NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Spennandi nøvn á gallakonsert í Hovi

16/11/2012

Comments

 
Picture
Stanley Samuelsen verður eitt av høvuðsnøvnunum, sum fer at spæla á stórari og stásiligari gallakonsert, sum FC Suðuroy skipar fyri í skúladeplinum í Hovi leygardagin 24. november.

- Mær dámar serstakliga væl at spæla í Suðuroy, sigur Stanley Samuelsen. - Suðringar hava altíð tikið serliga væl ímóti mær, so eg gleði meg at koma og spæla fyri teimum aftur.

Í 60'unum spældi hann í Suðuroy saman við væl umtókta Fuglafjarðarbólkinum Silly Boys. Síðani hevur hann spælt bæði á Seglloftinum og í Stóra Pakkhúsi sum solistur og eisini saman við Trio Acoustica. Seinast, hann spældi í Suðuroy, var í fjør.
Spurdur um, hvat áhoyrararnir kunnu vænta sær at hoyra hesaferð, svarar Stanley: - Tað fari eg ikki at avdúka her, men tað verður heilt víst okkurt, sum fólk verða glað fyri at hoyra.

Fjølbroytt skrá

Onnur nøvn, sum verða at hoyra hetta kvøldið í Hovi, verða Lív Næs, Brandur Enni, Evi Tausen, Elin Brimheim Heinesen, Hjalmar Magnussen og Barnakórið hjá Frelsunarherinum í Vági.

Hurðarnar lata upp kl. 18. og lagt er upp til eitt sera stásiligt kvøld, har tað t.d. ber til at bíleggja limousine at koyra seg til tiltakið. Reyði leyparin tekur ímóti gestunum, og myndir verða tiknar, tá fólk koma inn. Framsýning verður eisini við ymsum sýnislutum, m.a. málningum eftir Jákup Hjaltalin. Borðreitt verður m.a. við sjampanju og kransakøku.

Á heimasíðuni hjá FC Suðuroy ber til at lesa meira um, hvat hendir á hesum forkunnuga tiltaki, og hvussu ein kann útvega sær atgongumerki og limousine-tænastu.

Fyriskipari fyri FC Suðuroy er Fimmboði Lisberg, T-postur: fl@kelduvatn.fo

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly