Atlantic Airways - Ferðandi nr. 3.000.00029/11/2014
![]() Tann 28. november høvdu vit ferðandi nr. 3.000.000 við Atlantic Airways. Bjarta Arge sum fór við flogfarinum til Keypmannahavnar kl.08:15 gjørdist sera bilsin og fegin tá Jørgen Holme, stjóri hjá Atlantic Airways, handaði henni eitt blómutyssi og gávubræv áljóðandi ferð fyri 2 á rutunetinum hjá Atlantic Airways sum ferðandi nr. 3.000.000. Síggj videoklipp herundir. SáH Føroyar, ES og Noreg ásett heildarkvotuna fyri makrel23/11/2014
![]() Samráðingarnar millum Føroyar, ES og Noreg, ið vóru niðurlagdar í London 24. oktober 2014, vórðu tiknar upp aftur í Bergen í morgun. Fyri løtu síðan gjørdu nevndu lond semju fyri fiskiskapin eftir makreli fyri 2015, har heildarkvotan er ásett til 1.054.000 tons. Heildarkvotan er innan fyri karmin, ið ICES metir at vera burðardyggan. Føroyska kvotan í 2015 verður sostatt 132.814 tons. Londini eru samd um at hittast í Føroyum tíðliga í komandi ári, har farið verður undir samráðingar um eina umsitingarætlan fyri makrel fyri næstu árini. Til hesar samráðingar verða Grønland, Ísland og Russland boðin við. Føroyar taka nú við formansskapinum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrel. Kelda: Fiskimálaráðið (tann 21.11.2014) Tax Free Dagur í Havn14/11/2014
![]() Leygardagin 15. november verður Tax Free dagur í Havn. Hendan dagin lata handlar í býnum avsláttur av vøru, ið samsvarar við Tax Free talvuna, sum flestu okkara kenna aftur frá uttanlandsferðum. Ein lítil munur er tó - við Tax Free keypi í Havn, verður avslátturin trektur frá uppruna upphæddini við kassan. Tax Free verður ikki latið av bókum. Meiri info á visittorshavn.fo/jol og facebook.com/jolmidbynum JáH (y) 14.11.2014 Kelda: Tórshavnar Kommuna Um 24.000 løntakarar bæði í juli og august13/11/2014
![]() Í august vóru 24.025 løntakarar, áleið tað sama sum í juli. Í februar 2014 vóru gott 23.800 løntakarar og hevur tað verið ein lítil javnur vøkstur síðan tá, so tað nú annan mánaðin á rað eru beint yvir 24.000 løntakarar. Les meira HER JáH (y) 13.11.2014 Kelda: Hagstova Føroya Gadus farin at sigla heima7/11/2014
![]() Fyri løtu síðani frættist, at Gadus er farin at sigla heim. Gadus fór túr tann 21. august og hava teir roytn eystanfyri og í síðstuni hava teir roynt í norskum sjógvi. Gadus hevur 650 tons inni, nú teir eru farnir at sigla og væntandi vera teir á Klaksvík týsdagin, har veiðan eisini verður løgd upp. Skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstøð. Vit ynskja skipara og manning góða heimreisu. SáH Her nakrar myndir, tá ið teir fóru avstað tann 21. august: Almenna hallið í 2013 var 367 milliónir5/11/2014
![]() Hallið hjá tí almenna var 367 milliónir kr. í 2013. Tað eru 85 milliónir meira enn í 2012. Tað er landið, ið eigur størsta partin av úrslitinum. Í 2013 hevði landið eitt hall á 341 milliónir, og er tað 60 meira enn í 2012, tá hallið var 281 milliónir. Landið hevur havt hall seinastu seks árini, størst í 2009 við 506 milliónum og minst í 2011, tá tað var 203 milliónir. Seinastu tvey árini er hallið hjá landinum vaksið og er nú 341 milliónir. Les meira HER JáH (y) 05.11.2014 Kelda: Hagstova Føroya Nær man Sjúrðaberg fara túr aftur?2/11/2014
Stavurin hjá Gandalf seldir fyri 2,3 milliónir kr2/11/2014
![]() Á einari uppisølu kallað Hollywood Memorabilia har kend ting í Hollywood vera seld á uppisølu - bleiv stavurin hjá Gandalf úr filminum Lord Of The Rings seldir fyri heilar 2,3 milliónir kr. Sí video av stavinum niðanfyri: Sjálv høvdu tey ikki rokna við at fáa sooo nógv fyri stavin. Nøgd høvdu tey verið, at fingið á 150.000,00 kr - men upphædd fór at vera so risastór - høvdu tey als ikki rokna við. T-shirtin hjá Steve McQueen frá filminum The Great Escape bleiv seld fyri 295.000 kr - ímeðan Mork t-shirtin hjá Robin Williams sála bleiv seld fyri 114.000,00 kr. Maðurin aftanfyri uppisøluna, Joe Maddalena er ovurfegin um úrslitið og sigur soleiðis frá: "Vit hava arbeitt sera hart fyri at fáa fatur í teim røttu tingunum, at selja á uppisøluni. Og eg haldi eisini at tølini tala fyri seg sjálvan." Um maðurin sum keypti stavin fer at ganga á fjall við honum - sigur søgan tó onki um ..! JáH (y) 02.11.2014 |
Greinar
Februar 2019
|