Góði Jógvan, Í dag fylgdu vit tær tíl títt seinasta hvíldarstað. Klaksvíkin hevði klætt seg í fínasta skrúð, heiður himmal og brøttu fjøllini gjørdu manngarð um fjøldina av fólki, ið savnaðust at siga tær farvæl. Prestur, sum við útgangsstøði úr fjallaprædikuni – “Sæl eru tey hjartareinu….” – tosaði inniliga og vakurt um teg og tíni.
Sjáldan hava orðini í “I did it my way” runga meira sigandi, enn í dag í Krisitiankirkjuni, meistarliga framførd av Kim Hansen.
Og spakuliga, spakuliga byrjar tú at fata, at hetta er Jógvan, sjálvur Jógvan á Høvdanum, sum vit eru komin at fylgja.
Men meiningsloysi, sorgin, skelkurin og ivin verður sitandi í sinninum. Hetta er ikki rætt, tað kann ikki passa. Er tað nakar í heiminum, sum ikki egnar seg at vera deyður, so er tað tú, Jógvan. Tú kanst ikki bara fara soleiðis, og lata okkum sita eftir við hesum tómleikanum. Tú hevði so nógv eftir at gera, so nógv mál at røkka, so nógva skapanargleði og tráan eftir nýggjum lærdómi, tað kann ikki bera til at tú ert farin. At tínar gløggu viðmerkingar, tínar provokatiónir, tín erligi og óttaleysi verumáti, títt skeiva smíl og argandi látur ikki longur fer at ljóða ímillum okkum.
Men hetta er veruleikin, mannalívið við øllum sínum margfeldi, treytirnar vit liva undir. Vit missa tey vit eru góð við og skulu so royna at fóta okkum við hesi tilvitan í huganum.
Góði Jógvan, eg vil bara takka tær fyri, at eg slapp at arbeiða saman við tær í Klaksvíkar Sjónleikarafelag. At eg slapp at uppliva teg, tín sera beinrakna humor og glaða, gevandi lyndi. Tú gavst íblástur, provokeraði, fekk øll at flenna og flutti mørk. Ikki sørt at tú onkuntíð fekk øði í, men tú vart ongantíð bangin fyri at siga tína meining og standa fast við tað. Og so vart tú eisini hin stóri diplomaturin, sum loysti konfliktirnar og slættaði sjógvin, tá harðast leikaði á. Eldhugaður og djarvur herjaði tú á, og fekk okkum at øtast, ógvast og illskast, men eisini at hugsa og undrast. Tú vart ongin miðalhampamaður, tað hevði verið eitt fornermilsi at sagt tað um teg.
Góði Jógvan, situr tú nú haruppi, á einum skýggi, við guitarini og syngur “Liðið tað eitur KÍ….” ella gongur tú runt við tekniblokkinum og teknar Sankta Pætur í lítið flatterandi støðum? Ella kanska gongur tú og flettir uppum einglar? Eitt er í hvussu so er heilt vist, har er blivið stuttligari síðani tú komst. Men eitt mást tú lova mær: um Watson einaferð bankar uppá haruppi, so mást tú ikki nokta honum atgongd, men lata tína hjartagóðsku taka ímóti honum, eins og tú her niðri virdi og tók øll til tín, uttan mun til hvørji vit vóru.
“Sæl eru tey hjartareinu, tí tey skulu síggja Guð” Skriftstaðið, ið prentað var á sálmahefti til tína jarðarferð, er beinrakið og tekur samanum títt mangan baldruta lív. Tú vart ein slóðbrótari, argari, skemtari, provokatør, men fremst av øllum, vart tú hjartareinur.
Góðu tit øll, ið stóðu Jógvani nær, við djúpastu samkenslu, vil eg við hesum orðum æra minnið um Jógvan á Høvdanum, yngra.
Ria Tórgarð