
Guitaristarnir har Jógvan á Høvdanum yngri hevði høvuðsleiklutin. Sjá fimlsklipp herundir:
0 Comments
![]() Góði Jógvan, Í dag fylgdu vit tær tíl títt seinasta hvíldarstað. Klaksvíkin hevði klætt seg í fínasta skrúð, heiður himmal og brøttu fjøllini gjørdu manngarð um fjøldina av fólki, ið savnaðust at siga tær farvæl. Prestur, sum við útgangsstøði úr fjallaprædikuni – “Sæl eru tey hjartareinu….” – tosaði inniliga og vakurt um teg og tíni. Sjáldan hava orðini í “I did it my way” runga meira sigandi, enn í dag í Krisitiankirkjuni, meistarliga framførd av Kim Hansen. Og spakuliga, spakuliga byrjar tú at fata, at hetta er Jógvan, sjálvur Jógvan á Høvdanum, sum vit eru komin at fylgja. Men meiningsloysi, sorgin, skelkurin og ivin verður sitandi í sinninum. Hetta er ikki rætt, tað kann ikki passa. Er tað nakar í heiminum, sum ikki egnar seg at vera deyður, so er tað tú, Jógvan. Tú kanst ikki bara fara soleiðis, og lata okkum sita eftir við hesum tómleikanum. Tú hevði so nógv eftir at gera, so nógv mál at røkka, so nógva skapanargleði og tráan eftir nýggjum lærdómi, tað kann ikki bera til at tú ert farin. At tínar gløggu viðmerkingar, tínar provokatiónir, tín erligi og óttaleysi verumáti, títt skeiva smíl og argandi látur ikki longur fer at ljóða ímillum okkum. Men hetta er veruleikin, mannalívið við øllum sínum margfeldi, treytirnar vit liva undir. Vit missa tey vit eru góð við og skulu so royna at fóta okkum við hesi tilvitan í huganum. Góði Jógvan, eg vil bara takka tær fyri, at eg slapp at arbeiða saman við tær í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. At eg slapp at uppliva teg, tín sera beinrakna humor og glaða, gevandi lyndi. Tú gavst íblástur, provokeraði, fekk øll at flenna og flutti mørk. Ikki sørt at tú onkuntíð fekk øði í, men tú vart ongantíð bangin fyri at siga tína meining og standa fast við tað. Og so vart tú eisini hin stóri diplomaturin, sum loysti konfliktirnar og slættaði sjógvin, tá harðast leikaði á. Eldhugaður og djarvur herjaði tú á, og fekk okkum at øtast, ógvast og illskast, men eisini at hugsa og undrast. Tú vart ongin miðalhampamaður, tað hevði verið eitt fornermilsi at sagt tað um teg. Góði Jógvan, situr tú nú haruppi, á einum skýggi, við guitarini og syngur “Liðið tað eitur KÍ….” ella gongur tú runt við tekniblokkinum og teknar Sankta Pætur í lítið flatterandi støðum? Ella kanska gongur tú og flettir uppum einglar? Eitt er í hvussu so er heilt vist, har er blivið stuttligari síðani tú komst. Men eitt mást tú lova mær: um Watson einaferð bankar uppá haruppi, so mást tú ikki nokta honum atgongd, men lata tína hjartagóðsku taka ímóti honum, eins og tú her niðri virdi og tók øll til tín, uttan mun til hvørji vit vóru. “Sæl eru tey hjartareinu, tí tey skulu síggja Guð” Skriftstaðið, ið prentað var á sálmahefti til tína jarðarferð, er beinrakið og tekur samanum títt mangan baldruta lív. Tú vart ein slóðbrótari, argari, skemtari, provokatør, men fremst av øllum, vart tú hjartareinur. Góðu tit øll, ið stóðu Jógvani nær, við djúpastu samkenslu, vil eg við hesum orðum æra minnið um Jógvan á Høvdanum, yngra. Ria Tórgarð ![]() Jógvan á Høvdanum yngri 20.09.1979 – 06.01.2019 Her nakrar myndir av hendingarríka lívinum hjá lítla beiggja, frá hann var føddur í 1979 og til hann andaðist 06.01.2019. Hava tit myndir, eru tit vælkomin at senda mær tær á meyl simun@news.fo, so vit í felag kunnu minnast hann. Klikk her, "Myndir Jógvan á Høvdanu yngri" Símun á Høvdanum ![]() Góði Jógvan Ongantíð áður havi eg kent so stóra sorg, sum tá eg fekk boðini um at tú ikki longur var okkara millum. Fríggjakvøldið ringdi tú til mín og vanliga heilsanin: ‘Hey góða, nú hvussu gongur?’ og so byrjaði okkara samtala, ið kundi vara eina góða løtu. Tú segði frá, at tú gleddi teg at byrja aftur í skúlanum, og tú hevði veruliga fingið glið á øllum tí praktiska og tú gleddist um skúlan, tínar viðlesandi og undirvísararnir, ið góvu tær góð skoðsmál. Øll høvdu tikið so væl ímóti tær og tú kendi teg vera komnan á røttu hyll. Og tað gleddust vit øll um, saman við tær. Okkara vinskapur byrjaði í mitt 90’unum tá tú í leiklutinum sum Skorpa, í leikinum Brøðurnir Leyvuhjarta, spældi teg inn í hjørtuni hjá mongum. Hesin lítli vesaligi drongurin við stóra hjartanum og ágrýtna huglagnum, ið gjørdist ein tann størsti listamaðurin vit hava átt. Á tann stuttleiki, ið mangan var og oftani hevur tú tikið til, okkara lítlu ‘romance’ í garderobuni, í sjónleikarfelagnum, tá vit sum 14-15 ára gomul vóru eitt sindur óskyldiga óskikkilig. Tað eru løtur, ið eg minnist á við takksemi. Seinastu árini hava vit samskift javnan í samband við sjónleikarfelagið og er veruliga gongd komin í virksemi felagsins, og har liggur tín partur sanniliga ikki eftir. Tú stríddist sum úlvur á skóg at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, seinast Norðoyastevnuteitið, ið var tungt hjá tær, tí tú samstundis skuldi fáa alt uppá pláss við skúlanum. Men kortini gav tú alt tú átti, tí Norðoyastevnuteiti skuldi vera, onki sum æt. Tú gav aldrin upp, tú dugdi eisini so væl at stuðla okkum øðrum, tá vit ikki orkaðu ella megnaðu meir. Tú sást tað stuttliga í øllum og kundi venda tí mest óinteresanta til nakað stuttligt ella undarligt. Aldrin havi eg hoyrt teg tala ringt um nakran, tú sást altíð tað góða í øllum menniskjum, hóast tú á skemtandi hátt kundi prika viðhvørt, so var tað aldrin illani meint. Og tað skiltu tey flestu. Tú ynskti sjónleikarfelagnum allan viðvind og var tú altíð klárur um okkurt var, fundur, tiltøk ella annað, ið var felagnum at gagni. Tú livdi teg 110% inn í tínar leiklutir og hvør minnist ikki tín fantastiska innsats til leikin Guitaristarnir, har tú bæði mátti krúnrakast, fyriuttan nakkahárini og læra at spæla uppá guitar, men tað megnaðu tú eisini til UG. Okkara samspæl til Landastrokið eri eg sera takksom fyri, sera stuttligir leiklutir báðir tveir, totalt kiksaðir, sum vit høvdu tikið til bæði. Jólakabarettirnar seinastu trý árini, høvdu tín stóra áhuga og skeiva skemtið kom til sín rætt. Sjálvt úr London lá tín partur ikki eftir. Okkum dámdi tað skeiva og satiriska skemtið, og hóast eg viðhvørt hevði hug at draga reyða pennin fram, so møttust vit tó (næstan) altíð á miðjuni. Nógvar sketcher hava ferðast okkara millum, nógv er skrivað og nógv er kolldømt, men alt í alt, so var okkara samstarv í sjónleikarhøpi, sera gevandi og mennandi. Tú við tínum sjálvironii, hevur lyft fleiri av okkum, ið ikki hava torað líka væl. Djarvur sum fáur, ágrýtin og treiskur, fyrimyndarligur. Uppskriftin til sucess, tú hevði hana, men var tikin heim alt ov tíðliga. Tað er ein stutt og stokkut løta, lívið! Men góði Jógvan, á sum tú livdi. Tú ert tað menniskja eg veruliga kann siga hevur livað, hvørja løtu við fullari ferð. Hvør einasta løta í kærleika til næstan. Lívið hevur ikki altíð verið lætt, men tú tók avbjóðingarnar, sum tær komu. Nú ert tú komin til títt Nangiala, og har er gott at vera. Brátt verða vit eisini har, og tá fært tú verðins stórsta muss á kjálkan og so fara vit aftur at spæla sjónleik. Góðu tit øll: Eyðfinn, Annbjørg, Elsuba, Jógvan, Símun, Oluffa, Petur Hans og Sigrid. Orð eru fátøk í hesum døgum, men minnini rík. Og tey bera okkum fram. Ongin kennir sorg uttan at hava elska, og eg veit hvussu nógv Jógvan var elskaður av mongum. Jógvan tosaði nógv um tykkum, tykkara samanhald í familjuni. Hann var takksamur at hava tykkum. Eg vil við hesum fáu orðum, lýsa frið yvir mín elskaða vin, ið verður so nógv saknaður, men ongantíð gloymdur, altíð í hjartanum goymdur. Takk fyri teg góði. Aðalbjørg ![]() Tað vóru tung og skelkandi boð at fáa, at Jógvan á Høvdanum, yngri, var farin. Tað tykist so óveruligt, at hetta fitta menniskjað, sum altíð skapti lív og gleði har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu, har nógv børn samlaðust hvønn dag og langt út á náttina. Har var altíð lív í. Onkur spældi bólt, onnur klintraðu,og tá ið tað byrjaði at skýma, varð ofta spælt “gevið minir”. Jógvan á Høvdanum var altíð tann, ið skapti gylta láturin ella kom við skeivu viðmerkingunum, sum gjørdu alt eitt sindur stuttligari. Eisini minnist eg Jógvan frá skúlatíðini á Ziskatrøð. Kanska best minnist eg jólasjónleikin, ið hann saman við hinum í flokkinum skipaði fyri seinasta árið, tey gingu í skúla. Láturin mundi ikki steðga, tá ið hesin serstaki flokkur av ungum børnum sýndu fram, og sjálvandi var Jógvan á Høvdanum primus motor. Jógvan starvaðist eisini eitt tíðarskeið í Vøruhúsinum í Klaksvík, har eg sjálvur eisini arbeiddi. Eisini har skapti hann gleði og stuttleika. Hann var altíð klárur at arbeiða, og hjá honum æt einki átta til fýra arbeiði. Hann var klárur, tá ið arbeiðast skuldi. Tá kom fram, hvussu góður hann var við son sín, Eyðfinn. Hann var so sera stoltur av honum og hevði fleiri søgur at siga frá hvønn dag. Seinnu árini havi eg samstarvað við Jógvan í politikki. Fyrst valdi hann at stilla upp fyri Sjálvstýri á valinum í 2015, og seinni gjørdist hann fyrst valdi býráðslimur í Kunoy. Hann brendi fyri Kunoynni og ynskti framdrift og menning. Hann var eisini sera íðin í arbeiðinum at geva Bakkafrost heimildir, so stóra verkætlanin á Strond kundi gerast veruleiki. Tað, sum Jógvan setti sær fyri, gjørdi hann fult og heilt. Hesar dygdir hansara sá eg fyrstuferð í stríðnum móti Sea Shepard, síðani tá ið hann stillaði upp til løgtingsvalið, og eisini tá ið málið um nýggju smoltstøðina var í hæddini. Hann kempaði fyri tí, hann brendi fyri. Hann kundi ringja javnt og samt fyri at spyrja ella siga frá, tí hann vildi eina góða loysn. Sum borgarstjóri havi eg eisini havt ta gleði at havt Jógvan í starvi hjá kommununi. Um ein møtti honum uttan fyri býráðshúsið ella onkrastaðni í býnum, so var hann altíð smílandi og kom við onkrari skemtiligari viðmerking. Sinnið var lætt, og hann ynskti, at onnur eisini føldu seg væl. Tað er ein sera góð dygd. Jógvan var eisini serliga familjukærur. Í summar gjørdist mamma Jógvan, Elsba, 80 ár. Eisini tá var Jógvan skjótur at ringja, tí hann helt tað vera passandi, at borgarstjórin segði nøkur orð. Hóast eg ikki hevði møguleika at møta upp, so fingu vit gjørt eitt filmsbrot, ið síðani varð víst á veitsluni. Tað var týðiligt, at hann hálovaði mammu og pápa sínum og ynskti at heiðra tey á ein uppibornan hátt. At fara úr hesum heimi á so ungum árum er púra óskiljandi fyri okkum. Tí sita vit øll, ið kendu Jógvan væl, sorgarbundin og hugtung. Størstur er saknurin hjá tykkum í familjuni. Góði Eyðfinn! Má Harrin Jesus styrkja teg og vera hjá tær í hesi tungu tíð, sum stendur fyri framman. Pápi tín var errin av tær og ynskti tær alt so væl. Góða Annbjørg! Tú og Jógvan hava stuðlað hvørjum øðrum fyrimyndarliga. Má Harrin halda sína tryggu hond um teg og geva tær troyst. Góða Elsba, Jógvan, Sigrid, Petur Hans, Oluffa og Símun. Tit hava mist ein fantastiska fittan son og beiggja. Harrin Jesus hevur lovað okkum ævigt lív heima í dýrdini. Má Harrin signa tykkum og geva tykkum styrki í hesi torføru tíð. Jógvan Skorheim ![]() Klokkan er júst 03:06 hósmorgunin tann 10. januar 2019, hetta klokkaslettið farið eg altíð at minnast til, júst sama tíðspunkt mánamorgunin, tá byrjaði eg at leita eftir tær á alnótuni, ringja, messenger, facebook og tað gjørdi eg í samfull 16 tímar út í eitt. Vaknaði tað tíðspunkti og sá at tú ikki hevði við á netinum í 23 tímar og tá føldi eg innast inni, at okkurt mátti vera gali. Vit høvdu kontakt við hvønn annan hvønn dag og oftast um morgunin, tí vit báðir eru morgunmenn. Mamma ringdi óteljandi ferðir til mín og eg royndi alt hvat eg kundi at fáa fatur í tær og bað teg svara, “góði beiggi svara mammu”, men onki svar og eg bleiv við, eg skuldi finna teg, til endans slóð eg alarm til alla familjuna og vit øll at leita og longri dagurin gekk, meira bangin blivu vit, men tað løgna hendi, at teldan hjá tær vísti grønan prikk onkuntíð ígjøgnum dagin og so segði eg við mammu, at tú var til, tí teldan hjá tær var frá, men so var ikki, tú svaraði ikki. Klokkan 18:00 ringdi eg til Annbjørg, hon var stødd í Fuglafirði og hevði telefonnummur í London og hon fór so eisini í holt við at leita og tað gekk ikki long tíð, so ringdi Annbjørg til mín. Eg standi uttanfyri húsini hjá tær Símun og eg var við at svíma, tí tá visti umgangandi, at her var okkurt heilt gali og mítt ringasta anilsi bleiv til veruleika nøkur sekund seinni leyp Annbjørg um hálsin hjá mær og segði, “beiggið tín er deyður”. Ræðuligt skil, eg sum helt eg var sterkur og ikki græt, mátti lata míni følisir fáa frítt løb og tað hava tey eisini gjørt síðani, men eg má royna at vera harður og sterkur, eg havi mína og okkara familju at taka mær av og tað skal eg lova tær bróður, hana og okkara familju skal eg nokk taka mær av, alt tað eg eri mentir, men tú mást bera yvir við mær júst nú, nú eri eg sera veikur og gráti nógv, haldi ikki eg nakrantíð hava gráti so nógv og eg stúri fyri døgunum sum koma, føli alt er stoppa upp og at síggja familjuna í djúpari sorg er ræðuligt. Havi verið sera, sera, sera svakur inn á Gud og Jesus pápa, men eri byrjaður at biðja aftur og havi biðju teir báðar um hjálp…….Nógv fólk eru um okkum og tað er sera gott at hava góðar vinir í hesari sváru tíð…. Bróður, eg skal royna at gera mítt besta. Símun á Høvdanum |
ForfatterSkriv noget om dig selv. Det behøver ikke være noget vildt eller stort, bare giv et overblik. Arkiver
January 2020
Kategorier |