NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroya Banka-samtakið stuðlar Sólblómuskipanini

1/9/2026

Comments

 
Picture
Føroya Banka-samtakið er nú partur av Sólblómuskipanini. Hetta merkir, at samtakið ger tryggari og meira inkluderandi umstøður fyri kundar og starvsfólk við ósjónligum breki.

Summi fólk hava tørv á meira tíð, ró og tolsemi, uttan at tørvurin er sjónligur. Við Sólblómuskipanini ger samtakið tað møguligt hjá teimum kundunum, ið bera eitt ósjónligt brek ella hava eina ósjónliga sjúku, at fáa neyðugu hjálpina. Ósjónligu brekini kunnu vera sera ymisk - alt frá alzheimers, autismu, orðblindi, ADHD, angist og mangt annað, sum ger, at tú hevur serligan tørv.

”Tá ið kundar koma til okkara, skulu teir kenna seg tryggar, vælkomnar og virdar. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, ið hava ein tørv, sum ikki sæst. Við Sólblómuskipanini styrkja vit tilvitið hjá okkara starvsfólkum og senda samstundis greið boð um, at tað er rúm fyri at hava tørv á eitt sindur meira tíð, ró ella tolsemi. Hetta er ein natúrligur partur av okkara ábyrgd sum ein stór fyritøka við nógvum ymiskum kundum og starvsfólkum,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.


Ítøkilig átøk – Sólblómubandið, telefonlinja og teldupostadressa
At vera partur av Sólblomuskipanini merkir, at tú sum fyritøka skalt gera ymisk ítøkilig átøk. Vit hava gjørt hesi átøk, soleiðis at tað verður lættari hjá fólki við ósjónligum breki at seta seg í samband við okkum:
  • Sólblómubandið er eitt diskret og altjóða viðurkent eyðkenni, sum fólk kunnu bera fyri at vísa, at tey hava eitt ósjónligt brek og møguliga tørva eyka atlit. Tann, ið ber bandið, nýtist hvørki at greiða frá sínum tørvi ella siga, hví viðkomandi ber sólblómubandið. Sólblómubandið fæst á øllum deildunum umframt hjá Trygd og Skyn.
  • Vit hava eisini eina sólblómulinju -  telefonnummarið er 330 331 - og starvsfólkini, ið varða av sólblómulinjuni, eru klár at svara og hjálpa øllum teimum, ið ringja inn.
  • Um tú heldur vilt skriva til okkara, so hava vit eina sólblómu-teldupostadressu: [email protected]
  • Harafturat hevur tú eisini møguleika at bíleggja ein persónligan fund á heimasíðu okkara: www.bankin.fo/solbloma
”Atkomiligheit snýr seg ikki bara um fysiskar umstøður. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit møta hvørjum øðrum. Smá atlit kunnu gera stóran mun, og við Sólblómuskipanini vilja vit vera við til at skapa meira rúm fyri ósjónligum brekum, bæði á arbeiðsplássinum og í samfelagnum sum heild,” sigur Turið F. Arge.


Starvsfólk fáa undirvísing í Sólblómuskipanini
Umframt tey ítøkiligu átøkini so hava starvsfólk í øllum samtakinum fingið undirvísing um Sólblómuskipanina, og hvussu starvsfólk kunnu møta fólki, ið bera sólblómubandið. Hetta kann til dømis merkja, at betur tíð verður sett av til eina samrøðu, at ein frágreiðing verður lagað til tørvin, at meiri friður er um fundin ella at spurt verður, hvussu best ber til at hjálpa.
Sólblóman verður sjónlig á teimum støðum, har kundar og samstarvsfelagar koma í samband við samtakið. Sólblómubandið kann heintast á øllum deildum kring landið.

Tú kanst lesa meira um Sólblómuskipanina á www.hdsunflower.com/dk

Føroya Banka


Comments

Lýsing eftir umsóknum um loyvi til royndarfiskiskap við tvítroli

1/9/2026

Comments

 
Picture
Uttanríkis- og fiskimálaráðið lýsir eftir umsóknum um loyvi at fremja royndarfiskiskap við tvítroli.

