![]() Tá ið tú nú fer at velja - far tá og royn okkurt nýtt. Vel mannin, sum hevur mong góð ár aftanfyri seg innan leiðslu, sølu og marknaðarføring. Vel ein, sum kennir til tín støðu sum krambakallur, sølumaður, dekkari, kokkur, máling, kunstnari og tónleikari. Sum gamal krambakallur havi eg altíð verið misnøgdur við S & K sáttmála, tí sáttmálin er slett ikki tíðarhóskandi og er ikki bleiv uppdateraður í eitt mans minni. Og somuleiðis so skuldi tann erfarni línumaðurin fingið meira í løn enn tann óerfarni - ella so í hvørtfall fingið upplæringa-tilskot, tá nógvir nýggir menn koma umborð eitt línuskip. Tað er snøgt sagt ikki hugsa um mannin/kvinnuna - sum hevur erfaringina aftanfyri seg. Ein sum hevur stríðst alt sítt lív fyri lítið & onki av peningi. Krambakallurin, Dekkari, Trolbassin, Sjúkrasysturin osv. - ja, eg kundi hildið áframm við listanum. Mín løn sum Krambakallur toppaði uppi á 25.000,00 kr og har tosið eg also um 12 árs erfaring innan leiðslu & sølu - og tað ger so eisini tað, at ein verur misnøgdur við sítt arbeiðið. Lønin hjá tær samsvarar simpulten ikki við tína útbúgving og tað vøran kostar í landinum í dag. Vit hava ikki ráð, at keypa tað, sum alt kostar í dag. Og vøran verður bert dýrari & dýrari og lønin hjá tær stendur í stað. Men stjóralønirnar vaksa & vaksa - og bert nøkur fá fólk í Føroyum hava møguleikan til at blíva rík. Hví er Landið skrúva soleiðis saman ? Jú, tað er tí at Tingi manglar eina rødd - sum torir at siga sína erligu meining um tað heila. Ein rødd, sum smekkar nevan á borði og rópar, at nú kann vera NOKK. Tit hava brúk fyri einari rødd, sum mínari - ið tosað kann TYKKARA søk. Vit eiga at venda gongdini í Føroya landi - har tann lítli borgarin (sum eg & tú) vera sett í hásæti. Og velur tú meg tann 1. September - so fari eg at arbeiða fyri tínum tørvi og saman skapa vit eitt betri samfelag. Eitt samfelag - har pláss er fyri ØLLUM og ikki bert nøkur fá fáa ein bita av køkini. Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri ![]() Ongin ivi er um, at vit í Føroyum eiga heimsins bestu sjómenn - tí tað havi eg ferð eftir ferð - verið vitni til sjálvur. Tá ið eg sigldi sum kokkur umborð á línubáti, tá fekk eg sjón fyri søgn á havinum og byrjaði lívið at læra, at kenna. Og eitt sum eg ongantíð havi skilt - er at línumaðurin, sum hevur arbeitt 12 tímar um døgnið - fær eina løn, sum er minni enn lønin hjá einum, sum er í ALS. Sjálvandi skal lønin ikki vera minni - enn hjá einum, sum er arbeiðsleysur og skula korini hjá sjómanninum eisini vera nógv betri enn hvat tey eru í dag. Sjómaðurin er tann persónurin, sum heldur lívinum upp hjá okkum føroyingum og vit eiga at virða sjómannin allermest í okkara samfelag. Uttan sjómannin - so varð ikki hetta vælferðarfelag vit liva í. Tí fari eg eisini at virka fyri, at sjómaðurin fær allan tann ágóða, sum hann/hon so sanniliga hava uppiborið. Tit eiga lívið í okkum føroyingum og tað skula vit heldur ikki gloyma. X við Jógvan Á Høvdanum Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri ![]() Búðskapurin blomstrar í løtuni og tølini tala fyri seg. Nógv arbeiði er á øllum økjum, og tað sæst aftur í vinnuni sum heild. Nógvar smáar fyritøkur eru settar á stovn tey síðstu árini, og er hetta kærkomi og mennandi fyri samfelagið. Fyritøkurnar mugu fáa bestu sømdir at arbeiði í, og vera við í kappingini, bæði tá almenn og privat arbeiðir vera boðin út. Tó eru fleiri viðurskifti ógvuliga tung at fáast við fyri hesar fyritøkur, serliga tað umsitingarliga, t.v.s. at halda roknskap o.a. Ein almennur ráðgevingarstovnur til hesar fyritøkur, er tí upplagdur at seta á stovn, so ráðgeving til stovnan av fyritøku, roknskapur og aðrir umsitingarligar spurningar kunnu veitast, tí ofta er tað ein stór útreiðsla og orkukrevjandi at leita sær ráðgeving, um lítil ivamál. Fólkaflokkurin ynskir at hava eina fjølbroytta vinnu, og ynskja øllum bestu umstøður at virka undir. Jógvan Kristin Olsen Valevni hjá Fólkaflokkinum ![]() Sjálvan valdagin letur einasti lokali Timburhandil í Klaksvík aftur. Stjórin í Klaksvíkar Timburhandli Símun á Høvdanum sigur í stuttari viðmerking, at undirtøkan var ov lítil og einamest frá teimum stóru byggivirkinum og hondverkarnum í býnum og frá Klaksvíkar Kommunu. Hetta er bert ein staðfestin og nú hava tveir Timburhandlar latið aftur innan fáar mánaðar í lokala samfelagnum og nærhendis Klaksvík, teir eru 2x3 á Kamsdali og so nú Klaksvíkar Timburhandil í Klaksvík. Glaður fyri privatu kundarnar Klaksvíkar Timburhandil fekk nógvar privatar kundar, hesi árini vit hava selt á Bøgøtu og á Varpinum og teir hava vit verið sera glaðir fyri. Einamest hava vit selt gólvir og loftir frá donsku fyritøkuni Wallmann, men tíðin er kanska farin frá smáu fyritøkunum í okkara býi. Sera spennandi uppgávur fyri framman Nú verður so byrjað uppá eina aðra síðu, við Klaksvíkar Timburhandli og Klips, har farið verður aftur á gamlar gøtur, eitt nú, at selja fyri útlendskar fyritøkur og kanska man eisini ferð man í samstarv við onkra føroyska fyritøku, men tað verður sum umboðsmaður/seljari. Virksemi verður á sama stað, á Stangarvegi 4 og har Norðoya Portalurin eisini ferð at halda til. Norðoya Portalurin prioterast hægri Eitt sum hevur ligið á láni í longri tíð, er Norðoya Portalurin og hann ferð man íholt við at gera betri og at fáa hann á eitt enn hægri støði. Norðoya Portalurin er sera nógv vitjaður, har vit tann 5. juli í ár høvdu yvir 43.000 vitjandi. Har er ætlanin, at hann skal gerast enn sjónligari, bæði heima og úti í stóru verð, har vit fara at leggja okkum í kappingina við hinar portalarnar í Føroyum, einamest við góðum lýsingarprísum, tíðindum og við góðum myndum. símun á Høvdanum vil takka øllum, sum hava stuðla Klaksvíkar Timburhandil. Klaksvíkar Timburhandil lukkar ikki, men vit byrjað uppá eina nýggju síðu og vit síggja ljóst uppá framtíðina. ![]() Tað loysir seg at lýsa á Norðoya Portali, sum er ein portalur við støðugari menning. Sum vit sita og skriva beint nú, so hava vit áleið 1.500 vinir á Facebook og gott 5.000 vitjarnir um dagin á okkara heimasíðu. Og vit eru (kanska) bíligast: 1 stk Head'ara lýsing sum tann tú sær á myndini kostar nú einans 800,00 kr (pluss mvg) um vikuna og lýsingin (t.v. "Nóa") kostar bert 100 kr (pluss mvg) um vikuna ... og ynskir tú at lýsa í fleiri vikur (mánaðir) so kunnu vit altíð tosað um ein enn betri & sámiligari prís. Trýst á HER fyri at vita meira um okkara lýsingarprísir og hvussu eisini tú kanst fáa fleiri kundar, at keypa júst títt produkt. JáH (y) 28.04.2015 ![]() Sunnukvøldið kl. 22.10 loystið Klakkur KG 9 og setti kós ímóti Eystur Grønlands. Við vóru 16 ungir mans og skipari hendan túrin er Líggjast Johannesen. Klakkur hevur ligið í nakrar vikur, har ymsar umvælingar hava verið gjørdar við skipi, men nú var klárt at fara túr aftur. Nakað av fólki vóru á kajuni og nýggju myndamaðurin hjá Norðlýsinum Jákup Ósa, var eisini til staðar. Pápi til skiparan Vilhelm Johannesen var eisini og segði farvæl. Norðoya Portalurin var á kajuni, við ein av manningini umborð og hann var sera spentir at sleppa til skips aftur eftir at hava verið landkabbi í mong ár. NP ynskir skipara og manning góðan túr og gott fiskarí. SáH |
Greinar
Februar 2019
|