hvar varð eg ?!? Åh ja, Sjálvt um eg ongantíð drakk nakað serligt av øl (drakk næstan bert vodka) so koma tankarnir onkuntíð inn á meg: "Kom nú, Jógvan - bert eina øl ella bert ein snaps. Hvat kann vera so ringt við tí ..? James Bond hevði jú ikki verið nakar Bond um hann ikki drakk sín Vodka Martini (shaken not stirred), well ?!?"
Ja, tað er nú einaferð soleiðis, at marknaðurin innan rúsdrekka er ovurhonds stórur kring allan heim - og at tað nyttar ikki at grenja um tað. Vit menniskjur hava altíð funnið uppá onkran máta at rúsa okkum uppá - og tað koma vit eisini í framtíðini at gera. Um rúsdrekka bleiv bannað - so hevði tað næsta á skránni hjá tí vanliga drankaranum verið lighter-gass, svampar, exstacy ella okkurt annað. So tað er nokk ikki ein gongd leið at bannað rúsin - og hví tað ..? Tí vit menniskjur elskar ivaleyst at rúsa okkum (uppá ein ella annan máta)
Men eg grenji nú ikki um tað - eg accepteri bert veruleikan sum hann er og at eg fái faktist ikki gjørt tað stóra við tað. Ein tystur maður endar sum oftast við at drekka aftur - um hann ikki velur, at gera okkurt við tað. Men at hann ella hon vera ámynt allatíðina, at tann ísakalda ølin er nær - ger kanska ikki støðuna betri hjá tí tysta fýrinum ella kvinnuni (fyri tann part skuld).
So kanska er tað ein gongd leið, at ikki hugsað ov nógv um tí ísakøldu ølina - men heldur hugsa um tann Akavit'arin sum tú fekk skeivt í hálsin og sum annars hevði nossatempratur, har tú løtu seinni spýði og sovnaði aftanfyri hátalarnir í Lognbrá. Nei, ikki veit eg - bert ein tanki eg hevði og sum eg valdi at deila við tykkum.
Hugni tykkum nú - bæði tit, sum drekka og so sanniliga tit sum ikki gera tað !!!
JáH (y) 21.06.2014.