Royndirnar skulu gerast í fiskiskapi eftir svartkalva á djúpum vatni og í fiskiskapi eftir upsa hjá bólki 2. Endamálið við royndunum er at kanna veiðievni við tvítroli, sammett við veiðu við einkultum troli ella partroli. Royndirnar skulu serliga geva grundarlag fyri at rokna umrokningarfaktorar fyri fiskiskap við tvítroli mótvegis fiskiskapi við einkultum troli ella partroli. 

Karmar og treytir
Royndarfiskiskapurin verður skipaður sambært § 50 í løgtingslóg nr. 152 frá 2019 um sjófeingi við seinni broytingum (sjófeingislógin) og kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2020 um loyvi til royndarfiskiskap við seinni broytingum.

Royndirnar skulu gerast við fiskiførum, sum lúka treytirnar í § 18, stk. 1, nr. 1 í sjófeingislógini. Hetta eru trolarar við 501 - 3000 HK.

Kanningarætlan er gjørd fyri royndarfiskiskapin. Royndirnar skulu fremjast sambært hesi ætlan og í neyvum samstarvi við Havstovuna.

Ætlanin er at geva tvey loyvi til royndarfiskiskap eftir upsa og eitt loyvi til royndarfiskiskap eftir svartkalva á umleið 500 metra dýpi. 

Krøv til skipini 

Fyri at luttaka í royndarfiskiskapinum skulu hesi krøv vera lokin:

Skipið skal hava veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 2, trolarar.
Minst eitt av skipunum skal vera útgjørt til at royna við tvítroli.
Skipið skal hava trolsensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum/lemmunum (t.d. Scanmar, Simrad ella Marport sensorar).
Skipið skal hava útgerð til neyva skráseting av oljunýtsluni fyri hvørt einstakt tóv.
Skipið skal hava koyggjupláss til tveir eygleiðarar.
Umborð skal vera gjørligt at standa innandura og taka sýni av veiðuni. Har skal vera borðpláss, minst 150x60 cm, til mátibretti og elektroniska vekt.

Umsókn og freist
Áðrenn umsókn verður send inn, skulu tey, sum ætla at søkja um loyvi til royndarfiskiskap, venda sær til Uttanríkis- og fiskimálaráðið fyri at fáa nærri kunning um kanningarleistin og treytir fyri royndarfiskiskapinum.

Leinki til umsóknarblað. 

Umsóknir um loyvi at fremja royndarfiskiskap við tvítroli skulu sendast til Uttanríkis- og fiskimálaráðið á teldupost [email protected]. 

Umsóknarfreistin er 2. oktober 2026 kl. 12.00. 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Símun Grønadal, fulltrúa ([email protected], telefon 22 22 58).

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Comments

Breddin 7/5-2026. Kapitalur, produktivitetur og føroyskur búskapur

11/5/2026

Comments

 
Picture
Eg var við í Breddanum hjá Kringvarp Føroya í farnu viku, har kjakast varð um ójavna, kapital og føroyska vinnu. Tíverri var møguleikin at føra míni sjónarmið fram avmarkaður, tí ynski eg at fylgja upp her.

Í sendingini varð víst á, at parturin av virðisskapanini, sum fer til arbeiðsmegi, er minkaður — frá umleið 75% niður móti 50%. Hetta varð lagt fram, sum um talan var um eina serliga føroyska gongd og nærum eitt tekin um, at nøkur fá fáa ov stóran part av virðunum.


Men hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi.

Hetta er ein gongd, sum sæst stóran part av vesturheiminum, og sum nógv av heimsins fremstu búskaparfrøðingum hava greinað í nógv ár. Bæði IMF, OECD og granskarar á MIT vísa á, at orsøkin fyrst og fremst er:
* størri íløgur,
* automatisering,
* tøknilig menning,
* og har av hægri produktivitetur.

Við øðrum orðum: vinnurnar gerast meira kapitalintensivar - ella kapitaltungar. Sjálvandi skula dugnalig starvsfólk til at brúka nevndu amboð og íløgur, men stóra broytingin liggur í stóru kapitalbindingini.

Tá fyritøkur gera milliardíløgur í skip, maskinur, smoltstøðir, tøkni, AI og automatisering, so fyllir kapitalurin sjálvsagt meira í framleiðsluni enn áður. Tí fær kapitalurin eisini ein størri part av virðisskapanini.

Men tað merkir ikki, at arbeiðarin fær minni í krónum.

Tvørturímóti.

Taka vit eitt einfalt føroyskt dømi: fyri gott og væl 50 árum síðani fóru 15 mans við einum lítlum skipi undir Ísland at fiska sild. Teir fiskaðu kanska 315 tons í allari vertíðini. Í dag kunnu somu 15 mans avreiða 3.500 tons á einum og sama túri.

Hví?
Tí skipini eru nógv størri, nógv meira framkomin og úrslit av risastórum íløgum og tøkniligari menning.

Ja, manningin fær kanska ein minni prosentpart av samlaða virðinum enn fyrr. Men tann einstaki sjómaðurin tjenar samstundis nógv meira enn áður. Tað vita tey flestu, og hettar verður ofta til eina neiliga umrøðu av hesum sjómonnum.

Hetta er kjarnin í nógvari nútímans búskaparfrøði:

Arbeiðsparturin minkar lutfalsliga, meðan lønirnar kortini vaksa í absoluttum tølum.

David Autor á MIT vísir júst á hetta í nýggjari gransking um AI og automatisering: arbeiðsparturin kann minka, samstundis sum bæði lønir og produktivitetur vaksa. (Grein: Resolving the automation paradox: falling labor share, rising wages: David Autor MIT og NBER Januar 2026).

Í sendingini, tann 7/5 varð eisini nevnt dømið um ein ungan mann við Porsche-bili, sum varð knýttur at einum nótaskip. Søga varð førd fram at umboði fyri Tóðveldi.

Men veruleikin er meira samansettur.

Viðkomandi gongur á skiparaskúla, men rør hartil eisini út við egnum báti. Tað er hart arbeiði, nógv náttarbeiði, nógvir vøkutímar, skitið arbeiði við váða. Tað er ikki ein “óuppiborin vinningur”, sum dettur niður úr himli. Luttakarar í kjakinum henda dagin hava sama møguleika!

Møguligt er at keypa ein bát í bólki 5B fyri umleið eina hálva millión krónur og byrja línuveiðu ella snelluveiðu. Men tað krevur arbeiði, dirvi, klára lorta veður og sjóverk, ja vilja. Sjálvandi skal hegni til at kenna fiskileiðir, veður og vind eisini til. Eingin forðar kjakluttakaranum, henda dagin, júst henda møguleika.

Tað er eisini týdningarmikið at skilja munin millum náttúrurentu og tað, sum búskaparfrøðingar kalla intarmarginala rentu. Eitt hugtak sum eg ikki fekk loyvi at føra fram í nevnda kjaki, tí onkur helt hettar var at darva tí politiska kjakinum - altso at koma við tí, sum eg meti er skilagóð búskaparlig hugsan.

Allur vinningur í føroysku vinnuni stavar ikki frá náttúrutilfeinginum sjálvum.

Ein stórur partur stavar frá:
* effektiviteti,
* tøkniligari menning,
* góðum rakstri,
* váða,
* og ikki minst risastórum íløgum.

Tað er ein grundleggjandi misskiljing, tá stórur partur av vinninginum verður lýstur sum “rán av tilfeingi”.

Um føroyska vinnan bara hevði sitið og heintað lættan vinning úr náttúruni, so hevði hon ikki verið millum tær mest produktivu og kappingarføru vinnurnar í heiminum. Um so var, tá var tann føroyska vinnan undir miðal, men so er ikki - tvørturímóti.

Tað eru júst íløgurnar og produktiviteturin, sum hava skapað hendan vøksturin.

Ja, stór miðsavning av kapitali kann sjálvandi gera ávirkan á samfelagið og eigur altíð at verða tikin í álvara. Men Føroyar eru framvegis eitt samfelag við lutfalsliga lítlum ójavna samanborið við nógv onnur lond.

Gini-talið í Føroyum er umleið 22%, meðan tað í Danmark er umleið 32%.

Spurningurin er tí ikki bara:
“hvør eigur virðini?”

Men eisini:
* hvør hevur skapt tey,
* hvør hevur tikið váðan,
* og hvussu tryggja vit, at samfelagið eisini fær ágóðan?

Sjálvur haldi eg ikki, at loysnin er at revsa íløgur og framleiðsluna.

Vit skulu sjálvandi tryggja, at samfelagið fæ
r ein rímiligan ágóða frá tilfeingisvinnunum. Men vit mugu samstundis varðveita tryggleikan fyri langtíðaríløgum.


Siga vit at ein fyritøka sum Bakkafrost hevur gjørt íløgur fyri umleið 19 milliardir krónur. Tá eru eisini stór krøv til avkast. Vit kunnu ikki bara hyggja at einum stórum yvirskoti uttan eisini at hyggja at samlaðu íløgunum og váðanum aftanfyri. Fyri at klára seg í altjóða kapping um kapital, til hesar risa íløgur má yvirskotið standa mát við íløgurnar. Siga vit at kapitalurin skal renta 10% so svara hettar til 1,9 milliard.

Um vit gera karmarnar ov ótryggar, steðga íløgurnar.

Og uttan íløgur fáa vit:
* ongan produktivitetsvøkstur,
* ongan lønarvøkstur,
* og minni vælferð.

Tí haldi eg, at avbjóðingin ikki er at steðga kapitali og íløgum — men at finna eina javnvág, har bæði vinnan og samfelagið vinna uppá menningina.

Tað krevur eitt sakligt og væl grundað kjak. Og tað kjakið eigur at byggja á veruleikan — ikki á ov einfaldar frágreiðingar.

Breddin í Kringvarpinum helt fram í somu viku við at seta spurningar um vinnuna og loyvir. Eg havi tí sett saman eitt annað lesarabræv. Her verður spurningurin, um alivinnan er ein framleiðsluvinna ella tilfeingsvinna umrøddur. Hesin spurningur er avgerandi fyri, hvussu vit eiga at skatta hesa vinnu, soleiðis framtíðar búskaparvøkstur verður tryggjaður til frama fyri okkum, ið her búgva.

At enda kann eg leggja afturat, at nógv av teimum, sum í dag hava bygt stór virki upp, og familjur teirra, hava mangan sitið í trongum korum og sett alt í veð. Tey hava livað við stórum váða og við vandanum fyri at missa bæði hús og heim.
Vit mugu eisini minnast til, at nógv mistu nógv — og summi mistu alt. Vit eru farin frá umleið 60 alibrúkum niður í bert fá stór feløg. Tað merkir, at nógv teirra, sum valdu at satsa, ikki komu á mál, tey mistu.

Tí haldi eg, at tað er harmiligt, tá tosað verður, sum um tey, ið eru eftir í dag, hava fingið alt upp í hendurnar uttan stríð og váða. Veruleikin er nógv meira samansettur, og eg veit, at nógv kenna seg særd av slíkum frásagnum.

Fróði Magnussen


Comments

Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á Føroyabanka í ár

9/5/2026

Comments

 
Picture
Útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5, sum ætla sær á Føroyabanka í ár, kunnu nú søkja Vørn um fiskiloyvi.

Umsóknin skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 18. mai 2026 kl. 12.00.

Fyri at fáa fiskiloyvi á Bankanum, skal báturin hava avreitt fyri minst 500.000 krónur í eitt av teimum seinastu trimum árunum.

Sambært lógini um trygd á sjónum krevst, at bátar, sum fara á Føroyabanka, hava galdandi siglingarloyvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Comments

SEMJA MILLUM ARBEIÐARAFELØGINI OG ARBEIÐSGEVARARNAR

7/5/2026

Comments

 
Picture
Arbeiðarafeløgini hava í dag gjørt semju við arbeiðsgevararnar um nýggjan 2 ára sáttmála, sum eitt nú hækkar løn, eftirløn, starvsaldursviðbøtur, viðbót fyri upp og niðurvask umframt aðrar ábøtur í høvuðssáttmálanum, fastlønarsáttmálanum og sersáttmálum. 

“Vit eru nøgd við semjuna, tí vit serliga hava hækkað starvsaldursviðbøturnar umframt at tímalønin fer upp. Fyri okkara fólk, sum hava starvast nøkur ár, er hækkingin trivalig – góðar 18 kr um tíman fyri tey við hægsta starvsaldri yvir 2 ár. Vit løgdu okkum serliga eftir at fáa umskipa og hækka starvsaldurin, og tað eydnaðist, vísa forfólkini í arbeiðarafeløgunum á.”

Grundlønin hækkar í 2026 úr 161,79 kr til 165,96 kr og í 2027 til 171,94 kr. Starvsaldursviðbøturnar hækka somuleiðis í 2026 fyri viðbøturnar 6 ár, 8 ár, 10 ár og 11 ár til áviðkavist 6%, 8%, 10% og 12%.

Grundlønarhækkingin er knappar 1800 kr um mánaðin yvir tvey ár fyri tey sum arbeiða fulla tíð, og fyri tey við hægsta starvsaldri er mánaðarliga lønarhækkingin yvir 2 ár knappar 3.200 kr um mánaðin.

Prísirnir eru nógv hækkaðir seinastu árini, og tí hevur tað eisini ligið frammarlaga í okkara raðfestingum, at okkara verkafólk veruliga skulu merkja lønarhækkingina, tí gjørdu vit tað á henda hátt siga forfólkini í Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Fyri ein við 40 tíma viku verður mánaðarlønin komandi ár beint undir 30.000 kr og fyri ein við hægsta starvsaldri verður mánaðarlønin góðar 33.000 kr.

YMISKAR BETRINGAR
Umframt hækking í starvsaldri og tímaløn er eftirlønin í høvuðssáttmálanum hækkað 0,5% til 12,5%. 

Ymiskar ábøtur eru gjørdar í sersáttmálunum fyri aling og fyri Vága floghavn.

“Eg eri sera fegin um, at vit fingu broytt og betra alisáttmálan og fáa betraði og skipaði viðurskifti á flogvøllinum, sigur Elin Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.”

Teir fimm arbeiðarasáttmálarnir hava eisini fingið eyka frídagar í semjuna. Fyri feløgini í Havn er 1. Novembur vorðin hálvur frídagur og fyri feløgini uttanfyri Havnina er Ólavsøkuaftan vorðin frídagur. 

“Fyri okkum uttanfyri Havnina er gott at hava fingið ólavsøkuaftan við sum frídag, tí hetta er tjóðarhøgtíðin fyri okkum øll”, sigur Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Seinastu árini hava feløgini roynt at betra viðurskiftini hjá teimum, sum starvast í reingerð, og hesaferð var viðbótin fyri upp- og niðurvask hækkað.

“Eg eri ógvuliga fegin um, at vit hava hækkað viðbótina fyri høvuðsreingerð úr 9,15% upp í 15%, sigur Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hevur sera nógvar limir, sum starvast innan reingerð.“

Fyri tey, sum starvast undir fastlønarsáttmálanum eru viðurskiftini viðvíkjandi løn undir sjúku betraði, soleiðis at arbeiðsgevarin nú rindar munin millum lønina og dagpeningin í ein mánað eyka t.v.s. í 3 mánaðir. 

“Eg haldi tað er gott at hava fingið betraði viðurskifti undir sjúku hjá teimum í fastlønarsáttmálanum, sigur Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.”

Fyri fólk, sum eru komin til skaða undir arbeiðnum hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda munin millum lønina og sjúkradagpeningin í upp til 6 mánaðir, og tíðarskeiðið gjaldsskyldan stendur við er økt úr 12 til 18 mánaðir. 

“Tað er gott fyri okkara fólk, at vit hava fingið økt tíðarskeiðið til 18 mánaðir, tí avleiðingarnir av einum arbeiðsskaða vísa seg viðhvørt ikki beinanvegin, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, og vísir á, at tey hava havt dømi um hetta. 

Sum heild fegnast forfólkini, og vísa á, at við hesum ábøtum í sáttmálum eru fleiri grundleggjandi viðurskifti betraði. Komandi dagarnir verður kunnað nærri um smálutirnar í sáttmálunum, og nýggju lønartalvurnar verða lagdar út.

Verkafólk

Comments

Norðurlendska ráðharraráðið innan fiskivinnusamstarv letur stuðul til verkætlanir

4/5/2026

Comments

 
Picture
Norðurlendska ráðharraráðið innan fiskivinnusamstarv letur stuðul til verkætlanir

Nú ber til at søkja stuðul til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.

Føroyar hava saman við Danmark formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Í Norðurlendska ráðharraráðnum eru fleiri ráð, og eitt av teimum er ráðið fyri matvørur, fiski- og alivinnu, landbúnaðarvinnu og skógarvinnu, á norðurlendskum er samstarvið stytt FJLS.

Í FJLS-samstarvinum hava Føroyar formansskapin fyri samstarvinum um fiski- og alivinnu og eisini samstarvinum fyri landbúnaðar- og skógarvinnu, meðan Danmark hevur formansskapin fyri samstarvinum um matvørur.

Við føroyska formansskapinum fer havið at fáa stórt fokus. Sum formansland hava Føroyar staðið á odda fyri at orða eina lýsing eftir umsóknum til verkætlanir innan fiskivinnu og alivinnu, sum eru stuðlaðar av Norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnusamstarv.

Verkætlanirnar skulu vera innan raðfestu økini:
Samtilvera og havplanlegging
Vistfrøðiliggrundað havfyrisiting og at uppbyggja fiskastovnar
Endamálið við stuðlinum er, at vit í Føroyum og í Norðurlondum fáa eina grønari, sterkari og mótstøðuførari fiskivinnu og alivinnu. Stuðul verður latin til fyrisitingarliga- ella granskingarverkætlanir, sum byggja upp nýggja vitan, deila vitan ella styrkja netverk.

Freistin at søkja stuðul er 2. oktober í ár. Til ber at fáa umsóknarblað og meiri kunning á heimasíðuni hjá Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum. Leinki Nordisk Fiskerisamarbejde

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Comments

Ávaring um følsk SMS-boð

14/4/2026

Comments

 
Picture
Seinastu tíðina hava fleiri følsk SMS-boð verið í umferð, ið hava til endamáls at lumpa persónligar upplýsingar úr fólki. Millum annað hava nógv fingið boð, ið látast at vera frá Posta og Samleikanum. Tað er sera umráðandi ongantíð at trýsta á SMS-boð, ið innihalda leinki, ið biðja um persónupplýsingar.

Á heimasíðuni hjá Samleikanum kanst tú lesa meira og fáa góð ráð: https://www.samleikin.fo/fo/hjalp/foelsk-sms-bod-fra-samleikanum-i-umferd



Følsk sms-boð frá Samleikanum í umferð - trýst ikki á leinki

Ver ansin: Í løtuni herja følsk SMS-boð, ið royna at lokka persónligar upplýsingar úr tær. Tey síggja út at vera frá Samleikanum – tað eru tey ikki.

Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.

Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.

Talgildu Føroyar senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar.

Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.

Hvat skalt tú gera, um tú ivast?

Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri.

Hevur tú illgruna um, at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.

Føroya Banki

Comments

Svimjihøllin í Runavík - Ein verkætlan, ið vit eru errin av

18/3/2026

Comments

 
Picture
Áðrenn ársskiftið bleiv svimjihøllin í Runavík avhandað, og hava fólk í Runavíkar kommunu eins og onnur kunnað notið gott av, at ein svimjihøll nú er í býnum.

Ein svimjihøll er ikki bert ein bygningur, men ein samansett og torgreidd verkætlan við mongum tekniskum instalatiónum eins og øðrum smálutum, sum skulu ganga upp í eina hægri eind.

Samstarvið við byggiharra, ráðgevarar og aðrar áhugabólkar gekk sera væl, sum er ein av grundarsúlunum undir einari væleydnaðari verkætlan.

Í samband við avhandingina skrivaði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu soleiðis:

Vit báðir Kjartan skrivaðu undir í dag, og eg loyvi mær at siga, at Runavíkar kommuna er serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Kanjon.

Vit hjá Kanjon eru errin av, at hava staðið fyri hesum megnar arbeiði, sum er snotiligt at síggja til, og kemur at hava stórt gagn fyri borgarar í Runavíkar kommunu og onnur í nógv ár framyvir.

At byggja framtíðar bygningar krevur dirvi og áræði fyri at tryggja, at hesir gerast ljós, lív og karmar um tann gerandisdagin, sum enn er óskrivaður.

​Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Kanjon.

Kanjon

Comments

Visjónir fyri vinnulívið

17/3/2026

Comments

 
Picture
Vinnur skulu geva avkast og vera kappingarførar á altjóða marknaðinum.

Í 2006 gjørdi Landsstýrið ein vinnupolitikk. Vinnupolitikkurin eigur at verða endurskoðaður. Sjálvsagt skal so týðandi politikkur endurskoðast regluliga.

Vøkstur er vegurin til vælferð. Tað almenna skal tryggja karmarnar, og tað verður gjørt við framskygdum vinnupolitikki.

Ítøkiliga vil Fólkaflokkurin, at:

vit skulu reka burðardyggan landbúnaðarpolitikk, sum samstundis tryggjar vinnuligt gagn av tilfeinginum

vit skulu hava greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur

broytingar skulu gerast í lóggávuni um burðardygga ferðavinnu, ið gera karmarnar greiðari

Føroyar skulu gerast maritimur depil í Norðuratlantshavinum.

X við Fíu Selmu Nielsen
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Comments

Vit mugu ikki gerast fremmand í egnum landi

12/3/2026

Comments

 
Picture
Vit mugu ikki gerast fremmand í egnum landi. Tí er neyðugt at vera varin, hvør fær loyvi at búseta seg her. Tað merkir at útlendingalógin eigur at verða dagførd, so hon betur svarar til tær avbjóðingar, vit síggja í Europa í dag.

Avbjóðingin er kriminalitetur og uppihaldsskyldan. Hartil er tað týdningarmikið, at tey, sum velja at búseta seg her, vilja verða ein partur av føroyska samfelagnum og ogna sær okkara mentan, mál og virðir. Fleiri lond í heiminum velja longu í dag, hvør sleppur at flyta til landið.

Niðurstøðan byggir á hagtøl frá Danmarks Statistik, sum í nógv ár hevur gjørt nágreiniligar greiningar av integratiónini hjá tilflytarum í Danmark. Serliga hava greiningarnar hugt eftir fólki úr sonevndu MENAPT-londum – tað vil siga londum í Miðeystri og Norðurafrika umframt Afganistan, Pakistan og Turkaland.

Tølini vísa eitt rættiliga greitt eitt mynstur. Tilflytarar úr hesum londum eru lutfalsliga minni á  arbeiðsmarknaðinum enn danir, og teir eru samstundis yvirumboðaðir, tá ið talan er um almennar veitingum. Serliga er tað kvinnurnar úr hesum londum, sum eru undirumboðarar á arbeiðsmarknaðinum. 

