NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lønargjaldingarnar standa í stað

10/4/2014

Comments

 
Picture
Fyrsta ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingar 1.824 milliónir krónur, og tað er tað sama sum undanfarnu tveir ársfjórðingar. 

Lønargjaldingarnar gjørdu eitt lop í triðja ársfjórðingi 2013, tá tær fóru upp um 1,8 milliard og síðan hava tær verið á sama stigi.

Picture
Byggivinnan stóra framgongd

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Fyrsta ársfjórðing 2014 vóru útgoldnar 1.739 milliónir í lønum, tað eru 63 milliónir fleiri enn fyrsta ársfjórðing 2013. Framgongdin er 3,7% sum er tann størsta síðan 2007.

Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, og størsta framgongdin er í byggivinnuni. Byggivinnan rindaði 219 milliónir í lønum fyrsta ársfjórðing, og tað er 19 milliónir meira enn í 2013. Framgongdin er nærum 10%. Í hinum høvuðsvinnugreinunum var framgongdin millum 1,3% og 4,4%

Stutt um árstíðarjavning og trendinÁrstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum



Comments

 Sera nógv fólk hava vitjað H-Dygd í Klaksvíkar Timburhandli

8/4/2014

Comments

 
Picture
Tað hava verið tey bæði Gunleif og Anja, sum hava staðið fyri søluni av vindeygum og hurðum frá H-Dygd´.

Tey hava verið í Klaksvíkar Timburhandli á Varpinum mánadagin og ídag frá kl. 10.00 til kl. 15.00.

Ikki kann sigast annað, at tað hevur gingið gott hjá teimum. Tað hava verið kundar inni alla tíðina og til tíðir hevur tað verið kø.

Tey lata væl at søluni og nú ert bert ein dagur eftir og tað er ímorgin.





Picture
Comments

Leykur beinur fyri luktinum av máling

2/4/2014

Comments

 
Picture
Tá tú hevur málað, kanska serliga tá tú brúkar oljumáling, hongur lukturin frá málingini í luftini nakrar dagar.

Vilt tú sleppa av við luktin skjótari, kanst tú brúka ráan leyk.

Tú skalt bara flysa ein stóran leyk, skera hann í helvt, leggja hann á ein tallerk ella í eina lítla skál, og so seta hann miðskeiðis í tí rúminum, sum júst er blivið málað.

Leykurin dregur síðani luktin í seg, og aftan á nakrar tímar er tað mesta at málingaluktinum burturi. Leykurin má ikki brúkast til matgerð, tá hann hevur verið brúktur til at beina fyri lukti.


Kelda: Balslev

Comments

Ferð á bygging av skúladepli

1/4/2014

Comments

 
Picture
VERKÆTLAN: Arbeiðið við nýggja skúladeplinum við Marknagil gongur væl. Eini 40 mans eru á plássinum, og tað er í høvuðsheitum stoypiarbeiði av fundamentum og betongveggjum, sum er í gongd í løtuni. Somuleiðis er fitt av jørðarbeiði eftir at gera, sum verður gjørt, so hvørt farið verður víðari til tey næstu byggistigini.

Byggingin av nýggja skúladeplinum við Marknagil, har teir tríggir miðnámsskúlarnir, Føroya Studentskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúla, koma undir sama tak og somu leiðslu, gongur eftir ætlan.

Í løtuni er tað í stóran mun jørð- og betongarbeiði, sum tey umleið 40 arbeiðsfólkini á plássinum takast við. Stóra arbeiðið undir jørð er komið væl undir land, og í løtuni verða fundament og veggir stoyptir til niðastu og næstniðastu hædd, sum síðani skal fyllast skal upp ímóti. Tað er í høvuðsheitum fundamentini og veggirnir til blokk A, sum er høvuðsbygningurin, blokk B, ið er ítróttarhøllin og blokk C, har bilverkstaðið til tekniska skúla fer at liggja. 

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum við studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla, er talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Byggingin verður háttað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. 

Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, verður byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingur alt samdøgurið. Kostnaðarætalnin fyri verkætlanina er 515 mió., íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly