NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíksingar fegnast um úrvalið hjá Pier og Tiger

31/10/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalur varð forbí handlunum fyrradagin og fingu vit eitt prát við tann dagliga leiðaran,  Petur Markus (á miðjuni á myndini) fyri handlarnar Pier og Tiger, sum opnað mánadagin í Klaksvík. Vit bóðu Petur Markus fortelja eitt sindur um seg sjálvan - og so spurdu vit hann nakrar viðkomandi spurningar um handlarnar ...

Eg eiti Petur Markus Josenius Hammer, eg eri 20 ár og eri úr Norðragøtu, men hava verið búsitandi í Havn síðan 2012, tá eg fór at lesa í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í februarmánað í fjør fekk eg starv í Tiger, har eg arbeiddi eftir skúlatíð. Eftir at húgvan kom á høvdið í summar, havi eg hildið fram við at arbeiða í Tiger, og nú havi eg fingið eina nýggja og spennandi uppgávu - the Pier og Tiger hava nevniliga ein felagspop-up handil í Klaksvík, og eg eri settur sum leiðari í Tiger og hjálpi til í the Pier.

PictureJól hjá Pier í Tórshavn
1. Hvussu ber tað til at tit júst opnað slíkar handlar í Klaksvík ..?

Handlarnir the Pier og Tiger bjóða báðir tveir alskyns vørur - hin fyrri hevur ymiskt stásiligt til heimið, stórar og smáar lutir til køk, stovu o.a. Hin seinni er eyðkendur fyri fjølbroyttu vørur sínar; har fæst okkurt til allar aldursbólkar fyri bíligan penga. Vit ynskja, at fólk úr øllum landinum skulu hava møguleikan til at koma og síggja stóra úrvalið, og tí lata vit hendan pop-up handilin upp.

2. Kunna klaksvíksingar gleða seg til nógvar nýggjar vørir ..?

Tað kunnu teir heilt sikkurt! Ta tíðina eg havi verið her og gjørt handilin kláran, havi eg frætt, at handlar sum okkara eru væl móttiknir av klaksvíkingum. Nógv hava verið innan gáttar og hugd runt, og tey hava øll fegnast við úrvalið. 

3. Nú vera jól eisini nakað skjótt - fara vørurnar eisini bera brek av tí ..?

Vit hava eitt margbroytt úrval í báðum handlum - og sjálvandi verður nógv við jóladámi at fáa. Her eru ymsar jólavørur - til gávur og til at prýða heimið við. Og so er eisini nógv annað, ið hóskar til allar hinar árstíðirnar. ​

PictureEin Tiger handil í DK.
4. Hvussu nógv fólk koma so at arbeiða her ..?

Her hava verið nógv røsk fólk, ið hava hjálpt til við at seta upp og snøgga handilin til. Tríggjar dugnaligar damur úr Klaksvík fara at hjálpa viðskiftafólkunum, so øll fara at fáa bestu handilsupplivingina. 

5. Vera nógv super góð tilboð til jólar ..?

Avgjørt! Øll eru vælkomin at koma og síggja tað, ið vit hava at bjóða, tá pop-up handilin letur upp mánadagin 2. november. Eisini verður eitt borð við ókeypis smákøkum, kaffi og te.

Vit á Norðoya Portali fara at ynskja teim nýggju handlunum Pier og Tiger hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar og góðan byr í framtíðini. 

​JáH (y) 31.10.2015

Comments

Sera góð & bílig gólv frá Klaksvíkar Timburhandli

29/10/2015

Comments

 
Picture
Klaksvíkar Timburhandil, sum heldur til á Standavegi 4 - saman við Klips og Norðoya Portali hevur stórt úrval av Laminat gólvi eftir.

Eitt nú hava vit 8 mm gólv, sum líkjast flísum og kosta einans 148 kr pr. m2

Eisini hava vit 8 mm sera slitsterk gólv frá Wallman, sum eita Kronotex Mega, sum vit selja út fyri 148 kr. pr. m2 - Í Danmark kosta somu gólv langt yvir 200 kr pr. m2.

Vit hava eisini 7 mm Krono-Fix gólv, sum vit selja út fyri ein spott-prís - nevniliga 98 kr pr. m2.

Og skal tað vera heilt bíligt, so selja vit eisini gólv (6 mm) út fyri 89 kr pr. m2.

Vit hava eisini undirlag, sum eru sera góð - sum vit kallað No Noise, sum eisini fjálgar um - har tú kanst spara eina rúgvu um árið av olju. Tí tað undirlagi heldur seg væl uppá hitan í húsinum eisini.

