NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Børn hjálpa børnum í Klaksvík

25/3/2014

Comments

 
PictureMynd av Monicu & Rebeccu.
Leygardagin 29. mars mugu klaksvíkingar minnast til at hava pening tøkan, tí tá skipar ABC barnahjálp fyri hurð til hurð innsavning í Klaksvík. Tað vera børn saman við vaksnum, sum frá klokkan 13.00 fara at savna inn undir heitinum Børn hjálpa børnum

ABC barnahjálp heitir á foreldur í Klaksvík um at tekna seg at hjálpa til við innsavningini saman við børnum sínum. Innsavningin er eitt gott høvi hjá foreldrum at gera nakað øðrvísi og gott saman við børnunum.

Tey, sum ynskja at hjálpa til við innsavningini, kunnu ringja til ella skriva til ABC barnahjálp á telefon 222585 ella skriva til [email protected]. Eisini ber til at tekna til gjøgnum Facebook.

Innsavnararnir skulu møta í hølunum hjá ABC barnahjálp, leygardagin 29. mars kl. 12.00, har tey fáa eina bússu og eina rutu at ganga eftir.

Innsavningin Børn hjálpa børnum, sum byrjar kl. 13.00, er til frama fyri børn á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Monrovia í Liberia og børnunum í skúlanum í Dakar í Senegal.

Hetta er fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skipar fyri hurð til hurð innsavning. Tiltakið er ein royndarverkætlan, sum er samskipað saman við Monicu í Holusteini. Monica er í starvsroynd hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína ”3K” á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. Ætlanin er so við og við at víðka innsavningina til at fevna um alt landið. 

Samband:

Monica í Holusteini
Tlf.: 594909

T-postur: [email protected]
ABC barnahjálp
Nólsoyar Pálsgøta 24
700  Klaksvík
T-postur: [email protected]
www.abc.fo
Tlf.: 222585



Comments

Garnatálg á Dagur & Viku ... Guð forbarmi seg !!!

14/3/2014

Comments

 
Picture
Í Dagur & Viku í kvøld bleiv tosað áleið 10 - 15 minuttir um "HM í Garnatálg" og sjálvt um FMA er eitt sera stórt tiltak, sum KVF ger í samstarv við Rás 2, so bleiv absalutt onki tosað um tað.

Hetta bleiv ein heldur størri lýsing, sum Mortan fekk burturúr hesari sokallaði sending, sum miðlafólk frá Dagur & Viku seriøst standa fyri. Hví so leingi bleiv tosað um "garnatálg" og enntá fyrst ein tíðindastubba um "HM í Garnatálg" og so mannin inn í studio'i eisini - tað sigur kanska meira um okkara føroyska fjølmiðlasið enn um "garnatálg"

Guð forbarmi seg, sigi eg bara !!!

JáH (y) 14/03-14

Comments

Eitt stórt hjarta!

11/3/2014

Comments

 
Picture
Skriftin ber øllum menniskjum hesi gleðiboð, at sonur Guds, Jesus Kristus hin elskaði, kom í heimin, at frelsa eitt fortapt fólk. Gud er sára náðiríkur og miskunnsamur og sýnir kærleika sín til okkara við, at Jesus doyði fyri syndir alra.

Fyri at fáa eitt lítið glimt av yndisliga hjartalagi Guds, ið er upphav kærleikans, fari eg at knýta eina gamla yrking at himmalska gleðiboðskapi Guds.

Ørindini siga frá einum ungum manni, ið fekk kærleika til eina ónda kvinnu, sum kravdi prógv fyri kærleika hansara til hennara. Hon ynskti einki minni, enn hjarta hjá vermammu síni, sum prógv fyri kærleika hansara til hennara. Hendan kvinnan var forherðað og full av hatri. Hon hevði ætlanir um, at geva hundinum hjarta at eta.

Ungi maðurin tók ein knív og skarð hjarta úr mammu síni. Meðan maðurin rann heim til óndu unnustu sína, ið hann blint elskaði, datt hann og misti hjartað úr hondini og niður á jørðina. Og tá ið hjarta hjá mammuni rullaði eftir jørðini hoyrdist mammusa stilla og uggandi rødd:

“Hevur tú fingið skaða barn mítt, ert tú meinslaður?”


Um tað var møguligt, at móðurkærleikin kann verða somikið fullkomin og so avgjørdur, sum Jean Richepin lýsir kærleikan í yrking sýni. Hvussu nógv meira elskaði Guð ikki heimin, tá hann lat høgt elskaða og einborna Son sín hamrað á krossin. Og soleiðis opinberaði Gud okkum náðina, sannleikan og vegin heimaftur til sín í Kristi Jesusi. Áh, góði Gud! Takk og lov fyri Jesus hitt heilaga og lýtaleysa ofrið. Mammusa hjarta kann verða stórt. Men ikki stórt nokk og røkkur heilt einfalt ikki á mál her. Jesus, tú sigraði yvir syndini á Golgata, har eyma og bløðandi hjarta títt segði hesi elskuligu orð:

 “Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!”

