NP
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog

Stanley Samuelsen tvær konsertir í Føroyum !!!

27/11/2012

Kommentarer

 
Picture
Stanley Samuelsen skal spæla konsert í Ribarhus í Fuglafjørði leygardagin tann 1. desember kl. 20.00 (atgongumerkir kunna keypast við inngonguna). Og í Hoyvíkar kirkju tann 2. desember kl. 16.00. Tað er 3. ferð, at Stanley spælir í Hoyvíkar kirkju í advent.

Stanley hevur gjørt nýggjan tónleik við 12 yrkjingum eftir J.H.O Djurhuus og fer longu nú, at spæla okkurt av tí nýggja. Man kann hoyra Oktober á Youtube niðanfyri:

Kommentarer

Spennandi nøvn á gallakonsert í Hovi

16/11/2012

Kommentarer

 
Picture
Stanley Samuelsen verður eitt av høvuðsnøvnunum, sum fer at spæla á stórari og stásiligari gallakonsert, sum FC Suðuroy skipar fyri í skúladeplinum í Hovi leygardagin 24. november.

- Mær dámar serstakliga væl at spæla í Suðuroy, sigur Stanley Samuelsen. - Suðringar hava altíð tikið serliga væl ímóti mær, so eg gleði meg at koma og spæla fyri teimum aftur.

Í 60'unum spældi hann í Suðuroy saman við væl umtókta Fuglafjarðarbólkinum Silly Boys. Síðani hevur hann spælt bæði á Seglloftinum og í Stóra Pakkhúsi sum solistur og eisini saman við Trio Acoustica. Seinast, hann spældi í Suðuroy, var í fjør.
Spurdur um, hvat áhoyrararnir kunnu vænta sær at hoyra hesaferð, svarar Stanley: - Tað fari eg ikki at avdúka her, men tað verður heilt víst okkurt, sum fólk verða glað fyri at hoyra.

Fjølbroytt skrá

Onnur nøvn, sum verða at hoyra hetta kvøldið í Hovi, verða Lív Næs, Brandur Enni, Evi Tausen, Elin Brimheim Heinesen, Hjalmar Magnussen og Barnakórið hjá Frelsunarherinum í Vági.

Hurðarnar lata upp kl. 18. og lagt er upp til eitt sera stásiligt kvøld, har tað t.d. ber til at bíleggja limousine at koyra seg til tiltakið. Reyði leyparin tekur ímóti gestunum, og myndir verða tiknar, tá fólk koma inn. Framsýning verður eisini við ymsum sýnislutum, m.a. málningum eftir Jákup Hjaltalin. Borðreitt verður m.a. við sjampanju og kransakøku.

Á heimasíðuni hjá FC Suðuroy ber til at lesa meira um, hvat hendir á hesum forkunnuga tiltaki, og hvussu ein kann útvega sær atgongumerki og limousine-tænastu.

Fyriskipari fyri FC Suðuroy er Fimmboði Lisberg, T-postur: fl@kelduvatn.fo

Kommentarer

    Greinar

    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    December 2013
    Oktober 2013
    Maj 2013
    Februar 2013
    Januar 2013
    December 2012
    November 2012
    Oktober 2012
    September 2012

    RSS-feed

Proudly powered by Weebly
  • Heim
  • Vinna
  • Politikkur
  • Tónleikur
  • Ítrottur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • JáH (y) til minnist
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • Blog