NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

At síggja tað góða í lívinum

21/3/2015

Comments

 
Picture
Mangar forðingar kunna vera fyri, at ein bert sær tað svarta frammanfyri ljósið. Um tú leitar í myrki, so kann tað vera skjótt at smekka seg í - og bannað yvir, at lívið spælir tær eitt puss, isje sannheit ..?

Eg sjálvur havi alt ov leingi leita í myrki og roynt at funnið svarið uppá lívsins herligheitir. Men svarið havi eg tó ikki funnið enn - sjálvt um eg havi funnið nakað sum er minst líka gott. Eg havi funnið fleiri góðar grundir yvir - hví eg skal liva tað edrúa lívið ... ein dag í senn.

Tá ið eg eri edrúir, so kann eg so mangt - og tá kann eg eisini velja, at eg ikki skal drekka. Men felli eg til fløskuna - so tykist tað (fyri mær) at eg bert hugsi um fløskuna og gloymi at liva í nú'inum og tað er absalutt ikki gott fyri ein persón sum meg - ið gjarna vil liva lívið so einkult, sum møguligt.

Fleiri góðar grundir eru hjá mær fyri at vera edúir. Eitt nú - havi eg eina deiliga konu, ein deiligan son og eitt deiligt arbeiðið. Men hvat nú um eg bert gekk eina og onki átti av hasum ..? Tann spurningi havi eg eisini oftað sett mær sjálvum - og svarið er tað sama, sum omanfyri. Eg livi ikki í nú'inum, tá eg drekki og ergo so megni eg ikki at liva. Tað er so strævið, at finna uppá umberingar, at ein skal fella til fløskuna og fakta er, at eg havi tað onki stuttligt - tá eg ikki eingong minnist hvussu eg kom heim aftur. Mítt drykkimynstur er so extremt, at eg fái "black-out" hvørja ferð eg drekki - so júst tað, ræðir meg eisini. At fáa eitt "black-out" er heldur ikki heilt ófarligt - og tá er heldur ikki stuttligt longur, at drekka.

Men at drekka, sum ein alkoholikari er fyri meg nokkso nemt. Eg velji tá at leggja allar kenslur í dvala og lati tá fløskuna stýra lívinum. Men leggja av, at drekka er (hinvegin) meira innvikla. Tó sum tíðin gongur - so verður tað lættari & lættari, at halda seg frá fløskuni og læra at liva lívið í nú'inum. Eg sleppi jú eisini frá, at koma við umberingum longur - tí allar umberingar eru longu brúktar.

Eg elski tað edrúa lívið og gleðist yvir, at eg kann liva lívið ein dag í senn. Ongar umberingar og bert ein sonn njótan yvir, at eg sjálvur stýri hvussu lívið skal livast - og ikki tann forpulaða fløskan !!!

Havi ein góðan & gevandi dag víðari, tit.

JáH (y) 22.03.2015

Comments

One down - one to go ?!?

10/1/2015

Comments

 
Picture
Ein søguligur bygningur er nú farin í søguna í Klaksvík - og talan er um bygningin Reyðhús.

Tað tók ikki langa tíð, at fjerna bygningin, sum hevur verið góður fyri mong menniskjur. Og spurningurin er so - hvat fer at koma ístaðin fyri tey søguligu Reyðhúsini ..?

Men hvør er tað, sum bestemmar hvat fyri bygningur skal vekk í Klaksvík ..? Og hvussu er so við bygningum, sum stendur beint við síðurnar Harley ..? Er tann bygningurin so nógv tespiligari í útsjónd enn hvat húsini Reyðhús vóru ..? Mær tykist - at "something is rotten in Denmark" - men døm tú bert sjálv/ur eftir myndini niðanfyri ...

JáH (y) 10.01.2015

Picture
Comments

Pætur - Ein yrking um happing !!!

21/10/2014

Comments

 
PictureTekning: Jógvan á Høvdanum (yngri)
Í samband við happing - sum dagliga fer fram í øllum skúlum kring knøttin - havi eg skrivað eina yrking, sum eg eisini atli mær at gera eitt lag til. Yrkingin lýsir hvussu óreint tað er at happa. Vónandi fortelja foreldur sínu børn, at tað er ikki íordan at gera tað og tað kann fáa ávarligsligar fylgir fyri tí barni, sum happa verður. 

