
Sjálvir havi eg kent Hennibeth ímong ár hjá Føroyar Bjór. Hon er eitt sera Ja-ligt menniskja og fyrikomandi kvinna og hava vit bæði havt nógv góð telefonprát. Tær verður ynskt góðan byr í nýggja arbeiðinum.
SáH
Kelda: heimasíðan Studentaskúlin
![]() Í gjár, 1. oktober, er nýtt skrivstovufólk byrjað á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni fyri Dianu Thomsen, sum hevur røkt starvið síðan á heysti 1982. Nú Diana leggur frá sær fyri aldur, hevur hon í samfull 31 ár havt ein týðandi leiklut í dagliga virksemi skúlans – altíð fyrikomandi og hjálpsom. Í hennara stað er komin Hennibeth Kalsø úr Klaksvík. Hennibeth hevur eisini drúgvar royndir í skrivstovuyrkinum. Eftir at hava lært skrivstovuyrkið hjá Føroya Bjór, starvaðist hon hjá Føroya Bjór í úti við 25 ár – eitt tíðarskeið starvaðist hon tó hjá fyritøkuni El-Inn í Klaksvík. Starvsfólkahópurin á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy bjóðar Hennibeth vælkomin í starvið. Sjálvir havi eg kent Hennibeth ímong ár hjá Føroyar Bjór. Hon er eitt sera Ja-ligt menniskja og fyrikomandi kvinna og hava vit bæði havt nógv góð telefonprát. Tær verður ynskt góðan byr í nýggja arbeiðinum. SáH Kelda: heimasíðan Studentaskúlin |
Greinar
January 2021
|