Vit halda til á Stangavegnum 4, sum sagt - og vit eru at hitta nærum alt samdøgnið. Ring og gev okkum eitt preið, har tú so kanst koma innar ein túr til eitt gott kaffiprát um títt framtíðar gólv.

Eisini hava vit eitt sindur av loftið (og aðrar vørir) eftir - og vit meta, at vit allerhelst eru bíligast í Føroyum innan gólv & loft. Ring ella skriva til okkum - vit eru (næstan) altíð tøkir.

Jógvan á Høvdanum og Símun á Høvdanum
Tlf 226906 ella 273200 (email: klips.fo@live.dk)

Comments

Prísgongdin sera ymisk í smásøluni fyrsta hálvár 2015

28/10/2015

Comments

 
Picture
Samanbera vit prísgongdina í smásøluni í trimum høvuðsbólkum, kunnu vit staðfesta, at gongdin er sera ymisk:
  • Matur og alkoholfríar drykkjuvørur: prísgongdin hevur sum heild verið javnt hækkandi síðani 2005.
  • Klæðnavørur og fótbúni: síðani hækkingina í 2008 hava prísirnir sveiggjað og falla nakað  í seinastuni.
  • Búnýti og innbúgv: eftir fallið í 2007 hevur prísgongdin verið rímiliga støðug.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Arbeiðsloysið komið niður á 2,7%

27/10/2015

Comments

 
Picture
Í september minkaði árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið niður í 2,7%, eftir at tað hevur ligið javnt um 3% síðani apríl. Hjá monnum er arbeiðsloysið minkað úr 2,3 niður í 2,1%, og hjá kvinnum úr 3,7 niður í 3,4%.
​
Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið minkað úr 804 fólkum í august til 736 í september. Tað eru 68 færri. Samanborið við september í fjør eru tað 247 færri.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan

Comments

Tax-Free dagur í Havn leygardagin!

27/10/2015

Comments

 
Picture
Leygardagin 31. oktober verður Tax-Free dagur í Havn. Hendan dagin lata 39 handlar í miðbýnum avsláttur av vøru, ið samsvarar við Tax-Free, sum flestu okkara kenna aftur frá uttanlandsferðum. 

Munurin er tó, at við Tax-Free keypi í Havn verður avslátturin trektur frá upprunaupphæddini við kassan. Tax-Free avslátturin verður ikki latið av bókum.

Leygardagin 31. oktober hava handlar í miðbýnum opið til kl. 16.00. Hesir handlar eru við:

Siri • Vøggan • Change • Vogue • Hennara • Th. Dam Intersport • Marjun Heimá • Niels L. Arge • Trin 27 • HNJ • Kallkyn • Tutl • Wrangler Shop • Touché • Fljóðið • Rennarin • Guðrun & Guðrun • Kjallarin • Skálabúðin • 2U • Staðið • Skóhornið • Kaffihúsið • Fótbúni • Hjá Kissa • Maria Poulsen Búnýti • Insito • Sniálvsdóttir • Brell • Igloo • Jógvan Weyhe • Snældan • Skipshandilin • Hon+Hann • Akkuleya • Lampubúðin • Soul Made • Notre Dame • Glimmur

Comments

Kom og ger kvettið hjá Klaksvíkar Timburhandli

19/10/2015

Comments

 
Picture"Sika: Allerhelst Heimsins besta fuga!"
Klaksvíkar Timburhandil hevur hópin av góðum vørum eftir á lagri og nú ber til hjá tær, at keypa tær vørurnar fyri ein bíligan pening. Vit vilja nevniliga av við allar vørurnar, so at vit fáa betri pláss ..!

Vælumtókta Sika produkti Sikaflex 11FC fæst eisini hjá Klaksvíkar Timburhandli og kann tað nú keypast fyri ein bíligan & sámiligan prís.

Eisini hava vit nógv gólv & loft, skrúvir & seym eftir, sum vit vilja selja út sum skjótast og her vilja vit gjarna, at vit vóru teir bíligastu í Føroya landi. So er Sika ikki tín áhuga, so kundi tað væl verið, at vit høvdu okkurt annað, sum vit meira enn gjarna eisini vildu selt til tykkara (privat ella virki). Ring ella skriva til ein av okkara - og vit saman fara inn í Klaksvíkar Timburhandli, har tú sum kundi fær eina sera góða avtalu.

Vit hava hesar Sika vørir (og aðrar) eftir á lagri og best hevði verið um tygara virki (ella tú privat) kundi givið okkum eitt samla boð uppá allar hesar vørir:

Picture"Eisini selja vit hanskar - so tú sleppur undan tí sum er hent í omanfyri-standandi mynd !!!"
- 11 ptr Sikaflex 11FC (hvítt)
- 8 ptr Sikaflex 11FC (svart)

- 4 ptr Sikaflex T2 (hvítt)
- 12 ptr Sikacryl HM (hvítt)
- 5 ptr Sikaflex 15LM (svart)
- 2 ptr Sikaflex 15LM (hvítt)
- 12 ptr Sikaflex 15LM (Grátt)
- 9 ptr Sikaflex 15LM (Brúnt)
- 8 ptr Sika BlackSeal 1 (Svart)
- 5 ptr Sikasil-C (Grátt)
- 19 ptr Sikasil-C (Klárt)
- 11 ptr Sikacryl -S+ (hvítt)
- 7 ptr Sikacryl HM (Hvítt)
- 3 ptr Sikaflex 11FC (Brúnt)
- 3 ptr Sikaflex 11FC (Hvítt)

Eisini hava vit fleiri onnur Sika produktir á lagri, sum vit meira enn fegnir vilja sleppa av - fyri ein bíligan pening - so hevur hetta tín áhuga, so er tað at geva okkum eitt preið - og so kunna vit saman hyggja eftir ØLLUM produktunum, har tú heilt ávorliga kanst gera kuppi. Ring ella skriva til okkum - men skunda tær, tí tann ið fyrst boðar ein sámiligan prís fer avstað við vørunum.

Og minst til: Vit hava eisini sera nógv gólv & loft eftir, sum vit meira enn fegnir vilja selja fyri ein bíligan pening - so er tað gólv/loft sum skal gerast í stand ella vilt tú bara hava eitt nýtt gólv/loft - so skunda tær at kontakta okkum - tí vit selja bert til onki lagur er eftir.

Vinarliga

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Krambakallur (Tlf 226906)
Email: mynameisjogvan@gmail.com

Símun á Høvdanum 
- Stjóri (Tlf 273200)
Email: klips.fo@live.dk

Comments

Nordbil komin norður á vitjan

16/10/2015

Comments

 
Picture
Gott lag á Birgir, Gordon og Frits í Klaksvík ídag.

Teir hava koyrt 50 brúktar bilar norður og er ætlanin hjá teimum, at selja allar til Norðoyingar við munandi avsláttri.

Kl. 16.00 var Norðoya Portalurin og vitjaði við myndatólinum og tá rokaðust teir óført, fyri at alt skuldi vera klárt til kl. 17.00.

Bilframsýningin er við Maverick og klokkan 17.00 byrjaðu teir at selja.

Teir halda økið er serstakliga væl egna, tí sum teir søgdu, so kunnu teir altíð fara ein túr oman í Grilluna hjá Símun og fáa sær okkurt leskiligt :)

SáH

Comments

Myndir: Sjúðarberg kom á Klaksvík klokkan 9 ímorgun

16/10/2015

Comments

 
Picture
Hendan var sera spent, tá ið Sjúðarberg legði at bryggju ímorgun.

Her nakrar myndir frá ímorgun.

​SáH

Comments

Sjúrðarberg kom á Klaksvík klokkan 9 ímorgun

16/10/2015

Comments

 
Picture
​Nakað av fólki vóru á kajuni og tóku ímótir Sjúrðarbergi ímorgun. Norðoya Portalurin var ein av teimum, reiðarin Hanus Hansen var eisini og heilsaði uppá skiparan Rólvur í Norðnástovu og manningina.

Sjúrðarberg hevur verið í rækjufiskiskapi í Grønlandi og í toskafiskikapi í Barentshavinum. Teir hava umleið 380 tons av toski, sum verður løgd upp í Klaksvík.

Sjurðarberg hevur verið burtur í góðar tríggjar mánaðaðir og fóru at sigla heim tann 11. oktober.

Væntandi ferð hann til skipiskap aftur einaferð í næstu viku, tá ið veiðan er løgd upp.

Við hendan túrin vóru 20 mans.

Norðoya Portalurin ynskir skipara og manning vælkomin heim.

SáH

Comments

Brúkaraprístalið er lækkað 1,9 prosent seinasta árið

14/10/2015

Comments

 
Picture
Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,9 prosent niður.

Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 14,2 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 16,9 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,3 prosent niður.

Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2,3 prosent, flutningsprísirnir eru farnir 2,2 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 3,0 prosent.

Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum rúsdrekka og tubbak, 2,1 prosent. Prísirnir í fleiri matvørubólkum eru farnir niður seinasta árið, í miðal eru teir lækkaðir 0,5 prosent.

Les meira HER

JáH (y) 14.10.2015
Kelda: Hagstovan

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly