2. Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.
3. Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.
4. Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.
5. Tornir og snerrur eru á vegi hins falska; tann, ið vil varða sál sína, má halda seg frá teimum.