Spurningurin um at avtaka ella broyta forskatting av pensjónum er ein afturvendandi politisk kjak í Føroyum, ofta við tí endamáli at javnseta skattatrýstið, so pensjónsskattur ikki gerst hægri enn skattur á A-inntøku. Forskattingin hevur tryggjað landskassanum stórar inntøkur, upp í 518 mió. kr. í 2023, men skapar kjak um haldføri. Broytingaruppskot: Tað hevur verið skotið upp at broyta forskattaða pensjónsflatskattin til eina skipan, sum betur samsvarar við vanliga inntøkuskattin. Fíggjarlig ávirkan: Forskattingin er ein týðandi inntøkukelda hjá landskassanum, og ein avtøka hevði havt stóra ávirkan á almennu fíggjarlógina. Politisk sjónarmið: Tað er víst á, at avtøka av forskattingini kann verða ein forðing fyri øðrum kommunalum broytingum, men málini um áseting av skattastøði eru ymiskt mett í politisku andstøðuni. Í stuttum snýr kjakið seg um, hvussu ein kann tillaga pensjónsskattin uttan at raka landskassan hart. Símun á Høvdanum vl Fólkaflokkurin hevur altíð havt eina serstaka støðu í Norðoyggjum. Økið, við Klaksvík sum miðdepli, hevur í áratíggju verið ein av sterkastu skansunum hjá flokkinum, har vinnulív, sjálvstøðishugur og konservativ virði renna saman. Vinnulív og frælsi sum fundament Norðoyggjar eru kendir fyri at vera drívmegin í føroyskari fiskivinnu, og hetta hóskar væl til tann politiska boðskapin hjá Fólkaflokkinum. Flokkurin, sum varð stovnaður í 1939, byggir á konservativ-liberal virði, har dentur verður lagdur á einstaklingsins frælsi og vinnuligan vøkstur. Í Norðoyggjum hevur hetta í praksis týtt ein politikk, sum verjir áhugamálin hjá teimum, ið reka skip, virki og handil. Hugsanin er einfald: Tá ið vinnulívið hevur góðar kor, so blómar alt samfelagið. Søguligir profilir Fólkaflokkurin í Norðoyggjum hevur fostrað fleiri av landins mest markantu politikarum. Ein teirra er núverandi formaðurin, Beinir Johannesen, ið umboðar ein nýggjan og ungan vøkstur úr økinum. Eisini onnur kend nøvn úr Klaksvík og oynnum uttanum hava í gjøgnum árini mannað landsstýris- og løgtingssessir, og harvið tryggjað Norðoyggjum stóra ávirkan á landspolitikk. Veljarafelagið í Norðoyggjum "Norðoya Fólkafloksfelag" Virksemið hjá flokkinum í økinum verður rikið gjøgnum staðbundna veljarafelagið. Hetta felagið skipar fyri fundum, valevnislistum og politiskum kjakum, ið savna fólk um felags mál – eitt nú infrakervið (tunnlar og samferðslu) og rættindi hjá fiskivinnuni. Samanumtikið Fólkaflokkurin í Norðoyggjum er meira enn bara ein politiskur flokkur; hann er ein partur av samleikanum í økinum. Við sínum dýpu røtum í fiskivinnuni og einum støðugum kravi um størri sjálvstýri frá Danmark, fer flokkurin ivaleyst at halda fram at vera ein avgerandi partur av tí politiska landslagi í Norðoyggjum í framtíðini. Símun á Høvdanum vt Klaksvíkar kommuna hevur í áratíggju verið ímyndin av framsøkni, arbeiðssemi og einum serstøkum samanhaldskrafti. Vit sita í dag við einari kommunu, ið ikki bara er miðdepilin í Norðoyggjum, men ein avgerandi motorur fyri allan føroyskan búskapin. Men skal hesin motorurin halda fram at koyra við fullari ferð í 2025 og frameftir, krevst politiskt dirvi og ein klár kós. Vinnulívið er okkara fundament Hjartað í Klaksvík er sjógvurin og tann vinna, ið sprettur úr honum. Vit eiga at vera fremst, tá tað ræður um at skapa karmar fyri fiskivinnu, alivinnu og nýhugsan. Tað snýr seg ikki bara um bryggjukantar, men um at gera Klaksvík til eina kappingarføra "maritima høvuðsstað", har nýggj tøkni og burðardygd ganga hond í hond. Vit skulu tryggja, at vinnuøki eru tøk, og at umsitingin er ein viðspælari – ikki ein forðing. Eisini skal Norðoya Bátafelag sleppa at byggja síni felagshølir skjótast gjørligt. Bústaðir til øll – ein fyritreyt fyri vøkstri Størsta avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu júst nú er vantandi bústaðir. Skulu vit halda fram at vaksa og lokka ungfólk heim aftur, mugu vit hava fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Tað skal vera pláss fyri øllum: frá bíðligum leiguíbúðum til tey ungu og eldri, til nýggj grundstykki til barnafamiljur. Ein kommuna í vøkstri má tora at gera íløgur í undirstøðukervið, áðrenn bíðilistarnir gerast ov langir. Trivnaður og fólkaheilsa Ein sterk kommuna verður ikki bara máld í betong og krónum, men í trivnaði hjá borgarunum. Vit skulu halda fram at menna okkara skúlaverk og dagstovnar, so tey eru í heimsklassa. Samstundis má mentanarlívið og ítrótturin hava góðar karmar – tað er her, at "Klaksvíkar-andin" verður skaptur og kveiktur. Vit eiga eisini at hyggja at teimum eldru borgarunum. Eldraøkið skal ikki bara vera "røkt", men "lívsgleði". Vit skulu bjóða virknan ellisár og tryggja, at øll kenna seg sum ein týdningarmiklan part av samfelagnum, óansæð aldur. Ein savnað kommuna Klaksvíkar kommuna er meira enn bara sjálvur býurin. Vit mugu ikki gloyma okkara útoyggjar og bygdirnar í kommununi. Ein javnvág millum miðsavnan og lokala menning er neyðug, so alt vald ikki endar á bryggjuni í Klaksvík, men at tænastustøðið er tryggjað í øllum kommunualutum. Vegurin fram Vit standa yvirfyri stórum møguleikum í 2025. Við eini skynsari fíggjarstýring, har vit raðfesta kjarnutænastur og vinnuligan vøkstur, kann Klaksvík gerast enn sterkari. Tað krevst tó, at vit politskt tora at taka tey tunga tøkini nú, so vit eisini um tíggju ár kunnu siga við stoltleika: Klaksvík er staðið, har fólk vilja liva, virka og mennast. Latið okkum setja kósina móti einari enn sterkari framtíð fyri Klaksvíkar kommunu. Símun á Høvdanum vl Er onki skil á hvussu okkara pengar vera brúktir í Klaksvíkar Kommunu og skulu eykajáttan til hvørja fer ein verkætlan skal gerast liðug í býnum. Er tað veruliga so galið, at man ikki biður um tilboð, tá ið arbeiðið og viðlíkahald skulu gerast á bygningar hjá Klaksvíkar Kommunu? Her eitt grovt dømi, enn ein eykajáttan uppá heili 300.000,00 kr. til eitt gólv í KÍ høllini, sum eg vóni at Klaksvíkar Kommuna bað tilboð uppá og at veitarin kom við einum endaligum tilboðið uppá alt arbeiðið og eina fasta upphædd við øllum? Usitingin av málinum dugir sera væl, tað er ikki bara gólvið sum skal hava eykajáttan, nei, nú er tað eisini skiftinarrúmini og so skal Svimjihøllin eiosini hava pengar, ikki til felagshølir til Ægir, men ymiskt annað og sjúkrapengar, so eykajáttanin verður næstan eina millión, 700.000,00 kr.? Klaksvíkar Kommuna er tann kommunan í Føroyum sum skyldar mest upp á hvønn innbúgva og Karl og hansara harkalið blíva við at brúka pengar og onki eftirlit er við játtanum, har eru eykajáttan eftir eykajáttna á hvørjum Býráðsfundi, í kvøld er heldur onki undantak. Har mest pengar skulu brúkast, tá letur samgongan hurðarnar aftur og málini vera viðgjørd og samtykt aftanfyri læstar dyr, eitt nú tá ið eyka lántøka verður tikin og umfíggjan av lánum, men tað fáa borgarnir ikki innlit í, tí tað er fyri afturlatnum hurðum. Bløðingin av almennum pengum má steðga í Klaksvíkar Kommunu og hvussu nógv hevur Teldumálið kosta okkum borgarnum, er upphæddin farin upp um 6 milliónir? og nær kemur tað málið fyri aftur í Býraðnum og skal eisini ein eykajáttan til tað og eru telduskipanirnir hjá Klaksvíkar Kommunu nú tryggjaðar móti teldusníkunum. Hetta kemur fyri á almennum Býráðsfundi í kvøld: 76/25 25/01115-1 Eykajáttan til ítróttarøkið – eykajáttan, fyrra viðgerð Viðgjørt av Fundardagur Málnr. 1 Mentanarnevndin 16.09.2025 54/25 2 Fíggjarnevndin 23.09.2025 97/25 3 Klaksvíkar Býráð 25.09.2025 76/25 4 Klaksvíkar Býráð 30.10.2025 25/01115-1 Eykajáttan til ítróttarøkið Frágreiðing um málið: Nógv er hent á ítróttarøkinum í ár, bæði tilætlað og óvæntað. Gólvið í KÍ-høllini er skift, sum hevði avleiddar útreiðslur við sær á tilsamans 300.000 kr. Harafturat vórðu ymsar broytingar gjørdar við skiftingarrúmunum, nú allur hondbólturin verður savnaður í KÍhøllini. Fleiri avbjóðingar hava verið í svimjihøllini m.a. við dúkinum í baðilandinum, sandfiltrinum í innanduraspa og klorrúminum, umframt meirnýtslu á lønarposti orsakað av sjúkramelding. Hesar meirútreiðslur góvu tilsamans uml. 400.000 kr. Tvs. at vit hava óvæntaðar meirútreiðslur á ítróttarøkinum á tilsamans 700.000 kr. Burðardygd og heimsmálini: Hetta málið stuðlar undir 3. heimsmáli, sum er at tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri. Lógargrundarlag: Kommunufulltrúin Fíggjarligar avleiðingar: Meirnýtsla á ítróttarøkinum á 700.000 kr., sum tørvur er á at meirjátta av tøkum peningi. Tilmæli: Mælt verður til, at nevndin tekur undir við at meirjátta 700.000 kr. til ítróttarøkið. Mentanarnevndin 16. september 2025: Nevndin tekur undir við tilmælinum, dagf. 04-09-2025 Fíggjarnevndin 23. september 2025: Ein meiriluti, KHJ, AíT og SVJ, tekur undir við MeN 16-09-2025. OáL og JS taka støðu í býráðnum.
