Tá eg varð "ungur" (og tað eri eg enn, sum 34 ára gamal)
Tá eg varð yngri, varð tað ikki heilt óvanligt, at vit sum óvitar spældu úti dagin langan. Tá varð tað ei heldur nøkur fartelefon og ei heldur nakað internet. Men vit vóru glaðir, at renna runt eftir einum bólti dagin langan.
Jólagávan, sum ein fekk sum barn varð kanska ein Action Force maður, ella ein He-Man og tað varð ein eisini heilt ávorliga glaður fyri. Kanska kravdi ein ikki so nógv fyrr, sum samfelagið krevur av okkum í dag ?!? Í dag vera børn jú ikki nøgd fyrr enn tey fáa eitt PS3 spæl, sum hevur virðið uppá góðar 600 kr, og sjálvt tá spælið er keypt - so gongur ikki long tíð, so er tann gleðin uppi.
Tá man so bleiv eitt sindur eldri ...
So fór ein í dans, og gjarna varð tað bert ein Diskjockey, sum vendi plátum í Lognbrá og onkuntíð so varð tað stórdansur í KÍ høllini, har sjálvt Dynamit ella Frændur spældu. Og tað varð eisini gott nokk fyri okkara viðkomandi. Men soleiðis er tað heldur ikki í dag. Í dag eru tað festivalar omaná festivalar - og tað virkar sum sum, at tey ungu eru ikki glað álíkavæl. Kravdi vit minni, tá vit vóru ung - ella hevur tíðin gjørt sítt til, at vit sum eldri krevja meira av okkara yngri ættarliði ?!? Tað eru jú ikki tey ungu, sum skipa fyri festivalum & tiltøkum - men vit "eldru" sum skipa fyri tiltøkum kring Føroya knøtt, isje sannheit ?!?
Nú skal tað ikki ljóða sum um, at eg eri ímóti Festivalum, tí tað eri eg als ikki og eg haldi, at Steintór Rasmussen og Jón Tyril hava gjørt eitt megnararbeiðið fyri bæði G! og Summarfestivalin - men eg geri bert eina samanmeting av fyrr og nú - og fyri mær virkar tað sum um, at vit vóru meira nøgd fyri minni, enn hvat tey ungu eru í dag. Kann gott vera, at soleiðis er tað ikki ...
Og so er man 34 ára gamal í dag, og hvat so ?!?
Ja, kanska ein hyggur ikki sørt bilsin at, hvussu verðin hevur útfoldað seg. Meg minnist, hvussu laaaaanga tíð tað í fyrstani tók, at "upp-loada" eina mynd uppá 1 mb á netinum fyrr og hvussu stutta tíð tað tekur í dag. Men eru vit meira nøgd ella krevja vit allatíðina, at tað skal vera okkurt betri ?!?
Onkuntíð so eri eg glaður yvir, at eg vaks upp við tí smáa, sum ein vaks upp við - har onki internet ella telefon skapaði óró í sinninum. Tað virkar sum um, at ein allatíð skal vera "on" í dag, og fylgir tú ikki við hvat hendir rundanum teg, so dettur tú skjótt burtur og veit ikki hvønn veg tú vendir. Kanska skula vit steðga her og hugsa okkum um, hvønn veg vit fara ?!? Kanska er tað nú vorðið gott nokk, og vit ikki hava brúk fyri, at tað blívur betri ?!? Ja, hvør veit - um vit ikki eiga, at vera nøgd við tað, sum vit hava og ikki krevja meira.
Hetta vóru nú bert nakrar hugleiðingar eg hevði kring lívið, nú eg ein sunnumorgun siti eina og njóti mær sjálvum ein góðan kaffimunn. Muga tit hava ein super góðan sunnudag víðari, tit (bæði tit á G! og uttanfyri G!) og forrestin kom endiliga við TYKKARA meining um fyrr og nú ... tað hevði verið stuttligt, at lisið TYKKARU meining eisini.
JáH (y) 20.07.2014