![]() Sambært Portalinum siglir fyritøkan OKKKARA í sera tungum sjógvi. Hon hevur frá 2009 - 2012 haft eitt minus uppá 7,8 milliónir krónir. Klikk link til greinina her:http://aktuelt.fo/grein/tungt_hja_okkara SáH ![]() Um ein góðan mánað hevur Klaksvíkar Timburhandil havt opið í eitt ár, men staðfestast kann, at Klaksvíkar Kommuna ikki hevur keypt eina einastu fjøl frá lokala Timburhandlinum enn. Sera skuffandi, men tað er tann reini sannleikin, sigur Símun á Høvdanum stjóri í Klaksvíkar Timburhandli. Vit hava ikki selt eina einastu fjøl, byggiplátur, kloakrør, gólv, tøk ella rættari sagt byggitilfar til Klaksvíkar Kommunu. Tó hevur Kommunan keypt skrúir, seym, sikaflex, amboð og annað frá okkum, men tað er langt úti, at Kommunan ikki stuðlar sín lokala Timburhandil. Fyrispurning uppá eitt tilboð Í hesum tíðarskeiðunum, hava vit bert fyri fyrispurning uppá eitt tilboð og tað var til tilbygningurin ímillum KÍ høllina og Badmintonhøllina. Her góðu vit teimum 10 - 15% í avsláttri, men kappingarneytin fór heilt uppá 25 - 30% í avsláttur og tað hildu vit vera ov nógv, tá talan verður um eina Kommunu. Veit ikki, hvussu nógvir byggifrøðingar og vegaforðmenn eru í Klaksvíkar Kommunu, men teir hava ikki verið nógv í Klaksvíkar Timburhandli. Onkur av teimum hava als ikki verið á gátt enn, so tað sigur nakað, um teirra stuðul til lokala timburhandilin og tá er sera ringt at bjóða seg fram. Klaksvíkar Timburhandil hevur selt nógv hetta fyrsta árið vit hava virka, men broytingar eru á veg í nærmastu framtíð, sigur Símun á Høvdanum til endast við Norðoya Portalinum. ![]() Í gjár, 1. oktober, er nýtt skrivstovufólk byrjað á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni fyri Dianu Thomsen, sum hevur røkt starvið síðan á heysti 1982. Nú Diana leggur frá sær fyri aldur, hevur hon í samfull 31 ár havt ein týðandi leiklut í dagliga virksemi skúlans – altíð fyrikomandi og hjálpsom. Í hennara stað er komin Hennibeth Kalsø úr Klaksvík. Hennibeth hevur eisini drúgvar royndir í skrivstovuyrkinum. Eftir at hava lært skrivstovuyrkið hjá Føroya Bjór, starvaðist hon hjá Føroya Bjór í úti við 25 ár – eitt tíðarskeið starvaðist hon tó hjá fyritøkuni El-Inn í Klaksvík. Starvsfólkahópurin á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy bjóðar Hennibeth vælkomin í starvið. Sjálvir havi eg kent Hennibeth ímong ár hjá Føroyar Bjór. Hon er eitt sera Ja-ligt menniskja og fyrikomandi kvinna og hava vit bæði havt nógv góð telefonprát. Tær verður ynskt góðan byr í nýggja arbeiðinum. SáH Kelda: heimasíðan Studentaskúlin ![]() Verðins størsta konteynaraskip hevur ligið við kaj í Keypmannahavn hesar seinastu dagarnar, men ígjár legði tað frá landi aftur, áveg til Gøtebrog í Svøríki. Majestic Mærsk er 400 metur langt, hæddin er 73 metrar og 59 metur breitt. Hetta risa stóra skip, tekur heili 18.000 bingjur og hevur ein hug at keypa eitt slíkt skip, so kostar tað 1.033.293.000 krónir, nakað minni enn ein undirsjóvartunnil á Skálafjørðinum. Nógv fólk hava verið og hugt eftir skipinum við Langelinie, íalt 225.000 og 49.500 hava verið so heppin, at tey sloppu umborð at hyggja. Majestic Mærsk ferð at sigla ímillum Europa og Asien, har høvuðshavnin í Danmark verður Århus. Í Danmark er ikki sum í Føroyum, har er frí kapping ímillum havnirnar, tí har er man ikki tvingaður at uppskipa alt í høvuðsstaðnum, á sama hátt sum í Føroyum. Hetta átti okkara politikkara lært eitt sindur av. SáH |
Greinar
Februar 2019
|