NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Støðan er sera álvarsom: Metnógvir tilburðir staðfestir

6/8/2020

Comments

 
Billede
Hóast allar koronakanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, ikki endaliga greinaðar, ber longu til at staðfesta, at metnógvir tilburðir verða skrásettir í dag, tá ið øll kanningarúrslitini verða tøk. Støðan er sera álvarsom, og tilmælini um at halda frástøðu og hava gott reinføri eru týdningarmiklari enn nakrantíð. 

900 kanningar vórðu gjørdar á sjúkrahúsunum í gjár. Longu nú eru 33 tilburðir staðfestir, men umleið 300 kanningar eru ikki greinaðar enn, sigur Landslæknin. Tí er mest sannlíkt, at enn fleiri tilburðir verða staðfestir. Enn eru allir tilburðirnir tó ikki skrásettir í hagtalsyvirlitinum. Endaligu kanningarúrslitini verða kunngjørd skjótast gjørligt Tá ið hesin dagurin er av, verða í alt góð 400 fólk sett í sóttarhald. Tískil gerst Føroyar nú eina av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva. Ansa vit ikki eftir nú, so gerst hetta talið bara størri.

Í løtuni eru fleiri enn 80 persónar, sum hava fingið staðfest koronasmittuna. 32 av teimum eru tó farnir av landinum aftur, meðan ein útlendingar er innlagdur á sjúkrahúsinum. Eftir ætlan verður viðkomandi skjótt staðfestur frískur og útskrivaður. Allir persónar, sum eru staðfestir smittaðir seinastu dagarnar, hava eisini føroyskt p-tal. Sostatt eru fleiri enn 40 føroyingar smittaðir við COVID-19 í løtuni.

Smittan spjaðir seg skjótari í Føroyum enn í londum kring okkum

Tá ið tað fyri tveimum døgum síðani - tann 4.august - varð staðfest, at aktiv smitta var í føroyska samfelagnum, varð mett, at talan var um tríggjar ymsar smittuketur. Eftir drúgva smittusporing er tað sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Tórshavn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku. Nøkur av teimum smittaðu búgva uttanfyri høvuðsstaðin, men flest teirra vórðu kortini smittað í Tórshavn. Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum fólk, tá ið hesi havi verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku.

Tað er enn ógreitt, júst hvussu smittan er komin til landið, og talan er um eina sera smittandi og serstaka útgávu av krímsjúkuni. 4. august vóru tríggir tilburðir staðfestir, í gjár vórðu 15 tilburðir staðfestir, og í dag væntar Landslæknin, at talið av smittaðum seinasta døgnið fer at liggja um tey 40.

Smittan breiðir seg skjótari enn áður, og nógv skjótari enn í londunum kring okkum. Sambært Landslæknanum smitta fólk dagin eftir, at tey sjálv eru blivin smittað, og tað er ikki sæð fyrr í Føroyum. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør. 

Livið sum um, tit eru sjúk

Tá smittan breiddi seg í vár, kundi tað ganga upp til fýra dagar, áðrenn ein, sum hevði fingið smittuna, smittaði onnur. Frá at vera eitt land við ongari smittu, eru Føroyar nú eitt av teimum londunum, har smittan breiðir seg skjótast. Tí er áheitanin frá Landslæknanum eisini greið: Vit mugu øll liva sum um, at vit eru sjúk. Vit mugu ansa eftir okkum sjálvum og øðrum við at halda frástøðu og hava gott reinføri.

Hóast tað enn ikki er eitt krav, so er tað eisini ein møguleiki at ganga við masku. Í londunum kring okkum, mæla myndugleikar til, at fólk brúka maskur, tá ið tey vitja støð, har nógv fólk savnast – serliga um tað er innandura, eitt nú tá ið fólk fara til handils. Eisini verður mælt til, at fólk avlýsa ella útseta komandi tiltøk, har nógv fólk eru til staðar sum til dømis veitslur, konfirmatiónir, brúdleyp os.fr.

Heilsumálaráðið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly