NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

9/10/2026

Comments

 
PictureÁ myndini er Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula.
Nýggi rammusáttmálin um KT-útgerð kemur afturat rammusáttmálanum um teldur, sum Formula vann í september. Við báðum sáttmálunum kann Formula veita almennum stovnum dygdargóða KT-útgerð til sera kappingarførar prísir. 

Formula hevur vunnið útboðið hjá Keypi Landsins um aðra KT-útgerð enn teldur og fegnast um álitið og uppgávuna.

Í september vann Formula rammusáttmálan um teldur. Nýggi sáttmálin er eitt annað útboð og fevnir um aðra KT-útgerð og tilhoyr, sum verður brúkt á føroyskum arbeiðsplássum.

Rammusáttmálin fevnir um fleiri almennar stovnar, teirra millum Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Fróðskaparsetur Føroya, Glasir, Landsverk og TAKS. Talan er um ein trý ára sáttmála, sum skal gera innkeypið einfaldari og tryggja stovnunum góða og álítandi útgerð til kappingarførum treytum.

Í útboðnum verður dentur lagdur á góðsku, nýtslusemi og álítandi útgerð. Harumframt eru krøv um vørugoymslu í Føroyum og tænastur sum ráðgeving, uppseting og feilfinning.

Vit eru sera takksom fyri aftur at fáa álitið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at kunna bjóða føroyskum stovnum dygdargóða KT-útgerð til somu prísir sum í Danmark – og samstundis veita ráðgeving, tænastu og hjálp her heima, sigur Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula.

Hjá Formula er hetta eisini ein partur av einari miðvísari menning, har málið er at tryggja føroyskum kundum – bæði almennum og privatum – góða KT-útgerð til kappingarførar prísir við føroyskari tænastu afturat.

Fyri meg hevur tað stóran týdning, at kundin kennir seg væl hjálptan – ikki bara tá vøran verður keypt, men eisini aftaná. Tað er júst samansetingin av góðum prísi, góðari útgerð og lokalari tænastu, sum vit vilja standa fyri, sigur Nikael Mortensen.

Formula takkar fyri álitið og gleðir seg til samstarvið við stovnarnar.

Formula
​

Comments
    Billede
    Picture

    Greinar

    October 2026
    September 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.