Kanningar vísa annars - at 11 % av øllum skúlabørnum vera happaði í skúlunum í Danmark.

- 7 % uppliva at vera happaði hvørja tí einastu viku av øllum skúlaárinum.
- Ímiðal vera 2 børn í hvørjum flokki vera happaði
- 41 % hava hug at blanda seg uppí, tá onnur vera happaði - men gera tað tó ikki.
- Flest vera happaði í 4., 5., 6., og 7. flokki.
- Tað er minst happing í skúlum - har lærarar og næmingar gera ein aktivan insats ímóti happing (Kelda: DCUM). 

Nåmen - vónandi setur niðanfyristandandi yrkingini okkurt í sving hjá tí sum happar ...

Pætur

Orð: Jógvan á Høvdanum (yngri)

1. Nei - tað er ongin í verðini, sum kennast vil við Pætur
Ið situr heilt áleinaður í skúlanum og grætur
Hvørki mamma, faðir føldu hansar' sár
Og ongin lærari turkaðu hansar' tár.

Niðurlag: Øll børnini í skúlanum um Pætur renna
Øll børnini spotta, arga og flenna

2. Klæðini hjá Pætur vóru ongantíð fín
Og oftað tey luktaðu av brennivín
Tá so Pætur til skúla ongan matpakka fekk
Øll í skúlanum vendi sær við og hugdu vekk.

Niðurlag: Øll børnini í skúlanum um Pætur renna
Øll børnini spotta, arga og flenna

3. Ei heldur har heima Pætur kærleikan fann
Í køkinum sá Pætur ein avdottnan mann
Til endans tímdi Pætur at liva meir
Ja - hetta varð so endin - har Pætur doyr.

Niðurlag: Øll børnini um grøvina hjá Pætur gráta
Slutt við at spotta, arga og láta. 

JáH (y) 21.10.2014



Comments

Soleiðis skrellar tú eitt egg uppá 3. sekund

9/10/2014

Comments

 
Picture
So nemt kann tað gerast at skrella eitt egg uppá 3. sekund, klikk á myndina til vinstru ella klikk á link herundir og sjá:
http://www.dagens.dk/opskrifter/s%C3%A5dan-piller-du-et-%C3%A6g-p%C3%A5-bare-3-sekunder

Comments

11 ting tú mást vita, um tú ætlar tær til "date" ein einari "selvstændig" kvinnu.

8/10/2014

Comments

 
Picture
Tað er ikki altíð lætt at fara á "date" við einari damu, sum klárar seg sjálvan. Klikk mynd til vinstru ella link niðanfyri og blív eitt sindur klókari uppá hetta:

http://www.dagens.dk/underholdning/11-ting-du-skal-vide-hvis-du-dater-en-selvst%C3%A6ndig-kvinde 

Comments

Ein heldur óvanlig grein - um fyrr & nú !!!

20/7/2014

Comments

 
Picture
Tá eg varð "ungur" (og tað eri eg enn, sum 34 ára gamal)

Tá eg varð yngri, varð tað ikki heilt óvanligt, at vit sum óvitar spældu úti dagin langan. Tá varð tað ei heldur nøkur fartelefon og ei heldur nakað internet. Men vit vóru glaðir, at renna runt eftir einum bólti dagin langan.

Jólagávan, sum ein fekk sum barn varð kanska ein Action Force maður, ella ein He-Man og tað varð ein eisini heilt ávorliga glaður fyri. Kanska kravdi ein ikki so nógv fyrr, sum samfelagið krevur av okkum í dag ?!? Í dag vera børn jú ikki nøgd fyrr enn tey fáa eitt PS3 spæl, sum hevur virðið uppá góðar 600 kr, og sjálvt tá spælið er keypt - so gongur ikki long tíð, so er tann gleðin uppi.

Tá man so bleiv eitt sindur eldri ...

