NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Áheitan frá IRF, nú brennistøðin liggur still

27/2/2018

Comments

 
Billede
Brennistøðin liggur still vegna umvælingar í umleið 10 vikur. Í hesum sambandi eru serstakar reglur galdandi á endurnýtsluplássunum kring landið:

Alt innsavnað rusk verður nú ballað í rusk-ballimaskinu og undir hesum umstøðum eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið

Burturkast at brenna má ikki vera longri enn 100 cm. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er gjørligt at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.
 
Leivdir av nótum, gørnum og líknandi má ikki latast saman við tí brennandi, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Ynskiligt er, at tílíkt tilfeingi altíð verður latið til endurnýtslu og ikki til at brenna. (sí www.irf.fo fyri nærri kunning um hetta). 
 
Tað verður ikki tikið ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.
 
Vegna broyttar umstøður á goymsluni á Brennistøðini verður heldur ikki tikið ímóti máling, meðan umvælingarnar fara fram.
​
IRF boðar frá, tá Brennistøðin aftur tekur ímóti burturkasti sum vanligt.

Kelda: klaksvik.fo

SáH

Comments

Weinstein fyritøkan er farin á heysin

26/2/2018

Comments

 
Billede
The Weinstein Company er farið á heysin, veit Reuters at siga frá.

Fyritøkan bleiv grunnløgd av Harvey Weinstein, sum stendur aftanfyri eina rúgvu av Hollywood skandalum.

Les eisini: Meiri enn 40 kvinnur hava nú kært Weinstein

Filmsframleiðarin fekk sekkin frá egnari fyritøku, eftir at tað kom framm, at hann hevði framt seksuellan ágang ímóti eina rúgvu av kvinnum í Hollywood í sera mong ár.

JáH (y) 26.02.2018

Comments

Vinnutíttleikin í Føroyum størstur í Europa

25/2/2018

Comments

 
Billede
​Av teim 36.000 fólkunum í Føroyum, ið eru í aldrinum 15 til 74 ár, eru umleið 30.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 6.000. Sostatt er vinnutíttleikin stívliga 83%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 84,3%, ið er nakað størri enn hjá kvinnum við 82,0%. Men munurin er nógv minni enn í øðrum londum.

Tað eru sera stór tøl, og er vinnutíttleikin í Føroyum, t.v.s. arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, tann størsti í Europa, við Íslandi eitt lítið vet aftanfyri.

Les meira HER

JáH (y) 26.02.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Páskabryggið 2018 longu komi

23/2/2018

Comments

 
Billede
Páskabryggið 2018
Várið er í nánd og vit ganga ímóti ljósari tíðum. Páskabryggið 2018 er bryggjað og smakkað.

-Vit hava gjørt nógv fyri at fáa tann besta smakkin og góðsku - verður sagt frá bryggjarunum á Føroya Bjór.

Páskabryggj 2018 er sett saman við bestu rávøru og hóskar tað sera væl til Føroyskan mat og til páskaborðið.

Í ár eru 130 ár síðani Símun í Vági av fyrsta sinni bryggjaði á Føroya Bjór.

​SáH

Comments

Avreiðingar januar 2018

22/2/2018

Comments

 
Billede
Ársins fyrsta uppgerð av avreiðingunum fyri januar 2018 eru nú tøk í hagtalsgrunninum her.

Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. 


Les meira HER

JáH (y) 22.02.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Hægsti rættur: Soleiðis skulu 120 sjúkradagar teljast

21/2/2018

Comments

 
Billede
Tað eru tvær meginrelgur, sum Hægsti rættur hevur sligið fast, hvussu 120 sjúkradagar skulu teljast, tá ið eitt starvsfólk partvís er sjúkramelda.

Klikk grein her: "Højesteret: Sådan skal der tælles 120 sygedage ved delvis sygemelding"

SáH

Comments

Føroyska kvotan av norðhavssild ásett fyri 2018

19/2/2018

Comments

 
Billede
​Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild til 88.350 tons fyri 2018.

Hóast strandarlondini framvegis ikki eru samd um at býta norðhavssildina sínámillum, samdust tey tó í Keypmannahavn 7. desember 2017 um mest loyvdu veiðu á 435.000 tons fyri 2018, umframt onnur viðurskifti, eitt nú at endurskoða langtíðar umsitingarætlanina.
Føroyski luturin av norðhavssild er hækkaður eitt vet í mun til í fjør til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum.

Herfyri avgjørdi Høgni Hoydal eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta føroysku kvotuna av svartkjafti til 493.081 tons fyri 2018, eftir at strandarlondini samdust í Keypmannahavn 7. desember 2017 um mest loyvdu veiðu á 1.387.872 tons fyri 2018.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2018 verður skipaður í kunngerðum og verður kunngerðin um norðhavssild lýst í næstu framtíð.

JáH (y) 20.02.2018
Kelda: Løgtingið 16.02.2018

Comments

Laksalús smittar millum føroysku aliøkini

15/2/2018

Comments

 
Billede
​Tað er nú vísindaliga staðfest, at sterkt sjóvarfalsdrivið smittusamband er millum tey ymsu aliøkini í Føroyum. Hetta er niðurstøðan í eini vísindagrein, sum júst er komin út. Tróndur J. Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundi av vísindagreinini undir heitinum ’Identifying salmon lice transmission characteristics between Faroese salmon farms’. Hinir rithøvundarnir eru Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling, og André W. Visser og Ken H. Anderseen, sum báðir eru professarar á Dannmarks Tekniske Universitet (DTU) í Lyngby.

Í greinini verður víst á, hvussu sjóvarfalsrákið millum oyggjarnar kann bera laksalús millum aliøkini í Føroyum. Kanningararbeiðið er gjørt við, at ein bitlafylgimyndil er lagdur oman á úrslitini frá áður gjørdum teldusimuleringunum av sjóvarfalsrákinum. Í telduappini, sum vísir sjóvarfalsrák á snildfon, verða nýttar somu teldusimuleringar.

Les meira HER

JáH (y) 16.02.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Hummarafelagið í øðini

13/2/2018

Comments

 
Billede© Hummarfelagid.com
Vinnunevndin kann einki gera við, at hummarafelagið kennir seg til trongt til síðis av alivinnuni og hóttir við endurgjaldskravi á slakar 50 mió.

At Hummarafelagið kennir seg trongt til síðis av alivinnuni, og hóttir við at fara í rættin við einum endurgjaldskravi uppá slakar 50 milliónir kr, fyri mist rættindi, kann Vinnunevndin einki gera við, tí tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum letur hummaraloyvini og landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum umsitur alivinnuna.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur fingið eitt hvassorðað hoyringarskriv frá Hummarafelagnum, nú nevndin umrøður nýggju alilógina.

Les meira HER

JáH (y) 13.02.2018
Kelda: KVF

Comments

Amerikanskur vápnaframleiðari verður enn størri

12/2/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski vápnaframleiðarin General Dynamics, har yvir 100.000 fólk arbeiða - verður enn størri, veit NTB at siga frá. 

Vápnasølan hjá General Dynamics hevur ein umsetning uppá góðar 250 milliardir krónir og ætlar eftir øllum at døma at keypa CSRA og harvið økja um sínar framleiðslur av vápnum.

General Dynamics er fimtstørsti vápnaframleiðarin í heiminum.

​JáH (y) 12.02.2018

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly