Á temafundi týsdagin 12. november samtyktu allar nevndir býráðsins einmælt at taka undir við fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu fyri komandi ár. Seinastu árini hava verið eyðkend av nógvum íløguvirksemi hjá Klaksvíkar kommunu, og býráðið raðfestir høgt at gera hesar lidnar, so tær kunnu koma borgarum kommununnar tilgóðar.
Størsta einstaka byggiverkætlanin er skúlabyggingin á Skúlatrøð, har fyrsta byggistig, sum íalt kostar 110 mió. kr., nú nærkast endanum. Byggingin hevur gingið væl, hóast seinkingar, men nú hevur býráðið sett av seinastu íløguupp-hæddina, og í næstum fara skúlanæmingar og starvsfólk á Skúlatrøð at flyta inn í spildurnýggju og spennandi hølini. Býráðið takkar bæði næmingum og lærarum fyri tol og forstáilsi í eini byggitíð við spjaddari undirvísing, og vit gleða okkum at bjóða inn í nýggju karmarnar á Skúlatrøð.
ÍLØGUR Í VINNUKARMAR HÆGSTU RAÐFESTING Í 2020
Vinnuøkið fær hægstu raðfesting í fíggjarætlan Klaksvíkar kommunu fyri 2020, har ætlan býráðsins er at gera uppaftur meir fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í kommununi.
Býráðið hevur altíð strembað eftir at hava ein tættan dialog við vinnulívið í kommununi, soleiðis at vinnan hevur møguleikar at byggja út og víðka sítt virksemi og eisini at skapa fleiri arbeiðspláss og inntøkur til Klaksvíkar kommunu.
Arbeiðið er longu byrjað at gera nýggja ídnaðarøkið undir Hamri við Borðoyarvík, sum fevnir um fleiri grundøkir til vinnufyritøkur. Hetta arbeiðið verður liðugt í september í komandi ári. Býráðið hevur frammanundan játtað pening til hetta, og í fíggjarætlanini fyri 2020 eru 10 mió. kr. settar av til havnar- og vinnuøkið, soleiðis at gongd eisini kann setast á fyrireikingar til at betra um karmarnar í Norðhavnini. Arbeitt verður við eini ætlan saman við vinnuaktørum, so kajkanturin kann leingjast, og umstøðurnar á landi gerast betri.
Tað hevur alstóran týdning fyri eina kommunu sum okkara, at vinnulívið fær góðar fortreytir, so arbeiði, trivnaður og vøkstur framhaldandi kunnu náast.
AÐRAR VERKÆTLANIR
Í hesum tíðum, har rørsla fær ein alsamt størri týdning fyri heilsu og vælveru borgaranna, eru tað óivað mong, sum gleða seg til, at rennibreytin á Másheyggi skjótt verður liðug og tikin í brúk. Málsetningurin er, at rennibreytin verður liðug innan eitt ár. Umframt umstøður til frælsan ítrótt fer hon at fevna um ein fótbóltsvøll.
AÐRAR VERKÆTLANIR Í GONGD, SUM BÝRÁÐIÐ RAÐFESTIR AT GERA LIDNAR, ERU EITT NÚ:
Bláa Skýlið við Djúpumýru, sum miðað verður ímóti at taka í brúk í juli komandi ár við umstøðum til Evropa League dystir
Miðbýurin við Biskupstorg, har skoytibreyt verður tikin í brúk longu í hesum árinum, og har hildið verður fram við liðugtgerð av spennandi karmunum á hesum nýggja øki í býnum
Húsarhaldsskúli Føroya, sum er ein felags verkætlan hjá landinum og kommununi, ið fer at skapa lív í miðbýnum í Klaksvík og geva nýggjar møguleikar fyri virksemi har. Fyrireikingarnar eru komnar langt, og í næstum verður fundur við landsstýrisfólkini Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um fremjing av sjálvari byggingini, sum landið eisini eigur ein stóran leiklut í.
Spælipláss verða dagførd og gjørd liðug kring um í kommununi. Í 2020 hevur býráðið eisini sett pening av til tvey nýggj spælipláss, eitt í Ánunum og eitt á Norðoyri.
TRYGD, TRIVNAÐUR OG FRÍTÍÐARMØGULEIKAR HØGA RAÐFESTING
Í eina tíð hava nakrar verkætlanir ligið í kortunum, sum tørvur er á til tess at styrkja trivnaðin og gera frítíðarmøguleikarnar enn fjølbroyttari í kommununi, men bíðað hevur verið við at fremja hesar, meðan aðrar stórar verkætlanir eru blivnar framdar.
Men nú fleiri stórar verkætlanir verða liðugt framdar í næstum, gevur hetta pláss til fremjing av eitt nú niðanfyri nevndu verkætlanum og íløgum:
*Seinastu árini hevur arbeiðsbólkur arbeitt við at fyrireika bygging av nýggjum dagstovni, sum verður staðsettur á Helnabrekku, har hann verður ein partur av nýggja og vaksandi býlinginum, sum eitt nú fevnir um vegirnar Undir Grashjalla, Millum Hjalla og Oman Valrætt. Býráðið hevur sett 5 mió. kr. av til verkætlanina, soleiðis at byrjast kann upp á byggingina í 2020, og nýggi dagstovnurin kann takast í brúk í 2021.
*Í góðum samstarvi við Klaksvíkar Róðrarfelag fyriliggja nú tekningar og modell av nýggjum kappróðrarneysti, sum verður staðsett á miðbýarútfyllingini. Býráðið er samt um at seta av 7 mió. kr. til hesa íløgu í komandi ári, soleiðis at nýggja neystið verður klárt hjá róðrarfelagnum at taka í brúk til kappróðrarárið 2021.
*Nýggj fimleikarhøll hevur leingi ligið í kortunum at byggja á ítróttarøkinum, soleiðis at Klaksvíkar Fimleikafelag fær tíðarhóskandi og nøktandi umstøður til sínar mongu íðkandi limir. Býráðið er samt um at seta fyrstu íløguupphæddina av í komandi ári, soleiðis at byrjast kann uppá fremjingina av hesi verkætlan.
*Fyri nøkrum árum síðan komu privatir íverksetar til kommununa við hugskoti um bygging og rakstur av spælilandi í Klaksvík, har framúr góðir og spennandi karmar verða um heilsufremjandi og mennandi spæl og rørslu hjá børnum í tryggum umhvørvi. Býráðið er samt um eina íløgujáttan til hesa verkætlan, sum arbeitt verður víðari við at fremja.
*Ein játtan er sett av til keyp av nýggjum stigabili, sum lýkur øll dagsins krøv á økinum.
*Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík hevur fyri stuttum undirskrivað arbeiðssáttmalar við arbeiðstakarar um bygging av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, og fyrireikingararbeiðið til byggiarbeiðið er byrjað. Býráðið er samt um at seta av 8 mió. kr. sum stuðul til hesa bygging, sum fer at broyta miðbýarmyndina og ríka frítíðarmøguleikarnar í Klaksvík.
BÝRÁÐIÐ RAÐFESTIR YMISK ÁTØK Í RAKSTRINUM
Umframt lønarframskrivingar hevur býráðið valt at raðfest ymist átøk í rakstrinum.
Eitt nú er hol sett á eina demensætlan fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum fer at styrkja munandi um tilboðið til borgarar við demenssjúku. Eftir ætlan skal hetta raðfestast við hægri játtan komandi 5 árini, so eldraøkið kann geva bestu tænastu innan hetta tiltrongda økið. Harafturat heldur býráðið eisini fast við at raðfesta eftir ætlanini, sum varð samtykt, tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar. Hetta krevur pening, men síggja vit eisini longu nú, at betringarnar gera mun.
Við nýggju dagstovnaeindini í Fjallafípuni hevur býráðið nú útvegað 50 nýggj dagstovnapláss, sum eisini hevur fingið stóra raðfesting í fíggjarætlanini.
Fleiri aðrar raðfestingar eru eisini gjørdar innan tekniska økið og umhvørvisøkið, so bæði vegir, gongubreytir, skelting, viðlíkahald og nýggjar umhvørvisloysnir verða raðfestar, og kommunan kann gerast ein vakrari kommuna.
Í prosentum er talan um ein samlaðan realvøkstur av rakstrinum á 3,9%. Neyva fíggjarstýringin av rakstri kommununnar gevur pláss til eitt rakstraravlop á 77 mió. kr., ið eru tøkar til raðfesting av íløgum og avdráttum av lánum.
EIN FÍGGJARLIGA VÆL BJÁLVAÐ KOMMUNA
Samstundis sum sera nógv átøk eru og verða framd, sum gera Klaksvíkar kommunu til eina spennandi kommunu at búgva og virka í, so raðfestir Klaksvíkar býráð høgt at hava eina sterka og skynsama fíggjarstýring.
Hetta sæst eisini aftur í fíggjarstøðu kommununnar, har lyklatølini boða frá eini fíggjarliga væl stýrdari og bjálvaðari kommunu. Eitt nú verður nettoskuld kommununnar á nýggjárinum 122 mió. kr. undir eina álíkning, og vóru nevndirnar eisini samdar um, at 4 mió. kr. skulu gjaldast aftur av skuldini í 2020.
Klaksvík, 13. november 2019