So fór ein í dans, og gjarna varð tað bert ein Diskjockey, sum vendi plátum í Lognbrá og onkuntíð so varð tað stórdansur í KÍ høllini, har sjálvt Dynamit ella Frændur spældu. Og tað varð eisini gott nokk fyri okkara viðkomandi. Men soleiðis er tað heldur ikki í dag. Í dag eru tað festivalar omaná festivalar - og tað virkar sum sum, at tey ungu eru ikki glað álíkavæl. Kravdi vit minni, tá vit vóru ung - ella hevur tíðin gjørt sítt til, at vit sum eldri krevja meira av okkara yngri ættarliði ?!? Tað eru jú ikki tey ungu, sum skipa fyri festivalum & tiltøkum - men vit "eldru" sum skipa fyri tiltøkum kring Føroya knøtt, isje sannheit ?!? 

Nú skal tað ikki ljóða sum um, at eg eri ímóti Festivalum, tí tað eri eg als ikki og eg haldi, at Steintór Rasmussen og Jón Tyril hava gjørt eitt megnararbeiðið fyri bæði G! og Summarfestivalin - men eg geri bert eina samanmeting av fyrr og nú - og fyri mær virkar tað sum um, at vit vóru meira nøgd fyri minni, enn hvat tey ungu eru í dag. Kann gott vera, at soleiðis er tað ikki ...

Og so er man 34 ára gamal í dag, og hvat so ?!?

Ja, kanska ein hyggur ikki sørt bilsin at, hvussu verðin hevur útfoldað seg. Meg minnist, hvussu laaaaanga tíð tað í fyrstani tók, at "upp-loada" eina mynd uppá 1 mb á netinum fyrr og hvussu stutta tíð tað tekur í dag. Men eru vit meira nøgd ella krevja vit allatíðina, at tað skal vera okkurt betri ?!?

Onkuntíð so eri eg glaður yvir, at eg vaks upp við tí smáa, sum ein vaks upp við - har onki internet ella telefon skapaði óró í sinninum. Tað virkar sum um, at ein allatíð skal vera "on" í dag, og fylgir tú ikki við hvat hendir rundanum teg, so dettur tú skjótt burtur og veit ikki hvønn veg tú vendir. Kanska skula vit steðga her og hugsa okkum um, hvønn veg vit fara ?!? Kanska er tað nú vorðið gott nokk, og vit ikki hava brúk fyri, at tað blívur betri ?!? Ja, hvør veit - um vit ikki eiga, at vera nøgd við tað, sum vit hava og ikki krevja meira. 

Hetta vóru nú bert nakrar hugleiðingar eg hevði kring lívið, nú eg ein sunnumorgun siti eina og njóti mær sjálvum ein góðan kaffimunn. Muga tit hava ein super góðan sunnudag víðari, tit (bæði tit á G! og uttanfyri G!) og forrestin kom endiliga við TYKKARA meining um fyrr og nú ... tað hevði verið stuttligt, at lisið TYKKARU meining eisini.

JáH (y) 20.07.2014

Comments

Sól & summar ... men ongin øl !!!

21/6/2014

Comments

 
Picture
Ein hoyrir nokk undir tann ónormala flokkin, tá ein sigur - at ein ikki drekkur ... longur. Tí líkamikið hvat fyri vikuskiftið ella hvat fyri film vit tosað um her og frameftir, so er hugnin og okkara mentan ØL.

Lesur man eitt blað, so stendur ein hálvnakin kvinna við einari ísakaldari øl og fortelur tær, at lívið verður nógv betri um tú drekkur hesa øl. Ella tendrar tú ein film, so verður dúgliga drukkið til eitt ella annað ball. Fest & ballada allavegin ígjøgnum, isje sannheit ?!?

Fer tú avstað til ein festival (næstan líkamikið hvønn) so verður tað servera øl kring allan festivalin. Konfirmatión, føðingardagar osv. øl, øl og aftur øl. Ja, so sanniliga er nógv broytt - nú ein ikki drekkur longur. Ja, kanska broytt somikið nógv - at ein næstan verður øvundsjúkur inná tey, sum kunna drekka (ella inná tey, sum drekka og ikki kunna tað álíkavæl) - Sól & summar verður ofta forbundið øl, hálvnaknar kvinnur og ball. Og kanska er tað heldur ikki so merkiligt, at vit menniskjur vilja flýggja frá tí keðiliga veruleikanum inn ímillum. Óðar konur, óðir arbeiðsgevara hvørva jú so skjótt, sum tú munnar tær á eini øl, isje so ?!?

