NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Pætur - Ein yrking um happing !!!

21/10/2014

Comments

 
PictureTekning: Jógvan á Høvdanum (yngri)
Í samband við happing - sum dagliga fer fram í øllum skúlum kring knøttin - havi eg skrivað eina yrking, sum eg eisini atli mær at gera eitt lag til. Yrkingin lýsir hvussu óreint tað er at happa. Vónandi fortelja foreldur sínu børn, at tað er ikki íordan at gera tað og tað kann fáa ávarligsligar fylgir fyri tí barni, sum happa verður. 

Kanningar vísa annars - at 11 % av øllum skúlabørnum vera happaði í skúlunum í Danmark.

- 7 % uppliva at vera happaði hvørja tí einastu viku av øllum skúlaárinum.
- Ímiðal vera 2 børn í hvørjum flokki vera happaði
- 41 % hava hug at blanda seg uppí, tá onnur vera happaði - men gera tað tó ikki.
- Flest vera happaði í 4., 5., 6., og 7. flokki.
- Tað er minst happing í skúlum - har lærarar og næmingar gera ein aktivan insats ímóti happing (Kelda: DCUM). 

Nåmen - vónandi setur niðanfyristandandi yrkingini okkurt í sving hjá tí sum happar ...

Pætur

Orð: Jógvan á Høvdanum (yngri)

1. Nei - tað er ongin í verðini, sum kennast vil við Pætur
Ið situr heilt áleinaður í skúlanum og grætur
Hvørki mamma, faðir føldu hansar' sár
Og ongin lærari turkaðu hansar' tár.

Niðurlag: Øll børnini í skúlanum um Pætur renna
Øll børnini spotta, arga og flenna

2. Klæðini hjá Pætur vóru ongantíð fín
Og oftað tey luktaðu av brennivín
Tá so Pætur til skúla ongan matpakka fekk
Øll í skúlanum vendi sær við og hugdu vekk.

Niðurlag: Øll børnini í skúlanum um Pætur renna
Øll børnini spotta, arga og flenna

3. Ei heldur har heima Pætur kærleikan fann
Í køkinum sá Pætur ein avdottnan mann
Til endans tímdi Pætur at liva meir
Ja - hetta varð so endin - har Pætur doyr.

Niðurlag: Øll børnini um grøvina hjá Pætur gráta
Slutt við at spotta, arga og láta. 

JáH (y) 21.10.2014



Comments

Soleiðis skrellar tú eitt egg uppá 3. sekund

9/10/2014

Comments

 
Picture
So nemt kann tað gerast at skrella eitt egg uppá 3. sekund, klikk á myndina til vinstru ella klikk á link herundir og sjá:
http://www.dagens.dk/opskrifter/s%C3%A5dan-piller-du-et-%C3%A6g-p%C3%A5-bare-3-sekunder

Comments

11 ting tú mást vita, um tú ætlar tær til "date" ein einari "selvstændig" kvinnu.

8/10/2014

Comments

 
Picture
Tað er ikki altíð lætt at fara á "date" við einari damu, sum klárar seg sjálvan. Klikk mynd til vinstru ella link niðanfyri og blív eitt sindur klókari uppá hetta:

http://www.dagens.dk/underholdning/11-ting-du-skal-vide-hvis-du-dater-en-selvst%C3%A6ndig-kvinde 

Comments

    Greinar

    December 2018
    November 2018
    April 2018
    February 2018
    January 2018
    October 2017
    April 2017
    June 2016
    December 2015
    September 2015
    March 2015
    January 2015
    October 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.