Nú eg siti einsamallur her í stóra London og fái mær ein góðan kaffimunn, so rennur mær í huga fleiri ting um okkara høgt elskaða Føroya land - og eitt nú, hugsi eg - hví ALT skal vera so stórsligið í Føroyum ..?
Havi vit mist tráðin yvir - hvussu lívið plagdi at vera ..? Sum t.d. í Klaksvík eru nærum ongir smáir handlar eftir og tað einasta vit tonkja um, er at byggja tað størri & vakrari enn Havnin. Men samstundis sum vit byggja størri & vakrari, jú minni sjarmu fáa vit fyri tey lokalu fólkini, sum dagliga búðleikast í Klaksvík.
Og tað eru heldur ikki bara handlar eg tosið um - men so sanniliga eisini hús, bilar osv. osv. Eg fari nú ikki, at blandað meg uppí - hvussu tú hevur planir um at byggja tíni hús, men hvat skalt tú gera við eini hús, sum er 130 m2 pr. hædd (3. hæddir) við nógvum trappum, tá ið tú verður gott 70 og børnini eru flutt út ..? Álvaratos, er hetta ikki eitt sindur ov nógv av tí góða ..? Hvar er "hyggan" blivin av ..? Hví ALT so stórsligið ..?
Sjálvt í Biskupstorginum er ALT stórsligið og tað man vera fáur næmingur, sum fer at hava ráð at búgva í tí stásiliga Torginum. Hevði tað ikki verið uppá sítt pláss, at bygt leiligheitir í Føryoum til næmingar - so at teir fara at hava ráð at búgva har ..? Og hvør sigur tað, at tað endiliga skal vera næmingar, sum búgva í slíkum leiligheitum ..? Tað kann jú eisini brúkast til fólk, sum hava ilt við at fáa endarnir at røkka saman, sosum einligar mammur og pápar - ja, enntá støk fólk, sum gjarna vilja hava sín egna lítla bústað.

Tað er ikki einans volapykk, sum eg tveiti eftir tykkum. Soleiðis sær mítt kamar út á Scape, N. Greenwich í London og er tað ikki nógv meiri enn 20 m2 í stødd.
Her er hvør ein cm væl útnyttaður (sjá fleiri myndir niðafyri av Scape) og faktist hevur ein næmingur sum eg - slett ikki brúk fyri meira. Tað einasta, sum er minus við hesum - er at her er talan um London og sum teim flest kunnugt - er tað ógvuliga dýrt, at búgva í London. Men stutt sagt, so havi eg ALT - har er vesi við brúsu, ein mini køkur, eitt tekniborð og ein stór song. Allir hentleikar í tínum egna rúmið og absalutt ikki nakað stórsligið nakað, sum eg haldi - at føroyingar burdu bygt til fólk í Føroyum, sum hava tað trupult økonomiskt.
At búgva í Biskuptorginum (er mær fortalt) kemur at kosta góðar 8.000 kr um mánaðin og talan er also um góðar sera nógvar m2 av giga-stórum leiligheitum. Og tá tosað vit also um ein prís, sum javnvigar seg við at búgva í London ..? Er tað rætt - ella er tað aftur her, at vit hugsað alt ov stórsligu um okkara smáu vøkru deiligu Føroyar ..? Nei, ikki veit eg - eg vildi hugsað, at ein næmingur hevur ikki ráð, at rinda nógv meira enn góðar 2 - 3.000,00 kr um mánaðin og fyri at tað skal henda, so vera leiligheitirnar noyddar at vera bygdar smærri og samstundis eisini hugsurnarhátturin hjá føroyingum ikki vera so stórsligin.
Kanska eru vit for sein, at gera nakrar broytingar í Føroyum ..? Kanska er tað blivi soleiðis, at um tú ikki tjenar góðar 400.000,00 kr um árið í Føroyum, so hevur tú als ongan kjans at liva har ..? Tað lítla samfelagið er brádliga blivi stórt og stórsligin fongur - er einans tilrættaður til tann ríka framkomna føroyingin. Tey fætøku skula ikki hava meira - so leingi tað eru tey ríku, sum ráða yvir - hvussu samfelagið er skrúva saman, right ..? Og fer nakar veruliga at lurtað eftir einari "fattig-lus" í London ..?
Neyvan - men so havi eg sagt mína hugsan og so leingi, sum ein enn kann gera tað - geri eg júst tað!
JáH (y) 13.11.2018