Góði Jógvan
Ongantíð áður havi eg kent so stóra sorg, sum tá eg fekk boðini um at tú ikki longur var okkara millum. Fríggjakvøldið ringdi tú til mín og vanliga heilsanin: ‘Hey góða, nú hvussu gongur?’ og so byrjaði okkara samtala, ið kundi vara eina góða løtu. Tú segði frá, at tú gleddi teg at byrja aftur í skúlanum, og tú hevði veruliga fingið glið á øllum tí praktiska og tú gleddist um skúlan, tínar viðlesandi og undirvísararnir, ið góvu tær góð skoðsmál. Øll høvdu tikið so væl ímóti tær og tú kendi teg vera komnan á røttu hyll. Og tað gleddust vit øll um, saman við tær.
Okkara vinskapur byrjaði í mitt 90’unum tá tú í leiklutinum sum Skorpa, í leikinum Brøðurnir Leyvuhjarta, spældi teg inn í hjørtuni hjá mongum. Hesin lítli vesaligi drongurin við stóra hjartanum og ágrýtna huglagnum, ið gjørdist ein tann størsti listamaðurin vit hava átt. Á tann stuttleiki, ið mangan var og oftani hevur tú tikið til, okkara lítlu ‘romance’ í garderobuni, í sjónleikarfelagnum, tá vit sum 14-15 ára gomul vóru eitt sindur óskyldiga óskikkilig. Tað eru løtur, ið eg minnist á við takksemi.
Seinastu árini hava vit samskift javnan í samband við sjónleikarfelagið og er veruliga gongd komin í virksemi felagsins, og har liggur tín partur sanniliga ikki eftir. Tú stríddist sum úlvur á skóg at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, seinast Norðoyastevnuteitið, ið var tungt hjá tær, tí tú samstundis skuldi fáa alt uppá pláss við skúlanum. Men kortini gav tú alt tú átti, tí Norðoyastevnuteiti skuldi vera, onki sum æt.
Tú gav aldrin upp, tú dugdi eisini so væl at stuðla okkum øðrum, tá vit ikki orkaðu ella megnaðu meir. Tú sást tað stuttliga í øllum og kundi venda tí mest óinteresanta til nakað stuttligt ella undarligt. Aldrin havi eg hoyrt teg tala ringt um nakran, tú sást altíð tað góða í øllum menniskjum, hóast tú á skemtandi hátt kundi prika viðhvørt, so var tað aldrin illani meint. Og tað skiltu tey flestu. Tú ynskti sjónleikarfelagnum allan viðvind og var tú altíð klárur um okkurt var, fundur, tiltøk ella annað, ið var felagnum at gagni.
Tú livdi teg 110% inn í tínar leiklutir og hvør minnist ikki tín fantastiska innsats til leikin Guitaristarnir, har tú bæði mátti krúnrakast, fyriuttan nakkahárini og læra at spæla uppá guitar, men tað megnaðu tú eisini til UG. Okkara samspæl til Landastrokið eri eg sera takksom fyri, sera stuttligir leiklutir báðir tveir, totalt kiksaðir, sum vit høvdu tikið til bæði. Jólakabarettirnar seinastu trý árini, høvdu tín stóra áhuga og skeiva skemtið kom til sín rætt. Sjálvt úr London lá tín partur ikki eftir.
Okkum dámdi tað skeiva og satiriska skemtið, og hóast eg viðhvørt hevði hug at draga reyða pennin fram, so møttust vit tó (næstan) altíð á miðjuni. Nógvar sketcher hava ferðast okkara millum, nógv er skrivað og nógv er kolldømt, men alt í alt, so var okkara samstarv í sjónleikarhøpi, sera gevandi og mennandi. Tú við tínum sjálvironii, hevur lyft fleiri av okkum, ið ikki hava torað líka væl. Djarvur sum fáur, ágrýtin og treiskur, fyrimyndarligur. Uppskriftin til sucess, tú hevði hana, men var tikin heim alt ov tíðliga.
Tað er ein stutt og stokkut løta, lívið! Men góði Jógvan, á sum tú livdi. Tú ert tað menniskja eg veruliga kann siga hevur livað, hvørja løtu við fullari ferð. Hvør einasta løta í kærleika til næstan. Lívið hevur ikki altíð verið lætt, men tú tók avbjóðingarnar, sum tær komu. Nú ert tú komin til títt Nangiala, og har er gott at vera. Brátt verða vit eisini har, og tá fært tú verðins stórsta muss á kjálkan og so fara vit aftur at spæla sjónleik.
Góðu tit øll: Eyðfinn, Annbjørg, Elsuba, Jógvan, Símun, Oluffa, Petur Hans og Sigrid. Orð eru fátøk í hesum døgum, men minnini rík. Og tey bera okkum fram. Ongin kennir sorg uttan at hava elska, og eg veit hvussu nógv Jógvan var elskaður av mongum. Jógvan tosaði nógv um tykkum, tykkara samanhald í familjuni. Hann var takksamur at hava tykkum.
Eg vil við hesum fáu orðum, lýsa frið yvir mín elskaða vin, ið verður so nógv saknaður, men ongantíð gloymdur, altíð í hjartanum goymdur.
Takk fyri teg góði.
Aðalbjørg