Forrestin hví sær man ongantíð eina lýsing av einum øldrekkandi bumsi, sum luktar av Helviti til og ongar pengar eigur ?!? Ja, kanska tí, at tann lýsingin av øl ikki hevði selt serliga væl, well ?!? Tað ræður jú um, at fáa fólkini at drekka og IKKI at ræða fólkini vekk frá tí (onkuntíð) ísakalda veruleikanum.

Nåmen, hvar varð eg ?!? Åh ja, Sjálvt um eg ongantíð drakk nakað serligt av øl (drakk næstan bert vodka) so koma tankarnir onkuntíð inn á meg: "Kom nú, Jógvan - bert eina øl ella bert ein snaps. Hvat kann vera so ringt við tí ..? James Bond hevði jú ikki verið nakar Bond um hann ikki drakk sín Vodka Martini (shaken not stirred), well ?!?"

Ja, tað er nú einaferð soleiðis, at marknaðurin innan rúsdrekka er ovurhonds stórur kring allan heim - og at tað nyttar ikki at grenja um tað. Vit menniskjur hava altíð funnið uppá onkran máta at rúsa okkum uppá - og tað koma vit eisini í framtíðini at gera. Um rúsdrekka bleiv bannað - so hevði tað næsta á skránni hjá tí vanliga drankaranum verið lighter-gass, svampar, exstacy ella okkurt annað. So tað er nokk ikki ein gongd leið at bannað rúsin - og hví tað ..? Tí vit menniskjur elskar ivaleyst at rúsa okkum (uppá ein ella annan máta)

Men eg grenji nú ikki um tað - eg accepteri bert veruleikan sum hann er og at eg fái faktist ikki gjørt tað stóra við tað. Ein tystur maður endar sum oftast við at drekka aftur - um hann ikki velur, at gera okkurt við tað. Men at hann ella hon vera ámynt allatíðina, at tann ísakalda ølin er nær - ger kanska ikki støðuna betri hjá tí tysta fýrinum ella kvinnuni (fyri tann part skuld). 

So kanska er tað ein gongd leið, at ikki hugsað ov nógv um tí ísakøldu ølina - men heldur hugsa um tann Akavit'arin sum tú fekk skeivt í hálsin og sum annars hevði nossatempratur, har tú løtu seinni spýði og sovnaði aftanfyri hátalarnir í Lognbrá. Nei, ikki veit eg - bert ein tanki eg hevði og sum eg valdi at deila við tykkum.

Hugni tykkum nú - bæði tit, sum drekka og so sanniliga tit sum ikki gera tað !!!

JáH (y) 21.06.2014.



Comments

Persónlig forfylging av Jørgen !!!

26/5/2014

Comments

 
Picture
Kringvarp Føroya hevur sikkurt brúkt rekord pening fyri at fáa Jørgen Niclasen niður við nakkanum. Og fer sikkurt at brúka enn meira pening, um tað stendur upp til tey áleina - men vónandi so kemur tú eisini at hugsa teg um, tá tú fer at lesa víðari ...

Sat og hugdi eftir sendingini "Tollmálið" hjá KVF, sum snúði seg um Jørgen Niclasen og hvat hesin maður hevði gjørt í síni fortíð - men so við og við eg sat og hugdi, jú vemmiligari smakk fekk eg í munnin.

Sendingini varð eitt direkta álop á løgtingsmannin Jørgen Niclasen og (fyri mítt viðkomandi) varð sendingin í so nógv av tí góða. Í sendingini spældu tey tápuligan tónleik, tá tey vístu myndir av Jørgen fyri líkasum at niðurgera og til látursgera mannin so nógv tey kundi.

Ein syndarliga vánalig propaganda sending - um tit spyrja meg. At KVF brúkar tíð og orku uppá at spilla fólk út er undir alt lágmark.

Og um Jørgen hevur snýtt í tollið er nú líkamikið fyri meg, tí tey í KVF eru farin alt ov langt. Og tað sær út sum Jan Lamhauge stýrir dokumentar'unum hjá KVF og ger hann hetta best við at framprovovera seg sjálvan sum ein ella aðru hetju hjá KVF. Ella er Mr. Lamhauge ein slags "rættvís-dómari", sum stendur á odda fyri onki órættvísi sum gongur fyri seg í Føroyum ?!?