Hagtølini, tá ið talan verður brotsgerðir, vísa eisini ein greiðan mun. Sambært Danmarks Statistik er kriminaliteturin hægri hjá monnum úr hesum londum enn hjá donskum monnum, og í summum førum, er munurin enn størri hjá øðrum ættarliði. Hetta bendir á, at integratiónin er minni í øðrum og triðja ættarliði. Eisini tá hædd verður tikin fyri, at lutfalsliga nógvir ungir menn eru í hesum bólki.

Tá arbeiðsluttøkan er lægri, og fleiri verða forsyrgd av tí almenna, hevur tað eisini búskaparligar avleiðingar. Tað merkir minni skattainntøkur og størri almennar útreiðslur. Samstundis veksur  kriminaliteturin um útreiðslurnar til politi, rættarskipan og fongsul. Fyri ikki at tala um tær menniskjaligu avleiðingarnar av hesum kriminaliteti.

Í einum skattafíggjaðum vælferðarsamfelagi hevur hetta stóran týdning. Um ein stórur bólkur av borgarum hevur minni tilknýti til arbeiðsmarknaðin og samstundis er yvirumboðaður í kriminalitetsstatistikkinum, leggur tað eitt trýst á bæði búskap og samfelagssamanhang.

Samstundis er tað gagnligt fyri bæði samfelagið og tey, sum flyta higar, at fólk fáa møguleika at seta búgv í Føroyum. Føroyar hava eisini tørv á arbeiðsmegi og nýggjum borgarum. Men tað er týdningarmikið, at tey, sum velja at búseta seg her, vilja verða ein partur av føroyska samfelagnum og ogna sær okkara mentan, mál og virðir.

Tí er tað eisini rímiligt at spyrja, hvussu nógvum tilflytarum eitt lítið samfelag sum Føroyar kann taka ímóti, uttan at tað ávirkar samfelagsliga samanhangin.

Hetta merkir sjálvandi ikki, at øll fólk úr hesum londum eru eins. Men sum áður nevnt vísa hagtølini  eitt mynstur, sum politikarar eiga at taka í álvara, tá teir gera útlendingapolitikk.

Tí er neyðugt at hava ein ábyrgdarfullan og realistiskan tilflytingarpolitikk. Tað merkir at vera varin í, hvør fær loyvi at búseta seg her, og at dagføra útlendingalógina, so hon tekur hædd fyri hesum avbjóðingum. Í stuttum neyðugt er at velja, hvør sleppur at seta búgv her – og hvør ikki.

Fleiri lond í heiminum velja longu í dag, hvør sleppur at flyta til landið. Kanada, Avstralia og Ný Sæland hava stigaskipanir, har umsøkjarar verða mettir eftir útbúgving, arbeiðsroyndum og málførleikum. Í fleiri londum verða eisini tikin hædd fyri, hvørjum landi fólk koma úr, og í summum førum eru kvotur ella avmarkingar fyri ávís lond. Í Singapore eru til dømis kvotur fyri útlendska arbeiðsmegi, og í Sveis og USA eru eisini skipanir við avmarkingum.

Felags fyri nógv av hesum londum er, at tey stýra innflytingini aktivt og velja nýggjar borgarar eftir førleikum, arbeiðsroyndum, máli og í summum førum eisini eftir upprunalandi. Endamálið er at tryggja eina skipaða innflyting, har nýggir borgarar kunnu gerast ein virkin partur av samfelagnum.

X av A
X við FróðA Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum.


Eftirskriv: Eitt væl longri lesarabræv við nærri hagtalsgreining varð sent miðlunum 21. februar 2026. Tað kann millum annað lesast her: https://www.vp.fo/news/er-sjurdur-skaale-a-skeivari-kos

Picture
Comments
<<Previous
    Billede
    Picture

    Greinar

    September 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    August 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    December 2013
    October 2013
    September 2013
    May 2013
    February 2013
    January 2013
    December 2012
    November 2012
    October 2012
    September 2012

    Billede

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.