![]() Tey næstu fýra árini ætlar Aarhus Kommuna at gera 3000 nýggjar ungdómsíbúðir í Aarhus, einamest á Havnalagnum. Hetta fyri at nøkta tørvin hjá øllum lesandi, sum um fáa vikur fáa at vita, um tey eru upptikin til hægri lesna í Aarhus. Økingin er stór og tey seinastu árini er eftirspurningurin eftir ungdómsíbúðum vaksin við heilum 5-10 prosentum hvørt ár og hendan gongdin heldur áfram. Økið er sera vakurt og munnu ikki fleiri føroyingar fara at búgva har. SáH ![]() Russisku skipini, sum hava ligið við bryggju í Klaksvík síðani hósdagin, eru nú á veg aftur til fiskiskap. Nógv fólk á vestursíðuni hava kært sína neyð á Facebook, har tey hava sagt sína meining viðvíkjandi hesum skipum. Her nakrar av viðmerkingunum: "So forbanka strævið, fái ikki sovið fyri lortinum" " Havi eisini ligið og hoyrt uppá hasar motorarnar í dagavís. Fyri árum síðsni klagaðu kollfirðingar um larm frá russiskum skipum og nú eiga klaksvíkingar opinbart tørn" "Markið fyri - Øki 4: Bústaðarøki er 35 dB(A) millum klokkan 22 - 07, Bara fyri at seta tað í perspektiv, so er eitt: Quiet library 40 dB Quiet bedroom at night 30 dB Í løtuni er tað á ca. 60 dB t.v.s ca heili 25 dB omanfyri tað, ið er loyvt - og tá eru vit enntá tað ovasta húsið." "Tað er stuttligt eina løtu - men aftaná 4 dagar nonstop, er tað sku' við at verða í so stuttligt." Nú klokkan 9 í morgun fóru skipini avstað og í hesari vikuni hava verið sera nógv russiskt skip á Klaksvík og Norðhavini, íalt sjey skip, trý við vestaru bryggju og fýrá á Norðhavini. Tá Norðoya Portalurin tók myndirnar í morgun, sæst eisini eitt russiskt skip á veg gjøgnum Kalsoyarfjørð, so kanska átta russiskt skip hava verið í Klaksvík hesa vikuna. Sera gott fyri Klaksvíkar Havn og minni gott fyri borgarnar, sum ikki hava fingið sovi, men nú er alt gott aftur. SáH ![]() Nógv fólk vóru á kajuni og tóku ímóti Gadus ígjár. Gadus fór til fiskiskap tann 3. juni, teir hava verið burtur í góðar seks vikur, so ikki kann sigast annað, at hetta hevur verið ein roktúrur. Gadus hevur fiskað í russiska partinum av Barentshavinum og hevur fulla fast, 750 tons í flaki. Skipari hendan túrin var Ólavur Biskopstø Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim. SáH ![]() At loysa veiðiloyvini frá stálinum er eftir míni meting størsta katastrofan við nýggja fiskivinnuuppskotinum. Tað verður nógv ótryggari fyri okkara limir. Við verandi skipan hoyrir manningin til eitt ávíst skip/stál. Tað skipið hevur eina kvotu/fiskidagar, sum tað skipið sleppur at fiska. Við nýggja uppskotinum vita manningarnar ongantíð um teirra skip/stál fær nakað at fiska. Tí nú verður lagt upp til, at reiðaríið fær nøkur rættindir, og so er tað upp til reiðaríið um tað brúkar 1 ella kanska 10 skip at fiska fiskin við og ikki sum nú, at skipið sum manningin er við, fær hesi rættindi. Tað koma heilt sikkurt eisini nýggir aktørar, sum bert eru stráðmenn fyri útlendingar. Á pelagiska økinum hava verið nakrir fáir nýggir aktørar seinastu árini. Teir hava skapt trupulleikar viðvíkjandi sáttmálaviðurskiftunum. Tað verður neyvan betur í framtíðini við fleiri nýggjum aktørum, sum ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda tað røttu lønina. Uppboðssølan av fiskirættindum er heldur ikki gott fyri okkara limir, tað at okkara arbeiðspláss verður selt á uppboðssølu kunnu vit slett ikki góðtaka. Antitrustreglur Sjálvandi hevði tað ikki verið gott um tað bert var ein aktørur í Føroyum. Men alt við máta. Hví skal man petta alt sundur í lortamolar, man má hava hampuliga stór og sterk reiðaríðir. Tað hava vit sæð tey seinastu árini er tað skilabesta, so har mugu mørkini ikki verða ov lág. Fiskidagar/kvotur Tankin við at seta kvotur á føroyaleiðina, ístaðin fyri fiskidagar, so fiskifrøðingar betur kunnu stýra stovninum, er góður. Men tað riggar bara slett ikki í praksis. Allir fiskimenn vita, at tað blívur nógv meira fiskað enn kvoturnar eru ásettar til. Kanska heilt upp í tað dupulta. Hvat er tá vunnið, jú, vit fáa nakrar nøgdar fiskifrøðingar. Longdin á veiðiloyvinum má sjálvandi verða so long, at tað ber til at byggja eitt nýtt skip og gjalda tað aftur innanfyri veiðiloyvisperioduna, annars kemur einki nýtt skip aftur, so einfalt er tað bara. Sum heild - haldi eg, at Fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur nøkur góð ting uppi í. Men har eru alt ov nógv kollveltandi viðurskifti, sum ikki eru góð fyri nakran. Tí kann hatta slett ikki brúkast og skuldi verið tikið aftur. Tað einasta rætta hevði verið, at longt verandi skipan í minst 1 ár. Og so brúkt tað árið til at finna eina semju um eitt heilt nýtt fiskivinnuuppskot, sum líkist verandi skipan, við onkrum broytingum, har allir flokkar á tingi eru við og sum Reiðarafelagið og manningarfeløgini eisini kunnu liva við. Annfinn Fagraklett Nevndarlimur í Føroya Skipara og Navigatørfelag |
Greinar
Februar 2019
|