Eg góðtaki als ikki at Tórshavnar Kommuna fær betri sømdir enn aðrar kommunur í Føroyum viðvíkandi uppskotinum um viðtøkubroytingar hjá SEV til eykaaðalfundin í dag.
Sylvia, tú hevur rætt í onkrum, men hví kemur Karl Johansen borgmeistari við broytingaruppskotum beint áðrenn lukkitíð? og er tað ikki hansara uppskot vit skuldi stemma um í gjár? Haldi tað er eitt krav at almenningurin fær at vita um broytingarnar hjá Karl Johansen áðrenn eykaaðalfundin í dag, sá allar broytingarnar festar á blað, tað sá út sum eitt blóðbað, har var alt skriva við reyðum? Sera løgin framfaringarháttir, at leggja eitt uppskot viðvíkjandi SEV fram á almennan fund í Klaksvíkar Býráð og so koma við hópin av broytingum beint áðrenn lukkitíð? Har ruggar ikki alt rætt? Símun á Høvdanum Eg var til ein fund hjá SEV í seinastu setu: Øll vita vit at tey í Tórshavn duga sera væl at klippa sær sjálvum og tað eru tey verðinsmeistarar til. Eisini vita vit, at tú mást vera í einari kliku "nevnd" fyri at fáa hendur á almennum pengum og hetta eru ovurhonds stórar upphæddir, tey burturluta til hvønn annan, fleiri 10tals milliónir um árið. Hetta geldur bæði fyri list, filmlist, miðlar, grannsking, ferðavinnu og ein kundi blivi við at nevnt økir, har 10tals milliónir av olmussi verið latin til hesu fólkini, feløg og felagskapir um árið. Stuðulsupphæddirnar eru farnar til himmals og mest sum allar milliónirnar enda í Tórshavn, har sigast kann at vinar og kenningarpolitikkurin blomstrar í besta blóma. Men hvør betalur hesar risa upphæddir til hesar persónar, felagsskapir og feløg og tað er vit í útjaðarnum og vit fáa onki afturfyri og hvar eru útjaðarpolitikkarnir, teir snorksova. Tað grovasta til hetta Sirkusi er at har er næstan onki eftirlit við hesar stuðulsjáttanir, hvat hesi fólkini brúka pengarnar til? og er nakað eftirlit aftaná?, tá ið pengarnir eru brúktir, eru teir brúktir rætt ella er teir bara farnir til forbrúk? Nei, latið hesi fólkini klára seg sjálvi, klára tey ikki tað, so eigur kassin at latast aftur og tey kunnu finna sær aðrar inntøkukeldur at fíggja sítt virksemi uppá, tað gera vit onnur og hví skulu tey fáa stuðul og vit onnur onki fáa? Seinasta dømi er Miðlastuðulin fyri 2024, stór skomm og tey øll skuldi skamma seg, ríka seg upp fyri stuðul frá okkum. Tað kann ikki vera uppgávan hjá okkum, at vit geva teimum stuðul fyri at halda teirra forbrúk uppi, har tey liva í sús og dús fyri okkara pengum. Seinastu mongu milliónir vóru latnar í vikuni, har frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevnini í 2024 bleiv løgd fram og hon sigur okkum at tað er sjón fyri søgn við klippingini í Tórshavn, sjá grein niðanfyri: Símun á Høvdanum Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini í 2024 Sambært § 7, stk. 3, í miðlastuðulslógini skal Miðlastuðulsnevndin við árslok á hvørjum ári lata landsstýrisfólkinum hesa skrivligu frágreiðing um virksemi sítt. Landsstýrisfólkið leggur frágreiðingina alment fram á netið og kann hon heintast her. Almanna- og mentamálaráðið |






RSS Feed