Jesus kallar øll menniskju til umvendingar. Vit eru ikki syndarar, tí vit synda, men vit synda, tí vit eru syndarar. Tískil áttu øll at boygt seg við ósigiligari og dýrmettari gleði og tøkk. Og soleiðis tikið ímóti Harranum Jesusi, sum persónligum Frelsara við at trúgva honum, at hann hevur goldið syndir okkara. Tann sum trýr verður rættvísgjørdur av trúgv og fær soleiðis frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. Men tann, ið ikki trýr fer fortaptur, tí vreiði Guds verður verandi yvir honum.

Hví skulu vit frelsast frá vreiði Guds kundi onkur spurt? Tí, Gud er vreiður um syndina og tað mugu vit viðurkenna. Hygg eftir hvussu andstyggilig syndin er og hvat syndin hevur gjørt við ein fullkomnan heim, sum Guð skapaði í fyrstuni. Syndin hevur vanvirt Guð og dálkað bæði himmal og jørð. Syndin framleiðir allan uppreistur og gevst ikki fyrr enn undirgangur gerst veruleiki. Heimurin verður plágaður av illum andum við djevlinum á odda. Sjúka og deyði er gerandiskostur og tessvegna er heimurin fullur av kirkjugørðum, sjúkrahúsum, fongslum og stovnum fyri veikleikar okkara. Heimurin verður meir og meir oyðilagdur av skammiligum atburði og ringastu armóð. Vanlukkur og hatur, kríggj og hungursneyð, siðspilla og pest eru øll produktir av syndini. Alt hetta – tí djevulin er faðir at lygnini og upphav til alla synd.

Men, Jesus er faðir at náðini og gevur hjarta og lív sítt til øll tey, sum vilja taka ímóti honum. Og tey sum taka ímóti Jesusi fáa himmalska kraft frá Gudi til at verða børn Guds, teimum, sum trúgva á Jesus Kristus. Elskaði lesari! Hetta sigi eg ikki fyri at gera lívið meiri fløkt, enn tað í veruleikanum er. Men, legg tær væl í geyma hesi orðini:

“At trúgva á JESUS merkir at bjóða JESUSI inn í hjarta títt!”

 Soleiðis kanst tú lata teg rannsaka av Heilaga Anda Guds og vita um Jesus er tær kærur ella ikki. Um alt er í lagi, tá kanst tú longu nú gleðast og síggja yvir um deyðan, ímóti tí veruliga málinum – HIMLINUM – har børn Guds skulu liva í allar ævir. Tá fyrstani fær jarðiska lívið veruliga meining og andaligt innihald. Minst til, at jarðarlívið er ein persónlig og sera álvarsom royndartíð. Men Jesus elskar teg og hevur goldið alt! Trýrt tú hesum? Avgerðin er tín, um tú vilt liva ella doyggja eftir jarðiska lív títt. 


Persónliga trúgvi eg, at orð Guds (Bíblian) er satt og álítandi. At eg eri frelstur við Harranum Jesusi Kristi, so satt sum Hann sigraði á deyðanum og syndini og reis upp frá deyðum. Eg trúgvi, at Jesus er vegurin og sannleikin og lívið. Við ynski um, at hesi fáu orð vera tær til signingar.

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig
ragnarludvig.blogspot.com


Comments

Vælkomin á landsstevnu í Klaksvík

7/3/2014

Comments

 
Picture
15. og 16. mars hevur Blái Krossur aðalfund og landsstevnu í Klaksvík. Á skránni eru árligi aðalfundurin, sang- og hugnaløta, gudstænasta, familjumøti, blákrossmøti og BKU-møti. Eisini verður ein viðkomandi pallborðsfundur við heitinum „Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum"

Pallborðsfundurin verður í Ósaskúlanum klokkan 16. Spurningarnir, ið verða settir, eru: „Hvørjir skaðar eru av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum– likamliga, sálarliga og sosialt? Hvat vil samfelagið og politiski myndugleikin gera á hesum økinum? "Pallborðsluttakarar eru Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum, Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, og Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum. 

Bjargaður úr misnýtslu
Leygardagin klokkan 15 – áðrenn pallborðsfundin – fer klaksvíkingurin, Peter Chodqiuk, at greiða frá, hvussu hann var bundin at stoffum og rúsdrekka, og at hann vegna smugling endaði handan rimarnar. Í dag er hann komin burturúr misnýtsluni, og hann takkar Jesusi og einum góðum vini, at lívið hevur fingið eitt heilt annað innihald. 

Aðalfundur
Sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi verður leygarmorgunin klokkan10:30. Á skránni er millum annað frágreiðingar frá arbeiðinum, roknskapur verður lagdur fram, og fólk hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bláa Krossi. Val til landsnevndina er eisini á skránni. Hesaferð standa Álvur Højgaard og Jóna Hansen fyri vali. Tey taka bæði við afturvali. Einki annað uppskot var komið inn, áðrenn tíðarfreistin at koma við uppskoti var úti.

