NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Minningarorð hjá Masaaki Sasaki frá Japan

9/1/2020

0 Comments

 
Billede
​Masaaki Sasaki har delt et link med gruppen Stop Sea Shepherd Violence!

10. januar 2019 kl. 01.46Jógvan Á Høvdanum was my friend. In Japan his cartoon was very popular. We never forget his sprits

Her kunnu tit lesa minningarorðini, men tað er á Japanskum, klikk her: "Minningarorð Jógvan á Høvdanum, yngri" ella hetta link: https://ironna.jp/article/2101?fbclid=IwAR1AjgXIVBpELa-eFvVA85zwDDiSxThAPvH0H2NU8r6dmmuJgeaH6r0nvOw

Billede
0 Comments

Lítli beiggi syngur fyri Kristinu á Høvdanum

9/1/2020

0 Comments

 
Billede
Kristina Á Høvdanum Førrisdahl
9. januar 2019 kl. 19.58
​Mín elskaði gubbi, mammubeiggi farin so brádliga! Nógv for tíðliga og óskiljandi.. ?

Æra verið minnið um Jógvan á Høvdanum. Hvíl í friði fitti og altíð stuttligi, kreativi Jógvan gubbi. Vit elska og sakna teg 

Klikk link herundir og vit minnast okkara lítla beiggja.?❤️

0 Comments

Aðalbjørg skrivar um Jógvan (y)

6/1/2020

0 Comments

 
Billede
Veðrið í dag lýsir væl, hvussu seinasta árið hevur verið: tungt, illsligt, myrkt og fult av tárum.

​Í dag er eitt ár liðið, síðan Jógvan fór, hetta deiliga, livandi, gevandi menniskja, ið eg var so góð við. Hetta árið hevur verið merkt av sorg, hevur næstan ikki verið dagur, har eg ikki havi hugsað um Jógvan og alt tað stuttliga og góða vit høvdu saman.

Lívið er dýrabart og skal ikki takast fyri givið, vit eiga bert løtuna í dag og eiga vit at minna hvønn annan á tað.

Soleiðis sum Jógvan var: positivur, skemtingarsamur, semjusøkjandi og fevnandi, er ein góð áminning um, hvussu ein kann vera nakað fyri næstan. Tað fari eg at minna meg sjálvan á hetta komandi árið.

​Verð sum Jógvan, so verður tað eitt gott og stuttligt ár

​Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Billede
Billede
0 Comments

​Eitt ár síðani eg misti lítla beiggja

6/1/2020

0 Comments

 
Billede
Tann svartasti dagurin í lívið mínum var fyri einum árið síðani. Alt hevur staðið stilt síðani, man hevur roynt at verið sterkur, tá ið man hevur verið saman við familjuni og vinum, men tá ið eg havi eg verið einsamallir, tá hevur staðið illa til, havi sovi sera vánaligt, onkuntíð slett ikki, verið sera keddur, gráti nógv og havi ikki tíma nakað sum helst, men í morgun havi eg lovað diddu mínu, at nú skal eg víðari í lívinum og gera mítt besta fyri mína familjuna og vinum mínum.

Tað hevur rakt alla familjuna sera hart og eg sigi ikki ov nógv, at vit øll hava verið uppsteðgaði síðani vit fingu boðini, at tú vart farin til Jesus pápa, men nú eitt ára dagurin er farin um bak, so havi eg sagt við øll mínu nærmastu, at nú mugi vit víðari, tað hevur tú lítli beiggi sanniliga uppiborið, har tú kanst hyggja niður á okkum og familjan hjá tær og okkum og síggja, at vit so smátt eru byrjaði at liva aftur.

Lítli beiggi var eitt sera positivt menniskja og vit mugu liva upp til hansara heitið og royna okkara besta og vera positiv og góð við hvønn annan.

Eg bleiv abbi tann 2. mai í 2019, ein sera stórur dagur hjá okkum øllum og beiggin, diddan og Tórunn hava hildu jól í Klaksvík í ár. 1. jóladag vóru vit á grøvini hjá tær og vísti beiggjan fram fyri tær og eg veit at tú hevði verið sera góðir við hann, um tú var ímillum okkum nú.

Hetta skuldi ikki vera nøkur minningarorð bróður, tað var bara eitt lyftið til tín, at nú farið eg at byggja meg uppaftur og royna at gera mítt besta fyri øll míni nærmastu og fara víðari í mínum lívið.

Til síðst skal eg siga tær bróður, vit hava allerbestu mammu og skal eg brúka tíni orð, so hevur hon tað á helviti til, men hon er sterkt sum fjallið og heldur allari familjuni saman, sjálvt um hon er í djúpastu sorg. Tekur sær av okkara sjúka pápa við sera góðari hjálp okkara systkjum og hon hevur teg í tonkunum allatíðina.

Eg farið aldrin at gloyma teg bróður og tú verður í mínum hjarta alt mítt lív.

Símun á Høvdanum,
Klaksvík tann 06.01.2020

Jógvan á Høvdanum, yngri, hevur eitt pláss á Norðoya Portalinum, klikk her: “JáH (y) til minnist”

0 Comments

TAKK Jógvan á Høvdanum                                  f. 20.09.1979 – d. 06.01.2019

18/9/2019

0 Comments

 
Billede
​Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði pápi, sonur og beiggi so brádliga fór av foldum.

Jógvan á Høvdanum
f. 20.09.1979 – d. 06.01.2019


Vit ynskja at bera eina serstaka takkarheilsan til tykkum bæði, Annbjørg og Tróndur, sum fóru til Onglands at taka tykkum av tí praktiska og neyðuga í sambandi við at fáa Jógvan heim. Og til tykkum bæði, Maria og Kent við familju, fyri umsorgan, tá ið Jógvan kom heim.

​Takk fyri vitjanir, stuðul og hjálp heima hjá okkum á Jørundsgøtu; ein serlig tøkk til tín, góða Hilda.

Takk til organist, klokkara, sangarar og berarar. Og takk fyri hornblástur og vakran sang í kirkjuni, Andras Sólstein og Kim Hansen. 

​Takk til prestarnar Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum fyri góð og troystarfull orð.

Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og takk til tykkum, sum ringdu og skrivaðu. Takk fyri allan matin, ið varð givin okkum bæði heima og til ervið, og takk til tykkum, ið mintust Jógvani við minnisgávu til sonin, Eyðfinn.

​Somuleiðis ein takkarbøn til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum og til tykkum øll, sum fylgdu Jógvani til hansara seinasta hvíldarstað.

Familjurnar vegna,
Eyðfinn Jógvansson á Høvdanum, mamma, pápi og systkin við familju.

0 Comments

​Vinurin hjá Jógvan bróður Toryn Rua biður okkum stuðla Týr

7/3/2019

0 Comments

 
Billede
Toryn Rua, sum var ein góður vinur hjá Jógvan bróður, skrivar eitt innlegg á Stop Sea Shepherd Violence fyri trimum tímum síðani, her hansara Facebook innlegg:

Very soon, Týr will be releasing their newest album.

They have been unfairly demonized by Paul Watson and his minions.

Please support this band by purchasing their album and attending their performances if you can. The late Faroese cartoonist Jógvan Á Høvdanum loved this band and made us laugh at Watson’s pathetic attempts to defame this very successful group that has shown the world the culture of the Faroe Islands.

Please keep our friend’s memories alive as we celebrate Týr’s new work!

Toryn Rua

Her hansara innlegg: “Please keep our friend’s memories alive”

Billede
0 Comments

Minningarorð um Jógvan á Høvdanum, Yngra

12/2/2019

0 Comments

 
Billede
Góði Jógvan

Hetta má sigast at verða totalt úti, at eg siti og skrivi eitt minningarorð um teg mín góði lítli Jógvan, mítt sysknabarn, mín vinur, mín lítli beiggi.

Tað var skelkandi og óskiljandi at fáa eina uppringing frá mammu tínari, at tú vart farin. Bert 36 tímar áðrenn boðini, sótu vit heima hjá okkum, áðrenn tú fórt avstað aftur til London. Vit tosaðu, skemtaðu og løgdu ætlanir um títt komandi sixpack.

Sum tú sjálvur nevndi í útvarpssendingini hjá Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann mest sunni í London, og ofta var lættasta loysnin at keypa sær onkran “fast food” ella okkurt til mikroovnin. Men nú skuldi tað verða, tú ætlaði tær í gongd, eta sunnari og í gongd við at venja saman við vinmonnunum í London, og í summar, tá tú hevði ætlan um at koma heim aftur, skuldi tað verða við sixpack.

Tú vart so spentur at koma yvir aftur til London, í London vart tú komin at kenna teg “heima”.

Tú hevði eina fína íbúð, fingið vinfólk og tað gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl, tað gekk super, tú vart ein tann besti næmingurin, ið hevur gingið á skúlanum. Ikki nokk við tað, so vart tú so væl dámdur av næmingum og lærarum, og mangan bóðu næmingarnir hjálp frá “Joe” (enska umsetingin av Jógvan), sum frá lærarunum, tí tú dugdi títt kramm.

At tekna hevur altíð ligið tær lætt, heilt frá heilt lítlum smádreingi sat tú og teknaði, og her eru fyrstu minnini hjá mær frá. Vit plagdu at sita uppi hjá Oluffu ommu á Vágsheygnum og tekna dag út og dag inn, og longu tá sóu vit, at tú hevði heilt ótrúligar gávur at tekna og verða kreativur.

Tað at vit bæði vóru so javngomul, gjørdi at vit mangan spældu saman, og sum árini gingu og vit blivu eldri, bleiv okkara vinarlag sterkari og tættari. Tú vart sum ein lítil beiggi og vit bæði kundu tosa um alt. Vit sóðust ikki so ofta sum vit altíð tosaðu um at vit ynsktu, men ofta ringdu vit saman og “tjattaðu” á facebook. Tú hevði altíð so nógv hugskot og tók meg gjarna uppá ráð. Summi hugskot vóru minni borðbar enn onnur, men tú tordi altíð at blaka teg út í okkurt nýtt.

Hóast tú ert farin alt alt ov tíðliga frá okkum, so gleðist eg um, at tú endaði á toppinum, at tú endiliga tók teg saman og fylgdi tínum barndómsdreymi, nemliga at tekna.

Eitt annað ella ein annar sum hevði stóran týdning fyri teg var Eyðfinn. Alt var Eyðfinn og tú vart so góður og stoltur av honum. Og hjá Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan góði, vit skula gera alt fyri at halda minnini um teg á lívi, og fortelja honum um allar tær stuttligu og festligu løturnar vit hava haft saman.

Tú vart ein, ið hugsaði um øll rundanum um teg. Familjan stóð tær nær, og eg vóni at eg fekk takka tær fyri allar telefonsamrøðurnar og troystandi orðini meðan mamma lá á Ríkissjúkrahúsinum, og takk fyri allar tær vitjanarnar tú vart forbí hjá mammu á Landssjúkrahúsinum í jólafrítíðini.

Tú komst við smákøkum og bommum úr Onglandi, tú pyntaði henni vindeyguni á stovuni við jólaprýði, tú fortaldi henni skemtisøgur og á seinastu vitjanina sang tú “Gleðilig jól” fyri henni.

Tú rúmaði nógvum fólkum Jógvan, ungum sum gomlum, sterkum sum veikum, og sjálvt á teknisíðini valdi tú at tekna havhestin, tann minni vakra fuglin framum tjaldri og lundan. Tú helt fyri, at havhesturin eisini hevði brúk fyri einum kjansi.

Ongin sorg uttan at hava elskað, og eg haldi at løtan í Christianskirkjuni vísti hvussu nógv fólk hava elskað teg. Ein stúgvandi full kirkja fylgdi tær til tín seinasta hvíldarstað. Ein so rørandi men vøkur jarðarferð har orðini frá Marjun í kapellinum og Hanus presti í kirkjuni vóru so troystarrík.

Tónarnir frá Kim Hansen, “I did it my way”, var sum skrivaður til tín, og fer hendan løtan í kirkjuni at verða fest í minnið:

I’ve loved, I’ve laughed and cried
I’ve had my fill, my share of losing
And now, as tears subside, I find it all so amusing
To think I did all that
And may I say, not in a shy way
Oh, no, oh, no, not me, I did it my way

Takk fyri eg slapp at fylgja tær til tín seinasta hvíldarstað, takk fyri tíðina og minnini – goymd og aldrin gloymd.

Góði Eyðfinn, Leila, Annbjørg, gumma, gubbi, Petur Hans, Sigrid, Oluffa og Símun við familju, má Harrin verða hjá okkum øllum, ið hava mist lítla Jógvan og geva okkum styrki í hesi sváru tíð.

Himmalin er vorðin eina stjørnu ríkari.

Hvíl í friði.

Maria

0 Comments

Guitaristarnir Jógvan á Høvdanum, yngri

28/1/2019

0 Comments

 
Billede
Guitaristarnir har Jógvan á Høvdanum yngri hevði høvuðsleiklutin. Sjá fimlsklipp herundir:
​

0 Comments

Summarsál Jógvan á Høvdanum, yngri

28/1/2019

0 Comments

 
Billede
Sendingin Summarsál, har Høgni Mohr hevði samrøðu við Jógvan á Høvdanum, yngra.

