![]() Komandi Forsetin í Amerika, Donald J. Trump er kanska ikki fullir av lorti, tí nú hevur maðurin syrgt fyri, at mobilfelagi Sprint fer at flyta aftur til Amerika og harvið fáa 5.000 amerikanara arbeiðið aftur ... Afturat tí, so sigur Trump at eitt nýtt felag OneWeb eisini fer at skapa arbeiðir aftur, tí her er talan um 3.000 nýggj størv. Men hvussu hetta fer at ávirka heimsøkonomi'in er ein heilt onnur søgu, tí serfrøðingar kring heimin eru í stórum iva, hvussu Donald J. Trump fer at megna at vera Forseti, vera ein fyrimynd fyri tað amerikanska fólkið og samstundis skipa fyri, at skila kemur aftur í tann amerikanska økonomi'in. JáH (y) 29.12.2016 ![]() Føroyar og ES skrivaðu tann 7. desember undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2017. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til avtaluna í fjør, men nakrar broytingar eru framdar. Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum er økt upp í góð 38.000 tons í samsvari við lutfalsligu hækkingina av heildarkvotuni av makreli. Føroyar varðveita samstundis somu atgongd og kvotu av svartkjafti, soleiðis at føroysk skip komandi ár hava møguleika at fiska góð 30.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi. Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður óbroytt, soleiðis at partarnir kunnu fiska 6.000 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum. Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so hækkar kvotan av hvítingsbróðri upp í góð 9.000 tons, meðan kvotan av brislingi lækkar niður í 1.000 tons, av tí at ICES mælir til eina munandi lægri veiðu í ár og næsta ár. Føroyska kvotan av sild í Skagerak verður 400 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 200 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum. Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av upsa, blálongu og kongafiski lækkaðar nakað í 2017, meðan aðrar kvotur av toski, hýsu, flatfiski og øðrum fiskasløgum verða óbroyttar. Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu. Mynd: Samráðingarleiðararnir, Jacques Verborgh og Andras Kristiansen, taka í hondina á hvørjum øðrum eftir at hava skrivað undir semju millum ES og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2017. Kelda: Løgtingið ![]() Landsstýrið hevur latið Løgtingsins fíggjarnevnd dagføringar til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017. Við dagføringunum vísir fíggjarlógaruppskotið nú eitt avlop á 200 mió. kr. í mun til 112 mió. kr., tá ið uppskotið varð lagt fram. Orsøkin er fyrst og fremst, at landsstýrið væntar hægri inntøkur í 2017 enn upprunaliga mett. Hetta tí at inntøkurnar í 2016 gerast væl hægri enn væntað varð, tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 varð lagt fyri Løgtingið 30. september. Serliga eru tað inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi, fiskivinnu og alivinnu, ið eru hægri enn væntað. Inntøkumetingarnar fyri 2017 verða tí tillagaðar samsvarandi. Størstu broytingarnar á útreiðslusíðuni eru, at nýggjar upplýsingar eru komnar um játtanartørvin á Landssjúkrahúsinum, at landið fer undir at veita tilboð til fólk undir 67 ár við demens, og at bústaðarloysn er funnin fyri tey, ið hava búleikast á psykiatriska deplinum í mong ár. Meira kann lesast her: Fíggjarmálaráðið ![]() Ågot hevur verið næstan seks mánaðaðir í Grønlandi, har teir hava tikið ímóti svartkalva frá grønlendskum jollu fiskimonnum og hava síðani fryst svartkalvan umborð. Skiparin hendan túrin var Hjalti Poulsen og nú verður skipi umvælt og tá ið umvælingin er liðug verður farið á Flesmish Kap og tað verður væntandi ímillum jól og nýttar. Norðoya Portalurin ynskir Ågot vælkomin heim. SáH |
Greinar
Februar 2019
|