Fjølbroytt tiltøk
Nógv onnur tiltøk eru eisini á skránni. Leygarkvøldið er ein sang og hugnaløta har millum annað Skálafjarðar sløkkilið, dupultkvartettin Vega og Heðin Askham við bólki fara at syngja. Sunnudagin verður gudstænasta í Christianskirkjuni, har Ovi Brim, ið er leiðari í sosialu eindini hjá Bláa Krossi, fer at prædika. Sverri Steinhólm er liturgur. Seinnapartin sunnudagin er familjumøti í KFUM&K, har barnakórið av Strondum fer at syngja og Julia Kass hevur bíbliusøgu. Sunnukvøldið klokkan 18 er Blákrossmøti, har Sverri Steinhólm, formaður, talar yvir evnið diakoni – vit elska, tí hann elskaði okkum fyrst. Oasubrøður úr Hoyvík fara at syngja. Landsstevnan endar við blákrossungdómsmøti,sum BKU skipar fyri. Gullak Hansen fer at tala. 

Øll tiltøkini á landsstevnuni eru almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt. Tey, ið ikki eru limir, eru vælkomin at tekna seg sum limir.

Trýst á niðanfyristandandi leinkju fyri at lesa skránna!

Skrá til landsstevnuna 2014.pdf 
(1,52 MB)

Comments

Stanley Samuelsen 50 ára jubileumskonsert við strúkarum

7/3/2014

Comments

 
Picture
Mikukvøldið 12. mars kl. 19:00 í Listasavni Føroya

Kringvarp Føroya ger sjónvarpsupptøku av konsertini.
KOSTNAÐUR:  Atgongumerki KR. 180 (íroknað avgreiðslugjald) fæst á www.ebill...ett.fo

Stanley Samuelsen: guitar og sang
Tori Restorff Jacobsen: cello
Angelika Nielsen:  violin

Tónleikur eftir Stanley Samuelsen
Tekstir eftir m.a. Stanley Samuelsen, J.H.O Djurhuus,
Rasmus Effersøe, Jóannis Patursson og Valdemar á Løgmansbø.

 
Í mars 2014 eru tað 50 ár, síðan Stanley Samuelsen spældi fyrstu ferð alment. Tað var í dansistovuni í Fuglafirði í 1964.

Hesi 50 árini verða fagnaði alt árið við konsertum og eini nótabók við øllum tónleiki, Stanley hevur útgivið. 

Fylg Stanley á www.facebook.com/StanleyMusic

Comments

Citat: Egoisma

6/3/2014

Comments

 
PictureRobert Storm Petersen
Eitt ófínt menniskja, sum hevur meira áhuga í sær sjálvum enn fyri mær.
- Ambrose Bierce

Tað besta við egoistum er at tey tosað ongantíð ringt um onnur. Tey tosað ongantíð um onnur.
- Graffiti á einum veggi í Nørrebro

Pínadoyð - verðin er egoistisk. Øll tonkja bert um seg sjálvan. Tað eri bara eg, sum tonki uppá meg !!!
- Robert Storm Petersen


JáH (y) 06/03-14

Comments

Jesus er svarið!

6/3/2014

Comments

 
Picture
Øll menniskju eru av avtoftaðu slekt Ádams. Syndin býr í slektini og vit syndað, tí vit eru syndarar. Vit eru avmarkað í hugsanum okkara og eru fortapt í okkum sjálvum.

Alnót, bóka- og skjalasøvn staðfesta sjálvsdýrkandi hugsanir okkara. Hópframleiðslan av sjálvgóðsku prógvar falnu og sera syndafullu náttúru okkara. Syndarliga støða okkara hevur einki til yvirs fyri orði Guds. Friðleysu sansir og hugsunarvirksemi okkara, eru á leitingarferð alt lívið.

Mong eru illa villeidd, og leita eftir upphavinum til skapanina og soleiðis vanvirða hesi Gud. Hátignarligu vegir Guds, eru jú langt omanfyri vegir, góðsku og niðurstøður okkara. Tí, orð Guds kunngerð menniskjum hetta, at hugsanir Hansara eru ikki hugsanir okkara og vegir okkara eru ikki vegir Hansara.

Hvussu kann eg tá toknast Gudi og verða frelstur frá vreiði Hansara og fáa frið við Gud? Harrin Jesus svarar soleiðis: ”Eg eri vegurin!” Hvussu kann eg vita, um hetta er álítandi? Jesus svarar aftur: ”Eg eri sannleikin!” Hvussu kann eg verða sannførdur? Jesus svarar: ”Eg eri lívið!” Hvussu komi eg til himmals? Jesus svarar: ”Eingin kemur til faðirin uttan við mær!” (Jóh. 14).

Góði, tak tú eina støðu! Ver góðviljaður og vraka ikki frelsu Guds. Tak ímóti JESUSI við TRÚGV. Les orð Guds og bjóða Jesusi inn í dagliga lív títt.

 Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

(Traktat frá 2012)
www.ragnarludvig.blogspot.com


Comments

    Greinar

    December 2018
    November 2018
    April 2018
    February 2018
    January 2018
    October 2017
    April 2017
    June 2016
    December 2015
    September 2015
    March 2015
    January 2015
    October 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.