"At vera eyðmjúkur og ærligur um seg sjálvan og síni medmenniskjur, tað má vera lykilin til eitt gott lív." Jógvan á Høvdanum (yngri), Kunoy, føddur 20. septembur 1979 og deyður 06.01.2019.

Sjá sendingin herundir:



0 Comments

“Sæl Eru Tey Hjartareinu……..”

22/1/2019

0 Comments

 
Billede
Góði Jógvan, Í dag fylgdu vit tær tíl títt seinasta hvíldarstað. Klaksvíkin hevði klætt seg í fínasta skrúð, heiður himmal og brøttu fjøllini gjørdu manngarð um fjøldina av fólki, ið savnaðust at siga tær farvæl. Prestur, sum við útgangsstøði úr fjallaprædikuni – “Sæl eru tey hjartareinu….” – tosaði inniliga og vakurt um teg og tíni.
Sjáldan hava orðini í “I did it my way” runga meira sigandi, enn í dag í Krisitiankirkjuni, meistarliga framførd av Kim Hansen.
Og spakuliga, spakuliga byrjar tú at fata, at hetta er Jógvan, sjálvur Jógvan á Høvdanum, sum vit eru komin at fylgja.

Men meiningsloysi, sorgin, skelkurin og ivin verður sitandi í sinninum. Hetta er ikki rætt, tað kann ikki passa. Er tað nakar í heiminum, sum ikki egnar seg at vera deyður, so er tað tú, Jógvan. Tú kanst ikki bara fara soleiðis, og lata okkum sita eftir við hesum tómleikanum. Tú hevði so nógv eftir at gera, so nógv mál at røkka, so nógva skapanargleði og tráan eftir nýggjum lærdómi, tað kann ikki bera til at tú ert farin. At tínar gløggu viðmerkingar, tínar provokatiónir, tín erligi og óttaleysi verumáti, títt skeiva smíl og argandi látur ikki longur fer at ljóða ímillum okkum.

Men hetta er veruleikin, mannalívið við øllum sínum margfeldi, treytirnar vit liva undir. Vit missa tey vit eru góð við og skulu so royna at fóta okkum við hesi tilvitan í huganum.

Góði Jógvan, eg vil bara takka tær fyri, at eg slapp at arbeiða saman við tær í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. At eg slapp at uppliva teg, tín sera beinrakna humor og glaða, gevandi lyndi. Tú gavst íblástur, provokeraði, fekk øll at flenna og flutti mørk. Ikki sørt at tú onkuntíð fekk øði í, men tú vart ongantíð bangin fyri at siga tína meining og standa fast við tað. Og so vart tú eisini hin stóri diplomaturin, sum loysti konfliktirnar og slættaði sjógvin, tá harðast leikaði á. Eldhugaður og djarvur herjaði tú á, og fekk okkum at øtast, ógvast og illskast, men eisini at hugsa og undrast. Tú vart ongin miðalhampamaður, tað hevði verið eitt fornermilsi at sagt tað um teg.

Góði Jógvan, situr tú nú haruppi, á einum skýggi, við guitarini og syngur “Liðið tað eitur KÍ….” ella gongur tú runt við tekniblokkinum og teknar Sankta Pætur í lítið flatterandi støðum? Ella kanska gongur tú og flettir uppum einglar? Eitt er í hvussu so er heilt vist, har er blivið stuttligari síðani tú komst. Men eitt mást tú lova mær: um Watson einaferð bankar uppá haruppi, so mást tú ikki nokta honum atgongd, men lata tína hjartagóðsku taka ímóti honum, eins og tú her niðri virdi og tók øll til tín, uttan mun til hvørji vit vóru.

“Sæl eru tey hjartareinu, tí tey skulu síggja Guð” Skriftstaðið, ið prentað var á sálmahefti til tína jarðarferð, er beinrakið og tekur samanum títt mangan baldruta lív. Tú vart ein slóðbrótari, argari, skemtari, provokatør, men fremst av øllum, vart tú hjartareinur.

Góðu tit øll, ið stóðu Jógvani nær, við djúpastu samkenslu, vil eg við hesum orðum æra minnið um Jógvan á Høvdanum, yngra.

Ria Tórgarð

0 Comments
<<Previous

    Forfatter

    Skriv noget om dig selv. Det behøver ikke være noget vildt eller stort, bare giv et overblik.

    Arkiver

    January 2020
    September 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.