Sjálvandi vildi Jørgen ikki geva nakra samrøðu við KVF til sendingina, sum gjørt hevur alt í sínari makt at oyðileggja lívið hjá Jørgen Niclasen. Men hvat ger nú tað ..? Tað ger tað bert nógv betri, tí so kunna fólkini handan KVF redigera sendingina, so at sendingin hóskar seg best sum ein propaganda sending, har høvuðsendamálið er at knúsa alt við Jørgen.

Er tað ongin sjálvkritikkur hjá KVF ..? Hevur KVF ongan sensur ..? Ella er tað loyvið hjá KVF, at oyðileggja lívið hjá menniskjum ..? Hvat við familjuni hjá Jørgen Niclasen ..? Hugsa tit í KVF slett ikki um, hvussu nógv tit skaða hana ..? Og hvussu leingi skula tit hjá KVF fara eftir manninum ..? Nær er nokk nokk ?!?

Eg eri ikki ein fólkafloksmaður, ei heldur ein sambandsmaður, sum skrivar hetta her - men heldur eri eg tann persónurin, sum heldur at nokk kann vera nokk. Latið Jørgen Niclasen fáa frið, KVF (Jan Lamhauge) og fari so í holt við at geva okkum onkrar "nýggjheitir" ístaðinfyri at blíva við at vísa á um okkurt gamalt "tollmál" fyri er farið framm fyri einari øld síðani.

Eg skal nú ikki siga, at ONKI skal skrivast um okkurt órætt er ført framm - men persónlig forfylgin eri eg absalutt ímóti og fyri mær virkar tað sum um, at tit eru farin persónliga eftir Jørgen Niclasen o.a.  og at tit á KVF gleðast yvir, at tað gongur einum øðrum menniskja illa. 

Sendingin "Tollmálið" er ein góð lýsing av fólkunum handan KVF og hvat KVF stendur fyri. Reint propaganda av tí aller fúlasta slag, um tit spyrja meg. Sendingin varð sera væl klipt saman, so at vit sum sótu og hugdu eftir henni, kundi sleppa at síggja Jørgen Niclasen í einum enn vánaligari ljósið. So um tað varð endamálið við sendingini, so vil eg bert siga: "Bravo, KVF" - nær verður "Tollmálið II" at síggja ?!?

Nåmen, til næsta val, Jørgen Niclasen - so velji eg sku' teg (um ikki annað, so bert fyri at pissa í koppin hjá tí sokallaða journalistinum Jan Lamhauge)

Hygg eftir sendingini HER og døm sjálv/ur !!!

JáH (y) 26.06.2014


Comments

Bíblian: Fyrsta Mósebók (Kapittul 1, vers 1 - 10)

23/4/2014

Comments

 
Picture
1. Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

2. Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.

3. Gud segði: "Verði ljós!" Og ljós varð.

4. Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.

5. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.

6. So segði Gud: "Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni."

7. Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.

8. Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.

9. So segði Gud: "Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan." Og so varð.

10. Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.

Comments

Til Daglig eftertanke 23. april

23/4/2014

Comments

 
Picture
AA ER IKKE ET UNIVERSALMIDDEL

Det ville være falsk stolthed at påstå, at AA er et universalmiddel, selv mod alkoholisme.
AS BILL SEES IT. S. 285

I de første år af min ædruelighed var jeg fuld af stolthed, idet jeg mente, at AA var den eneste behandling, der kunne føre til et godt og lykkeligt liv. Det var bestemt den grundlæggende bestanddel i min ædruelighed, og selv i dag, med mere end tolv år i programmet, er jeg meget optaget af møder, sponsorvirksomhed og servicearbejde.

 I de første fire år af min ædruelighed var det nødvendigt for mig at søge professionel hjælp, eftersom mit følelsesmæssige helbred var meget dårligt. Der findes også mennesker, der har fundet ædruelighed og lykke i andre organisationer. AA har lært mig, at jeg havde et valg: at gøre hvad som helst for at forstærke min ædruelighed. AA er måske ikke et universalmiddel mod alting; men det er centrum i mit ædru liv.

Comments
<<Previous
Forward>>

    Greinar

    December 2018
    November 2018
    April 2018
    February 2018
    January 2018
    October 2017
    April 2017
    June 2016
    December 2015
    September 2015
    March 2015
    January 2015
    October 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.