NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kom og teknað Teknirøðir saman við Jógvan á Høvdanum, yngra (Partur I: Høvd)

20/2/2018

Comments

 
Billede
Eg havi teknað teknirøðir alt tað eg kann minnast til og hugsaði mær sjálvum, at hetta faktist er ein lærdómur fyri seg sjálvan - sum eg gjarna vil sleppa at læra frá mær.

Fyrst muga vit duga at teknað eitt sindur - og til tess, so krevst einans venjing, venjing og aftur venjing. Tú nýtist ikki at geva upp beinavegin, men heldur lata teg noyða við tær tekningar, sum tú nú einaferð hevur gjørt. Venjing ger ein til meistara og til teknirøðir, so nýtist tað ikki at vera so perfekt, sum tað oftað krevst til ymiskt annað handaligt arbeiðið. Minst bert til teknað - tí tú faktist heldur tað er stuttligt at teknað.

Billede
Eg sjálvur brúki ein blýant nummar 6B, tá ið eg geri skitsjur til eina tekning. Mær dámar væl, at tað er bleytt og nemt at teknað á eitt papír - tí teknistrikurnar frá blýantinum vera seinni viskaðar vekk.

Eftir at eg havi teknað tað sum eg vil við blýantinum, so tekni eg við einum Uni Pin penni nr: 0,8 útyvir teknistrikurnar. Síðan viski eg teknistrikurnar av blýantinum vekk og onkuntíð so brúkti eg eisini Uni Pin nr: 0,2, tá ið eg vil hava eitt sindur minni strikur á tekningini. Tað finnast sjálvandi fleiri aðrir mátar, sum ein kann teknað upp og heldur tú, at tín máti er betri enn mín og tínir pennar samstundis betri at brúka, so brúka teir pennarnir - tí tú skalt brúka ta tól, sum fellur tær nemmast at brúka. Tað er hóast alt tú, sum kemur at teknað tínar framtíðar tekningar.

Billede
Men vit leypa bara beint í tað, folkens. Minst til, at fyrst brúka blýant til hesa tekning - og síðan teknað útyvir við einum penni.

1. Tað fyrsta vit fara at teknað er eitt egg, sum víst á myndini til vinstru. Trýst á mynd - fyri at gera myndina størri.

2. Síðan teknað vit nakrar strikur á eggi, sum víst á mynd nr. 2.

3. Har sum strika B er - teknað vit tvey eygu. Eitt hvørju megna eggi.

4. Síðan teknað vit eina nøs á striku B, C og A.

5. Á striku D teknað vit ein munn.

6. Og til endans kanst tú teknað hár á eggi, eygnabrýr - ella hvat tú hevur hug til.

So nemt kann tað vera, at teknað eitt høvd og verður hesin teknikkurin brúktir víða um.

Til vit síggjast næstu ferð, so vil eg ráða tær til at teknað, teknað og aftur teknað. Hav í huga, at hetta er ein stuttlig venjing og jú meira tú venur, jú stuttligari verður tað.

Jógvan á Høvdanum (yngri) 21.02.2018

Comments
    Follow Ugly Joe Comix's on Facebook HERE

    Arkiv

    February 2020
    September 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    August 2017
    July 2017
    January 2017
    July 2016
    June 2016
    March 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014

    Katagori

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.