NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vinnarar av uppboðssølu av fiskirættindum fara konkurs

6/4/2017

Comments

 
Billede
Tað at eiga hægsta boð á einari uppboðssølu er hvørki trygd fyri kappingarføri ella avlopið. Sum oftast er tað beint mótsætt.

 Nú spenningurin um uppboðssølu av fiskirættindum er í hæddini, er kanska passandi at vísa á, hvat úrslitið vanliga er av slíkari uppboðssølu.

Nú fari eg í stuttum at greiða frá, hvat hendi fyri uml. 20 árum síðan, tá uppboðssøla var av rættindunum til mobilt telefonnet í Europa og USA.

Hetta hildu fleiri lond verða eitt gott hugskot at bjóða út. Men sjálvandi hugsaði eingin um, at tað er kundin, sum at enda fær rokningina. Palliba skal gjalda. Antin betalur hann alt ov nógv fyri telefonsamtalur ella eisini hækkar rentan á húsalánum og brúkslánum, soleiðis at bankin fær tað aftur, sum hann hevur mist aðrar vegir, um ikki skrædlið er so stórt, at landskassin má yvirtaka bankan og senda rokningina til palliba.

So at siga øll feløgini, sum vunnu á uppboðssøluni brendu fingrarnar. Nógv av teimum so illa at tey eru ikki til meira. Áðrenn vit koma til katastrofuna hjá teimum 13 vinnarunum av uppboðssøluni skrivi eg nøkur orð um hvat hendi í Europa. Og tað var nógv verri enn í USA.

British Telecom, France Telecom og Deutche Telecom hava økt skuldina munandi tí tey bjóðaðu alt ov nógv á uppboðssøluni. Skuldin hjá British Telecom øktist 171 millardir úr 81 milliardum upp í 252 millardir. France Telecom økti skuldina við 104 milliardum og Deutche Telecom økti sína skuld við 134 millardum. Vodafone økti sína skuld 40 milliardir. Felags fyri allar var at skuldin øktist nógv og rentan á lánum hækkaði.

Men ein minst líka stór avleiðing fyri hesi stóru feløg var, at tey ikki høvdu pengar til at gera íløgur fyri. Tey vóru eisini so veik, at tað bar ikki til at hækka partapeningin. (uttan at virði hjá verðandi eigarum fór fyri einki.) Tí blivu íløgur ikki gjørdar og útjaðarar hava avolda net og vánaligt og í støðum einki mobiltelefon samband.

Í USA vóru 13 vinnarar av rættindum, sum seld vóru í 1995-1997. Úrslitið hjá teimum var soleiðis:

AT&T Wireless                                                                   Stórt felag,fleiri virkisøkir og er til enn

AlTel Mobile                                                                       Stórt felag, sum bert keypti smávegis

Next Wave Communications                                             Konkurs árið eftir

Pacific Telesis Mobile                                                     Vánalig fíggjarstøða og selt í 1997

PCS Primeco                                                                       Deilt sundur millum onnur, Fallit

DCR PCS                                                                               Konkurs 1997

GWI PCS                                                                              Konkurs Januar 1998

BD-PCS                                                                                 Insolvent

C.H.-PCS                                                                              Insolvent

OmniPoint                                                                          Vánalig fíggjarstøða, samanlagt 1999

Magnacom Wireless                                                       Konkurs 1998

Sprint Com                                                                          Stórt felag, til enn. Keypti smávegis rættindi

Bell South Wireless                                                         Stórt felag, til enn. Keypti bert smávegis

Upplýsingarnar havi eg fingi frá ymiskum keldur. Harímillum onkrari bók.

Og slíkt ætlar onkur at lokka nýggjar aktørar til. Enntá við at selja rættindi upp á krit! Landskassin fær einki. Nýggju aktørarnir missa alt teir eiga. Teir einastu sum fáa nakað burtur úr verða advokatar við speciali í konkursrætti.

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

    Greinar

    December 2018
    November 2018
    April 2018
    February 2018
    January 2018
    October 2017
    April 2017
    June 2016
    December 2015
    September 2015
    March 2015
    January 2015
    October 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.