![]() Eks. konan hjá Sean "Diddy" Combs er funnin deyð í heiminum hjá henni tann 15. november. Talan er um modellina Kim Porter, sum einans bleiv 47 ára gomul. Saman høvdu Combs og Porter trý børn - og vóru tey avbera góðir vinir, sjálvt um tey skiltust í ár 2007. Rapparin Sean "Diddy" Combs er eftir øllum at døma - sundir knústir og hevur talsmaðurin hjá Combs boða soleiðis frá: - Tað er við sorg, at vit kunna váttað, at Kim Porter er deyð. Eg biði tykkum innarliga um frið, nú familjan fer ígjøgnum eina svára tíð. Tað sigst, at 47 ára gamla Kim Porter hevði havt lungnabruna í fleiri vikur - og bleiv hon funnin deyð í heiminum hjá sær í Toluca Lake í Kalifornia hósdagin, skrivar TMZ. JáH (y) 18.11.2018 Kelda: People og CNN |
Arkiv
December 2018
|